týsdagur 29. apríl 2014síða 15
‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
15
Mikudagur 12. februar 2014 · Nr. 18
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
Mikudagur 30. apríl 2014 · Nr. 48
meldurin
og um alt, sum tú kanst lesa,
er á einum fremmandum
máli, hevur hetta sjálvsagt
nógv at siga fyri møguleikan
at byggja ein tjóðskapar
samleika upp, sigur Lisbeth
Nebelong.
Skammaðist
av landsmonnum
Somuleiðis
minnist
hon,
hvussu niðurgerandi donsku
marinararnir vóru, tá hon
sum 18 ára gomul fór í dans
í Havn.
– Eg krympaði meg og
skammaðist
yvir
mínar
landsmenn, tá marinarirnir
komu og so týðiliga sóu
niður á føroyingar, tað klár
aði eg slett ikki, sigur Lisbeth
Nebelong, sum við tríbóka
verkinum eisini hevur hug at
greiða dønum frá Føroyum.
– Danir vita sera lítið um
Føroyar, og ein partur av
drívmegini hjá mær er eis
ini at vísa eina aðra síðu
av Føroyum, sigur Lisbeth
Nebelong.
Hon heftir seg við, at
Høgni Hoydal hevur býtt
danir og teirra ásjón á føroy
ingar í tríggjar bólkar: Teir
sum halda tað er fantastiskt,
og náttúran er so flott. Teir
sum eru líkaglaðir, og teir,
sum halda, at Føroyar bara
eru til fortreð.
– Fjølbroytni er fullkomi
liga vekk í hesu myndini. Eg
vil gjarna siga søguna um
Føroyar, so danir fáa eina
meiri fjølbroytta mynd av,
hvat Føroyar er. At føroy
ingar eru nógv annað enn
tað, sum Søren Ryge vísir,
og at næstan annar hvør
borgari í Havn hevur eina
akademiska útbúgving. Har
umframt at viðurskiftini
millum føroyingar og danir
er ógvuliga samansett, eins
og kenslurnar hjá føroying
um mótvegis Danmark og
viðvíkjandi egnum samleika
eru
tað,
sigur
Lisbeth
Nebelong.
Lært nógv um Føroyar
Í arbeiðinum við tríbóka
verkinum
hevur
Lisbeth
Nebelong lært nógv um
Føroyar.
– Tú kanst siga, at eg
havi hugt upp á Føroyar
upp á fimm ymiskar mátar.
Samanumtikið
hava
teir
givið mær vitan til at skriva
bøkurnar. Hesir mátarnir
at síggja Føroyar upp á, eru
sum barn og sum ung, har
tað snýr seg um at sansa um
hvørvið, mentan og menn
iskjuni. Sum journalist, har
eg ynskti at kanna Føroyar
og
mentunarmøtið,
sum
akademikari, har eg royni
at skilja eitt nú fullveldis
rørsluna og seta tað inn í
ein søguligan og akadem
iskan samanhang og at enda
skaldsliga, har alt verður sett
inn í ein størri samanhang.
Har søga, samfelag, kenslur
og
royndir
verður
sett
saman til nakað heilt triðja
– skaldskapin, sum sam
stundis kann siga nakað um
sambandið millum Føroyar
og Danmark og mentunar
møti millum hesar báðar
tjóðir.
Í sambandi við research
arbeiði til Færøblues var
Lisbeth Nebelong til sjós í 13
døgn við trolaranum, Brestir.
– Færøblues er ein skald
søga um menningina hjá
Kára – ein sonevnd siðmenn
ingarskaldsøga. Fyri at skilja
Kára, valdi eg eitt nú at fara
til skips, fortelur Lisbeth
Nebelong. Tað var ein góð
uppliving, heldur hon.
– Eg lærdi nógv um før
oyska mentan, og hvussu tað
má hava ávirkað Kára at vera
til skips. Hesir menninir, fá
mæltir, men ótrúliga fyri
komandi og fittir, sigur hon.
Hon hevði ikki sjóverk og
hevði ein góðan túr.
– Eg spurdi, um eg kundi
hjálpa við nøkrum, men
skiparin hugdi uppá mínar
klønu armar og segði: Nei,
við hasum ørmunum, kanst
tú einki gera – far tú bara
og slappa av, sigur Lisbeth
Nebelong.
Ein kærleikssøga
Tríbókaverkið: Når Engle
spiller Mozart, Færøblues
og Møde i mol er ein kær
leikssøga um donsku Lisu og
føroyska Kára.
Lisa, sum er dóttir ríkis
umboðsmannin,
flytir
til
Føroya,
sum
hálvvaksin.
Hon hevur verið í Føroyum,
sum barn, og tá hittið hon
Kára, sum hon fær eitt serligt
samband við longu tá. Tey
síggjast aftur, tá hon flytir til
Føroya, sum hálvvaksin, og
gerast góð. Gjøgnum Lisu og
Kára lýsir Lisbeth Nebelong
kenslur
hjá
føroyingum,
samleikaspurningar
og
kenslur hjá danskarum við
víkjandi hesum.
Lisbeth Nebelong sjálv
flutti til Føroya sum barn,
tí pápin skuldi arbeiða hjá
Ríkisumboðnum. Sum hálv
vaksin hevði hon ein tørv á at
koma aftur, og fór til Føroya
at arbeiða sum læraravikarur
sum 18 ára gomul, eftir at
hon var liðug við studentar
skúlan. Hon starvaðist á
Sankta Frans skúlanum í
1973. Sostatt hevur hon búð
í Føroyum sum barn og sum
hálvvaksin. Frá 1965 – 1967
og frá 1973-1974. Sum børn og
ung eru vit sansalig og hetta
eru tvey tíðarbil í lívinum,
har hon er sera opin fyri
øllum. Føroyar fara tí beint
inn í hjartað á henni, greiðir
Lisbeth Nebelong frá.
– Hetta var í tveimum ym
iskum, men sera sárbærum
og sansaligum tíðarskeiðum
í mínum lívi, har eg sansaði
alt. Tí virkaði tað so ógvu
sligt uppá meg, at vera í
Føroyum hesa tíðina, sigur
Lisbeth Nebelong. Og tí eru
Føroyar ein partur av henni,
heldur hon.
Føroyar eru tónleikur
Tónleikurin er eitt gjøgnum
gangandi evni í tríbókaverk
inum hjá Lisbeth Nebelong
– bæði innihaldsliga og í
heitunum.
– Fyri meg er Føroyar tón
leikur. Tað stavar møguliga
frá Williami Heinesen og
hansara søgu um glataðu
spælimenninar, men tón
leikur fylti eisini nógv í mín
um lívi, tá eg búði í Føroyum,
sigur Lisbeth Nebelong.
Hon kendi seg einsamalla,
tá hon flutti til Føroya í 1973,
men alt broyttist, tá hon
kom í kórið hjá Ólavi Hátún,
sum í dag er Havnarkórið.
Somuleiðis
brúkar
hon
tónleikin til at skapa ein
ávísan róma í tríbókaverk
inum.
Hóast at Føroyar altíð fer
at vera ein partur av henni,
kennir Lisbeth Nebelong,
eins og Lisa í bókini, at hon
altíð fer at vera ein, sum
kemur uttanfrá. Hon fer
altíð at vera sædd, sum ein
gestur og sum ein dani – við
øllum, sum tað inniber.
Lisbeth Nebelong er fødd í
1955 í Keypmannahavn. Hon
er vaksin upp í Danmark og í
Føroyum. Hon er journalist,
rithøvundur, merkonom og
Master of Public Management.
Hon hevur umframt tær
tríggjar skaldsøgurnar um
Lisu og Kára skrivað bøkur um
privatøkonomi og Turen går til
Færøerne á Politikkens forlag.
FAKTA:
Seinasta bókin í røðini um
Lisu og Kára, »Møde i mol«,
liggur nú í handlunum og
eitt tríbókaverk om viður
skifti og kenslur millum
Føroyar og Danmark er
liðugt.
Fyrsta bókin í røðini:
Når engle spiller Mozart
kom út í 2003. Hetta var
søgan um Lisu, sum flytir
til Føroya sum hálvvaksin
og hittir sín sálarvin,
Kára.
Mentunarliga fjarstøð
an millum tey bæði er tó
so stór, at tey velja at liva
lívið hvør sær, men hitt
ast aftur í Føroyum, sum
vaksin.
»Når
engle
spiller
Mozart holder de fri«
verður sagt í bókini. Í tí
setninginum, sum eisini
liggur aftanfyri heitið á
bókini, liggur, at einglar
nir gloyma at ansa eftir
Lisu, tá hon skal taka
avgerð um framtíðina.
Tí velur hon Kára frá til
fyrimuns fyri eina yrkis
leið sum sakførari í Keyp
mannahavn.
Onnur bókin í røð
ini, Færøblues, kom út í
2008 og snýr seg um Kára
og er ein siðmenningar
skaldsøga um unga mann
in, og hvussu hann menn
ist til tað menniskja, sum
hann er.
Triðja bókin, Møde i
mol, snýr seg um, hvussu
tey bæði hittast aftur, nú
í 50 ára aldrinum. Lívið,
og tær avgerðir, sum tey
hava tikið, eru viðgjørdar
og bókin er ein roynd at
fangað tær tvígildu kensl
ur, sum eru millum føroy
ingar og danir í tí felags
skapinum og stríðnum,
sum eru millum londini
í
ríkisfelagsskapinum.
Hetta hevur rithøvund
urin valt at lýsa gjøgnum
kærleiksøguna
millum
Lisu og Kára.
marjun@sosialurin.fo
Tríbóka
verkið
Tá høvuðspersónurin í bókunum hjá Lisbeth
Nebelong, Lisa, kemur aftur til Føroya sum tilkomin
kvinna, býr hon á Hotel Hafnia og situr og hyggur
yvir á borgina, sum plagdi at vera hennara heim.
Tað hevur rithøvundurin, Lisbeth Nebelong,
eisini mangan gjørt, tá hon hevur verið í Føroyum
fyri at skriva ella gera research til bøkurnar
Myndir: Álvur Haraldsen