Sosialurinarkiv
Sosialurin 2014-04-29, síða 13
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 29. apríl 2014síða 13

‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

13 Mánadagur 30. apríl 2014 · Nr. 48 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 Stjóri til ElEktron Søkt verður eftir stjóra til at menna fyritøkuna Elektron hevur eina sterka kappingarstøðu á føroyska marknaðinum og ynskir at styrkja hana munandi. kappingarføri og lønsemi eru hornarsteinar at røkka hesum. Høvuðsuppgávur og ábyrgd Saman við nevndini setir stjórin mál fyri virk semi felagsins, leggur ætlanir til rættis, og fremur eina regluliga uppfylging í mun til settu málini. Stjórin tryggjar, at fyritøkan er í fremstu røð viðvíkjandi kunda við ur skiftum og tøkniligum førleikum. At stuðla undir hesum er umráð andi við einum leiðsluhátti, sum eggjar til ágrýtni, nýskapan og góðan handilsskap. Í gerandisdegnum fyriskipar stjórin virksemið soleiðis, at virkisøkini í fyritøkuni verða rikin á ein tryggan og skynsaman hátt. Hetta hevur við sær eina tilgongd við greiðum ábyrgdarøkjum og motiveraðum starvsfólki. Førleikar Stjórin hevur kunnleika og starvsroyndir innan virkisøkið, umframt drúgvar leiðsluroyndir. tað er umráðandi, at stjórin dugir væl at samskifta torgreiddar samanhangir á ein einfaldan hátt bæði innan- og uttanhýsis. Vit ímynda okkum, at stjórin hevur innlit í føroyska kt-marknaðin. Stjórin skal duga væl at fyriskipa og leiða sera dugnalig og væl útbúgvin starvsfólk innan fjølbroytt virkisøkir í kunningartøkni. Setanartreytir Setanartreytir sambært avtalu. Umsóknarfreist Hevur starvið tín áhuga, kanst tú seta teg í samband við Súna Schwartz jacobsen, nevndar formann, tlf. 548580 ella á t-post ssj@eik.fo Umsókn við upplýsingum um prógv og royndir verður send teldutøk til Súna Schwartz jacobsen á ssj@eik.fo í seinasta lagi 31. mai 2014. Um Elektron Elektron er veitari av kt-tænastum til almennar stovnar og vinnufyritøkur í Føroyum. Virkisøkini fevna um Hýsing, menning av kt-loysnum og aðrar tænastur, sum til dømis rokningadepilin, lønarskipan og Print og Pakking. Harumframt rekur Elektron saman við Posta, felagið Mínboks. Vit eru 70 starvsfólk og umsetningurin var á leið 85 mió. krónur í 2013.