Sosialurinarkiv
Sosialurin 2014-04-29, síða 14
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 29. apríl 2014síða 14

‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Mikudagur 30. apríl 2014 · Nr. 48 14 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 Marjun Dalsgaard Hetta er ikke ein sjálv­bio­ grafi. Lisbeth Nebelong hev­ ur ofta fingið spurningin, hvørt søgan um Lisu, sum flytir til Føroya sum hálv­ vaksin, er ein sjálvbiografi, eins og føroyingar hava roynt at gita, hvør ið Kári man vera, sum stjelur hjarta henn­ara. Og tað er kanska ikki so løgið, at hon fær hendan spurningin, tí nógvar hendingar í bókini, eru hendingar, sum hon sjálv hevur verið úti fyri. Men søgan er reinur skaldskapur, og Kári er somuleiðis upp­ funnin, sigur Lisbeth Nebelong. Lisbeth Nebelong flutti til Føroya sum 10 ára gomul, tí pápi hennara skuldi arbeiða hjá Ríkisumboðnum. Ein flyt­ing, sum setti síni spor í hjartað á lítlu skúlagentuni. Bráddliga var hon skrykt upp við rót úr sínum tryggu umstøðum, og flutt til Føroya at ganga í Nonnu­skúl­anum. Túrin við Tjaldrinum í januar mánað í 1965 gloymir hon aldrin. Rull og sjóverk í dagavís, og tá hon kom fram, var hon koyrd í ein gentuklassa í einum strangum katolskum skúla, har hon einki skilti av tí, sum varð sagt. Upplivingar í skúl­anum, sum til dømis at verða kallað danski lortur, og einki at skilja av tí hatri, sum onkuntíð streymaði ímóti henni, vekja ring minni. Fyrstu tíðina bara græt hon, fortelur Lisbeth Nebelong. Hon fall tó skjótt til, og tá hon skuldi heim aftur til Danmarkar, hevði hon fest røtur í Føroyum, og tað var ein næstan líka stórur skelkur at flyta aftur til Danmarkar, sum tað hevði verið at flyta til Føroya. Føroyar eru ein partur av mær Lisbeth Nebelong kennir tað eins og Føroyar eru ein partur av henni. – Hóast eg havi búð í Før­ oyum í eitt sera stutt tíðar­ skeið, eru Føroyar ein partur av mær. Eg haldi, eg eri ein sættapart føroyingur, sigur hon. Orsøkina heldur hon vera, at hon hevur búð í Før­ oyum í einum tíðarskeiði, har hon hevur verið sera opin, nevniliga fyrst sum barn, frá at hon var 10 til 12 ár, og síðani tá hon var 18 til 19 ár. – Hetta er ein aldur, har tú sansar alt rundan um teg, og alt hevur sera stóra ávirk­an á teg. Føroyar hava gjørt meg til tann, sum eg eri í dag – um eg ikki hevði hetta við, ja so hevði eg bara verið ein keðiligur danskari, sigur Lisbeth Nebelong. Upplivingarnar, blandaðu kenslurnar og samleikin hava skapað ein longsul í henni at kanna, hvat tað er, som ger sambandið millum føroy­ingar og danir so trupult. – Eg skilti ikki, hvat hini børnini høvdu ímóti mær, men eg merkti heilt týðu­ liga, at tað, at vera dani, var ikki gott, sigur Lisbeth Nebelong. Eg skilti eftir eina tíð, at eg var berari av eini fígginda­mynd, av tí at eg var danskari, og sum vaksin havi eg havt ein tørv á at skilja, hvat hetta var fyri nakað, sigur Lisbeth Nebelong. Tvígildar kenslur Arbeiðið við tríbóka­verk­ inum er tí ein roynd at skilja møtið millum føroyingar og danir, og Lisbeth greiðir frá tí við kærleikssøguni um Lisu og Kára. Hesi bæði, sum hava eitt inniligt og serligt samband, verða ikki par í lívinum, tí Lisa velur Kára frá. Hon heldur ikki, at tey kunnu liva saman, tí tey hava so ymiska bakgrund, men tey eru saman í sinninum. Sostatt letur hon Kára siga: »Í 30 ár hava vit verið ferða­felagir í hvør sínum landi«. Við hesum staðfestir Lisbeth Nebelong, at Lisa og Kári eru sameind uttan mun til, hvar tey eru. Hóast at tey liva hvør sítt lív í ávika­svist Danmark og Noreg, hittast tey aftur í Føroyum og í seinastu útgávuni í trí­bóka­ verkinum, Møde i mol, verður frástøðan teirra millum lýst við Muhammedsakini sum útgangsstøði. Danska Lisa er skelkað av tilburðunum í kjalavørinum av Muhammed­tekningunum, men skilir við eitt, at Kári er eitt heilt annað stað. Í eyg­ unum á honum sær hon ikki bara, at hann er minni skelk­ aður enn hon, tá Dannebrog brennur, men eisini ein ferðil av teimum kenslum, sum byggja á vreiðina ímóti tí danska. Skilji stríðið fyri samleikan Føroysku kenslurnar fyri dønum sigur Lisbeth Nebe­ long seg skilja til fulnar, og hon minn­ist týðiliga, nær hon fyrstu fer skilti tað fult út. – Í sambandi við mítt research arbeiði til Færø­ blues var eg í einum hús­um á Skarvanesi, sum í dag bert verða brúkt sum summar­ hús. Har stóðu nógvar gamlar bøkur av øllum møgu­ligum slag. Eg hugs­aði ikki so nógv um tað beinan­ vegin, men tær vóru allar á donskum. Millum danskar klassikarar vóru upp­slags­ bøkur og føroyskir klass­ ikarar – alt var skrivað á donskum. Tá haldi eg, at eg fyri fyrstu fer skilti, hvussu ótrúliga tungt tað hevur verið hjá føroyingum at skapa sín føroyska sam­leika. Bøkur eru so grund­leggj­ andi fyri okkara menn­ing og mentunar­liga samleika, Vil siga søguna um Føroyar og Danmark – Eg vil siga søguna um Føroyar og Danmark og lýsa møtið millum tvær mentanir og tvígildu kenslurnar, sum finnast millum føroyingar og danir, sigur Lisbeth Nebelong, sum júst hevur gjørt sítt tríbókaverk liðugt, um Lisu, sum flytir til Føroya sum ung og vendir aftur sum vaksin meldurin