Sosialurinarkiv
Sosialurin 2014-04-29, síða 26
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 29. apríl 2014síða 26

‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Mikudagur 30. apríl 2014 · Nr. 48 22 Sosialurin 26 Um aircondition ikki verður hildin við líka, er vandi fyri at hon ikki virkar, tá brúk er fyri køling. Áðrenn farið verður í summarferiu við bilinum, er tað av stórum týdningi, at aircondition skip­anin í bilinum er tøtt og virk­ar optimalt Í sambandi við at bila­ sølan Auto Service hevur keypt nýggja aircondition service útgerð, var Thomas Nielsen serviceteknikari frá Dometic Group í Danmark og hevði aircondition skeið á Tekniska Skúlanum í Tórs­ havn fyri fólki í føroysku bil­ bransjuni. Dometic Group umboðar Waeco køliskipanir í Danmark. Fyrr var aircondition einans at finna í stóru luksus­ bilunum ella kundi fáast sum eykaútgerð í onkrum bilum. Nú er aircondition í so gott sum øllum bilum. Í heitu londunum verður air­ condition mest nýtt til at køla kabinuna av, meðan her hjá okkum verður aircondition fyri tað mesta nýtt, fyri at rútarnir ikki skulu døgga. Sum við øllum øðrum skip­anum nú á døgum skulu air­condition skipanir lúka tey strangastu krøvini fyri dálking av umhvørvinum. Higartil hava aircondition skipanir í bilum nýtt kølievnið R134A, meðan aircondition skip­anir, sum koma á markn­ aðin, nýta nýggja kølievnið R123yf, sum er meira um­ hvørvisvinarligt. Kølievnið minkar Kølievnið í aircondition skip­ anum í bilum minkar við tíðini, og verður skipanin tóm, er vandi fyri at kompressarin tekur skaða, og tá kann tal­ an verða um eina dýra um­ væling. Um aircondition skip­anin ikki verður hildin við líka, er eisini vandi fyri at hon ikki virkar, tá brúk er fyri køling í sambandi við koyring uttanlands um summ­arið. Áðrenn farið verð­ur í summarferiu við bil­ in­um, er tað av stórum týdn­ ingi, at aircondition skip­anin í bilinum er tøtt og virkar opti­malt. – At gera eftirlit av air­ condition skipanum er ikki vandaleyst, tí er neyðugt at hava røttu amboðini og at arbeiðið verður gjørt av fak­fólki, sigur Heðin Weihe verk­staðsleiðari hjá Auto Service. Aircondition eftirlit er neyðugt