týsdagur 29. apríl 2014síða 24
‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Mikudagur 30. apríl 2014 · Nr. 48
24
Sosialurin
Væl útgjørdur Civic stationcar
Norðbil hevur fingið nakrar Honda Civic Tourer á goymslu. Talan er um eitt spildurnýtt modell,
sum er stationcar útgávun av Civic. Ein flottur og praktiskur bilur við stórum viðførisrúmi
Magnus Gunnarsson
At síggja til líkist Civic Tourer
einum sportbili við flottum
linjum
og
sermerktum
designi. Bakhurðarnar eru í
italienskum stíli við fjaldum
handtøkum. Bilurin hevur 4
hurðar og stóra baklúku.
Talan um ein sera prak
tiskan bil við viðførisrúmið,
sum er heilar 624 litrar.
Baksetrini kunnu leggjast
saman, so tey eisini kunnu
nýtast
sum
viðførisrúm.
Innan er Civic eisini nakað
serligt. Instrumentborðið er
flott designað sum eitt cock
pit í einum flogfari.
Honda Civic Tourer fæst
við hópin av framkomnari
útgerð sum t.d. blindvinkul
assistent, sum syrgir fyri
tryggari
yvirhálingum,
automatiska langljósskipan,
sonevndan
vognbana
assistent, sum ávarar í sam
bandi við at bilurin fer út um
strípurnar á koyribreytini.
Eisini registrerar skipanin
bilin ið koyrir frammanfyri,
so bilførarin fær tí at reagera
um okkurt skuldi verið áfatt.
Skipanin avlesur eisini veg
skeltir, sum eru upp til 100
metrar burtur og gevur bil
føraranum boð um at ansa
eftir.
Bilførarin hevur tríggjar
møguleikar í sambandi við
at stilla stoytdoyvararnar:
Normal,
Comfort
og
Dynamic, alt eftir hvussu
bilurin er lastaður og eftir
koyriumstøðunum.
Civic Tourer fæst bæði
sum
diesel
og
bensin:
1,6i-DTEC diesel við 120 hk
og 1,8 i-VTEC benzin við 140
hk. Stórur dentur er lagdur
á at verja, um ein fótgangari
skuldi verið ákoyrdur. Hetta
er nakað, sum Civic Tourer
fær góðan karakter fyri í
EuroNCAP- krasjtestum.
Honda Civic Tourer, sum
kostar úr kr. 274.750, kann
síggjast og roynast hjá Norð
bil við Oyggjarvegin.
maggi@sosialurin.fo
Renault Clio Sports Tourer
Flott design, praktisk innrætting og tað at bilurin
er sera økonomiskur og reinur er við til at gera
Renault Clio Sports Tourer til nakað serligt
Bilurin fær sera góð skots
mál frá evropeiskum motor
journalistum.
Renault
Clio
Sports
Tourer sær gott út, er
praktiskur og liðiliga inn
rættaður.
Viðførisrúmið
er 443 litrar stórt, og við
at leggja baksetrini niður
verður vørurúmið heilar
1380 litrar.
Gott pláss er í kabinuni,
sum er praktiskt innrættað,
og bilurin er lættur at
handfara.
Clio Sports Tourer fæst
bæði sum bensin og diesel,
sum stendur til at kunna
koyra upp til 27,8 km/l, sum
má sigast at verða flott fyri
ein bil í hesi støddini.
Bilurin er ein sameining
av økonomiskum og reinum
motorum
saman
við
aerodynamiskum designi,
skrivar danska blaðið BT í
sambandi við eina kanning
teir hava gjørt um hvør
bilur er ein góð íløga hjá
teimum sum pendla millum
heimið og arbeiðsplássið.
Renault Clio Sport Tourer
er ein tann besti, teir higar
til hava royndarkoyrt.
Til ber at vinna ein Clio
Sports Tourer við at senda
sms-boðini »bil« til 1940.
Kostnaðurin er 50 krónur
+ vanligan takst.