Sosialurinarkiv
Sosialurin 2014-04-29, síða 12
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 29. apríl 2014síða 12

‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Mikudagur 30. apríl 2014 · Nr. 48 12 Sosialurin Ákærdur fyri 10 viðurskifti Ungi maðurin, sum var fyri rættinum í sambandi við, at fýra fólk vórðu stungin í Norðdepli summarið 2013 er ákærdur í 10 málum 1) At liggja inni við eini avsagaðari byrsju, og uttan fylgi av einum vaksnum hava skotið við henni tvær ferðir 1. januar 2013. Ákærdi játtaði seg sekan í hesum. 2) At hava framt harðskap mótvegis einum manni í Klaksvík tann 13. juli í 2013 og skal fleiri ferðir hava sligið og sparka viðkomandi. Ákærdi sigur seg einki minnast, men játtar seg sekan í hesum. 3) At ólógliga hava brotið inn í eini hús í Norðdepli tann 14. juli 2013 Ákærdi sigur seg einki minnast og noktar seg sekan í hesum. 4) Drápsroynd á Conni Karin Reinholdt tann 14. juli 2013, í øðrum lagi harðskap av serliga ráðum ella farligum slag. Ákærdi sigur seg einki minnast og noktar seg sekan. 5) Drápsroynd á Jóan Petur Petersen tann 14. juli 2013, í øðrum lagi harðskap av serliga ráðum ella farligum slag. Ákærdi sigur seg einki minnast og noktar seg sekan. 6) Drápsroynd á Hervør Petersen tann 14. juli 2013, í øðrum lagi harðskap av serliga ráðum ella farligum slag. Ákærdi sigur seg einki minnast og noktar seg sekan. 7) Drápsroynd á Essa Petersen tann 14. juli 2013, í øðrum lagi harðskap av serliga ráðum ella farligum slag. Ákærdi sigur seg einki minnast og noktar seg sekan. 8) At hava ein fíl á telduni við barnapornografiskum innihaldi. Ákærdi noktar seg sekan, og sigar at hann einki veit um fíin. 9) At hava roynt at innflyta ólógligt vápn til Føroya, tá hann bílegði ein 28,5 cm langan leðurgassa úr USA. Ákærdi játtar seg sekan. 10) At hava haft og brúkt eina fartelefon ólógliga, meðan hann var varðharldsfongslaður í december 2013. Ákærdi játtar seg sekan. Áki Bertholdsen Okkurt av offrunum, sum vórðu stungin og skorin við knívi í Norðdepli síðsta summar, vóru í alvorligum lívs­vanda og hjá øðrum kundi lívsvandi staðist av. Tað vísa tær teknisku roynd­irnar, sum læknarnir hava gjørt, nú ein maður er ákærd­ur fyri at hava roynt at taka lívið av fýra fólkum í Norð­depli tann 14. juli síðsta summar. Mánadagin byrjaði nevn­ inga­ting, har 12 nevningar, og ein dómari, skulu taka støðu til, um maðurin er sekur, og, hvør­ja revsing hann skal hava, ella um hann er ósekur. Álvarsligur lívsvandi Eitt prógv, ákærin hevur lagt fram, eru læknaváttanir um, støðuna hjá teimum fýra fólkunum, sum vórðu stung­ in og skorin. Og niðurstøðan er, at okkurt av offrunum var í álvars­ligan lívsvanda, har skjót viðgerð var neyðug fyri at bjarga lívinum. Okkurt annað av offru­ num kundi eisini komið í lívs­vanda, tí tey vóru stungin tætt við stórar pulsæðrar. Eitt av offrunum hevði tríggj­ar stingir og skurðir á hálsi­num og á rygginum og kundi havt verið í lívsvanda, tí skurðurin í hálsinum var tætt við pulsin. Eitt annað av offrinum hevði 22 stingir og skurðir í hálsinum, á rygginum og ymsa­staðni aðrastaðni á kroppinum og eitt triðja offur hevði eisini trý sár í andlitinum og alboganum. Ringast stóð til hjá fjórða offrinum, sum hevði fimm stingir og sár á kroppinum, har serliga stingir í búkin vóru so meinir, at hann var í álvarsligum lívsvanda. Ávirkaður av Rúsdrekka Vápnið, sum er brúkt í ógerninginum er ikki funnið, men læknarnir siga, at tað er væl trúligt, at tað er knívur, sum hevur elvt til sárini. Annars vísa kanningar, at maðurin, sum er ákærdur, var ávirkaður av rúsdrekka, tí blóðroyndirnar vístu, at hann hevði 1,06 promillu í blóðunum ein góðan hálvan tíma eftir, at hann varð hand­ tik­in klokkan 9.35 hendan sunnu­morgunin. Mett verður at hann hevði onku­staðni ímillum 1,2 og 1,5 pr­o­millum í blóðunum, tá ið fólk­ini vórðu álopin. Hinvegin vísti blóð­roynd­ ir­nar ongi spor av heilivági ella rúsevnum í blóðunum. Læknarnir meta har­aftur­ at, at hann er ikki sinnis­ sjúkur og var heldur ikki sinnissjúkur. tá ið hann, sam­ bært ákæranum, skal hava framt ógerningin. Áki Bertholdsen - Eg minnist einki fyrrenn eg vaknaði á Politistøðini í hvítari málaradrakt. Maðurin, sum er ákærdur fyri drápsroynd ímóti fýra fólkum í Norðdepli sunnu­ morgun­in 14. juli í fjør er púra blank­ur og fær ikki varpa ljós á sjálva hendingina. Í gjár varð hann av­hoyr­d­ ur í rættinum í sambandi við ákæruna, men hann minnist púra einki í einar fýra tímar frá tá at hann fór úr eini veitslu í Hvannasundi, til hann vaknaði á politistøðini í Klaksvík Maðurin varð annars hand­tikin í sambandi við eitt harðskapsmál í Klaksvík fríggja­kvøldið, men hann var leys­lat­in aftur leygarkvøldið. Hann fór at ballast og eftir midnátt endaði hann í veits­lu í einum húsi í Hvan­ na­sun­di, har hann plag­di at ball­ast. Hann drakk nakað væl, bæði øl og vodka og fór út veitslu­ni til gongu umleið klokk­an hálvgum sjey sunnu­morgun­in. Hann sigur, at hann hevði tað fyri at missa minni, fáa black-out, tá ið hann drakk. Og eftir, at hann fór úr veitslu­ni í Hvannasundi, minn­ist hann bara tvey smá brot beint aftan á og tað var tá ið hann steðgaði á at drekka av eini vodkafløsku, hann hevði við. Misti minnið - Síðani minnist eg einki, fyrr­enn eg vaknaði á politi­ støð­ini í Klaksvík í eini hvít­ ari málaradrakt, sigur hann. Tað, hann kallar eina málara­drakt, er ein serlig drakt løgreglan hevur at lata fólk í fyri at tryggja, at prógv á klæðum ikki fara fyri skey­ ti. Hann greiddi løgregluni frá, at orsøkin til, at hann einki minnist, er, at hann hevði fingið tvær tablettir av onkrum slagi frá onkrum, sum upplýsti navnið á, og tær tablettirnar hevði hann tik­ið. Men blóðroyndir og land­ roynd­ir vístu, at einki spor av heili­vági ella rúsevnum vóru í blóði­num og í rættinum í gjára­morgunin játtaði hann eisini, at hann hevði ikki tik­ ið nakrar tablettir. Men tað broytir ikki upp á ta sannroynd, at hann einki minn­ist frá tí at hann fór úr veitslu­ni í Hvannasundi, til hann vaknaði á politistøðini. Kanningar hava víst, at hann hevur havt ímillum 1,2 promillu og 1,5 promillu av alkoholi í blóðini um tað mund­ið, fólkini í Norðdepli vórðu álopin. Ákærin sigur, at tað svar­ ar til einar seks vanligar øl, men ákærdi sigur, at tað skul­di ikki meiri enn einir tveir snapsir til, so kundi hann missa minnið og tí fekk hann púra einki sagt um álvar­somu ákærurnar. ÁKÆRDUR FYRI DRÁPSROYND Minnist einki til drápsroyndirnar Maðurin, sum er ákærdur fyri drápsroynd ímóti fýra fólkum í Norðdepli, minnist púra einki frá hendingini Sat einsamallur á jólum Maðurin, sum er ákærdur fyri drápsroynd ímóti fýra fólkum í Norðdepli, sunnu­dagin 14, juli í fjør, mátti sita avbyrgdur frá øll­um øðrum á jólum. Stutt fyri jól hevði onk­ ur smuglað eina fartelefon inn í varðahldi til hansara og ta telefonina brúkti hann ein dagin til læsa seg inn á wc, har hann send unnustu síni SMS. Í rættinum í gjár varð ført fram, at hann hevði ikki samskift við unnustu­ na um sakina, men hann hevði biðið hana smuglað eina mynd av sær sjálvari í varðhaldi til hansara, tí hann longdist so illa. Hann visti ikki at siga, hví unnustan skul­di smugla myndina í varð­ haldi, tí hon kun­di bara havt biðið løg­reglu­na flýgg­ja honum mynd­ir­ nar. Men løgreglan upp­ dagaði, at hann hevði smugl­að eina fartelefon í varð­hald­ið, og tískil varð hann avbygdur í einum kliva fyri seg sjálvan á jól­ um. Frammanundan var av­tala­ð, at hann skuldi fáa vitjan av næstringum á jólum, men tað varð alt avlýst, og sostatt helt hann jól einsamallur. Offur í Norðdepli var í álvarsligum lívsvanda Hjá onkrum av offrunum var skjót læknalig viðgerð avgerandi fyri at bjarga lívinum