týsdagur 29. apríl 2014síða 28
‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Mikudagur 30. apríl 2014 · Nr. 48
28
Sosialurin
Bjóðar fígging til koyrikort
Birgir Andersen, ið hevur verið
koyrilærari síðan 2007, tá hann
tók sína útbúgving á Dansk
Kørelærerskole í Glostrup, hevur
seinasta árið bjóðað næmingum,
sum taka koyrikort hjá honum, eina
gjaldsskipan við tøku av koyrikorti
Magnus Gunnarsson
Koyriskúlin hjá Birgiri –
Koyrifrálæra - húsast í ovaru
hæddini í AB-húsinum á
Argjum.
– Eg bjóði næmingum,
sum hava ráð og teimum
sum ikki hava ráð at rinda
koyrikortið í einum, eina
gjaldsskipan, har íløgan í
koyrikortið kann gjaldast
yvir eitt ár – og uttan rentu.
Birgir vísir á, at tað eru
nógv fólk sum siga, at tey
hava ikki ráð til at taka
koyrikort.
– Fólk hava trupult við
at spara upp, og tá eg nú
síggi meg føran fyri at bjóða
fígging, havi eg valt at gera
tað. Eg havi bjóðað eina slíka
fígging í meira enn eitt ár, og
tilboðið fer at standa við til
næmingar, ið síggja seg illa
førar fyri at taka koyrikort
av fíggjarligum ávum.
Ymiskir tørvir
Hann heldur, at hetta er eitt
gylt høvi hjá næmingum og
leggur aftrat, at eitt vanligt
koyrikort til persónbil kostar
umleið 15.000 krónur, um alt
gongur væl.
– Tað tekur umleið seks
vikur at fáa teoriina upp á
pláss, og síðan einar tvær
vikur aftrat at avgreiða koyr
ingina – vegna møguliga bíði
tíð á Akstovuni.
Birgir sigur, at vanliga
ganga einar 6-8 vikur til øll,
sum ganga á einum skeiði,
hava staðið teoriina. Síðan
er tað at fáa koyringina upp
á pláss.
– Kravda talið av koyri
tímum er 22, men eg lati
altíð næmingarnar koyra
í 24 tímar. Vanliga taki eg
ikki eyka, um næmingurin
noyðist at koyra ein, tveir
ella tríggjar tíma eyka. Men,
verður neyðugt við nógvum
eykatímum, verður prísurin
fyri tøku av koyrikortinum
nakað hægri enn tær 15.000
krónurnar. Við tað, at tørv
irnir eru ymiskir, royni eg at
vera so lagaligur sum til ber,
sigur hann.
Ikki yvirfylt
Birgir Andersen sigur, at
hann tekur ongantíð fleiri
enn 12 næmingar inn á
hvørjum skeiði, tí, sum hann
sjálvur tekur til, so hava bæði
hin veikari og hin sterkari
næmingurin krav upp á holla
undirvísing.
– Øll skulu hava sama
møguleika. Eg havi havt
næmingar, sum eru byrjaðir
aðrastaðni, men sum ikki
kláraðu at fylgja við, tí undir
vísingarhølini vóru ovurfylt.
Birgir vísir á, at frá 1.
august 2013 skulu øll sum
taka koyrikort hava fyrstu
hjálparskeið, og sjálvur er
hann góðkendur fyrstihjálp
ari. Hann hevur nevniliga
verið
góðkendur
fyrsti
hjálparinstruktørur í fimm
ár.
– Henda førleika havi eg,
og tískil er ikki neyðugt hjá
mær at senda næmingar
aðrastaðni at taka fyrstu
hjálparskeið, leggur hann
aftrat.
Eisini á enskum
Hjá Birgiri kunnu næmingar
taka koyrikort til vanligan
persónbil, hýruvogn, og hann
tekur sær eisini av endur
tøku- og eftiransandi koyri
roynd eins og rúsdrekka-og
ferðsluskeiði.
– Eg bjóði ikki koyrikort
til motorsúklu, lastbil og
størri akfør annars, tí mær
dámar ikki at vevja í øllum.
Eg vil heldur gera tað væl,
sum eg fáist við.
Eitt annað, sum Koyrifrá
læra eisini tekur sær av, er
frálæra á enskum.
– Seinastu fýra árini havi
eg soleiðis bjóðað undir
vísing til útlendingar í Føroy
um - á enskum og við enskum
frálærutilfari. Í slíkum føri
gongur øll frálæran fyri
seg á enskum, bæði í teori
og í bilinum, sigur Birgir
Andersen, koyrilærari.
maggi@sosialurin.fo
Hella Service Partner í Føroyum
Sum nakað nýtt í Føroyum eru seks bilverkstøð vorðin limir í Hella
Service Partner, ið er ein keta av professionellum bilverkstøðum
Hella Service Partner er eitt
netverk av 250 verkstøðum
í Danmark og 4.000 verk
støðum
í
Evropa.
Allar
mekaniskar
umvælingar
verða gjørdar eins og elek
tronisk feilfinning og olju-
og dekkskift. Hella Service
Partner gevur 3 ára garanti
upp á nýggjar eykalutir.
Hella Service Partner
setur krøv til síni verkstøð
um útgerð og útbúgving
av starvsfólki. Hetta gevur
trygd fyri kvaliteti og um
vælingum á fakliga høgum
støði. »Vit ansa væl eftir
tínum bili« er slagorðið hjá
Hella Service Partner, sum
byggir á kvalitet, tryggleika
og álit.
Verkstøðini í Føroyum
arbeiða saman, soleiðis at
um ein bilur t.d. er uppsteðg
aður, kann kundin ringja til
sín Hella Service Partner
verkstað og fáa hjálp frá tí
nærmasta verkstaðnum.
Verkstøðini, sum eru við
í Hella Service Partner, eru:
Bilservice v/Theodor Fonn
og Bil & Dekkverkstaðið v/
John Heinesen í Klaksvík,
Carro v/Niels Nattestad í
Sandavági, Bil- & Maskin
verkstaðið v/Karl Vidtfelt á
Sandi, BBR Service v/Boga
Rasmussen á Lambareiði
og Biltek v/Jákup Midjord í
Trongisvági.
Hesir bjóða øllum væl
komin á síni bilverkstøð til
góða tænasu á verkstøð
unum, sum eru at finna
undir Hella Service Partner
á www.nummar.fo
maggi@sosialurin.fo
Birgir Andersen, koyrilærari