mikudagur 26. mai 2004síða 2
‹ fyrra síða allar 15 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
2
Nr. 98 - 26. mai 2004
Nr. 98 - 26. mai 2004
3
Alt er farið upp
Heilsuhjálparafelag Før-
oya hevur fingið nýggjan
tvey ára sáttmála, sum
hevur gildi frá 1. januar í
2004 til 1. januar í 2006.
Nýggi
sáttmálin
við
Fíggjarmálaráðið
varð
fingið í lag mánadagin
og varð undirskrivaður
seinnapartin týsdagin.
– Vit eru rættiliga væl
nøgd við nýggja sáttmál-
an. Vit eru bæði væl
nøgd við lønarhækking-
ina og semjuna sum
heild, tí vit hava fingið
rættiliga stórar broyting-
ar í sjálvum sáttmálan-
um, sigur Ása Olsen, for-
kvinna í Heilsuhjálpara-
felagi Føroya.
Sáttmálin ber millum
annað í sær, at lønin
hækkar 6,43 %, og at
eftirlønin skal verða 9 %
frá 1. januar 2005. Frá 1.
juni í ár hækka heilsu-
hjálparar eitt stig. Har-
umframt eru broytingar
komnar í sjálvan sátt-
málatekstin.
– Til dømis tá vit hava
arbeitt 40 tímar í kvøld-
ella náttarvakt, so fáa vit
3 tímar í avspáking, sigur
Ása Olsen, forkvinna í
Heilsuhjálparafelagnum.
Ása leggur afturat, at
hon er ikki ónøgd við
nakað í nýggja sáttmál-
anum, tí "alt er farið
upp."
hkm
Heilsuhjálpin
25 ár
Mikudagin 26. mai fyllir
Heilsuhjálparafelag Før-
oya 25 ár. Í tí sambandi
verður skipað fyri mót-
tøku í húsum felagsins í
Fríðrik Petersens gøtu
nummar 7. Ása Olsen,
forkvinna í Heilsuhjálp-
arafelagi Føroya, sigur, at
húsið er opið frá klokkan
14 til klokkan 19 í dag,
mikudagin.
hkm
Lívligur par-
dansur á skránni
Salsa stendur ovast á
skránni hjá náttklubban-
um Platform um viku-
skiftið 4. til 6. juni. Salsa
er ein lívligur kubanskur
pardansur, sum er væl
umtóktur í londunum
kring okkum, eitt nú í
Danmark.
Endamálið við tiltakin-
um er at "birta upp undir
ein líknandi salsa-fepur í
Føroyum." Við tí fyri
eyga koma tveir undir-
vísarar í salsa til Føroya á
vitjan, og skulu tey halda
ein workskop, har fólk
kunnu læra at dansa
salsa.
Undirvísararnir
eru tey bæði Sara í Dali
Hedeland og Anh Duy
Nguyen, sum til dagligt
takast við salsa í Keyp-
mannahavn.
Tvey skeið verða hild-
in um vikuskiftið 4. til 6.
juni í Platformi. Fyrra
verður leygardagin frá
klokkan 15 til klokkan
18, og seinna skeiðið
verður sunnudagin somu
tíð.
Umframt tað verður
fríggjakvøldið 4. juni
bjóðað inn á Platform,
har salsakvøld verður
fyri øll áhugaði. Tað
verður ókeypis atgongd
fyri miðnátt hetta fríggja-
kvøldið, sum eisini er
mentanarnátt í Tórshavn.
hkm
Sexologur á
Hafnia
Tveir fyrilestrar eru á
skránni á Hotel Hafnia
hósdagin tann 3. juni frá
klokkan 15 til klokkan
19. Bjarki á Rógvi Han-
sen, neurologur á Ríkis-
sjúkrahúsinum, fer at
tosa um epilepsi og kyns-
lív hjá fólki við epilepsi,
og hvørji árin heilivág-
urin hevur á tey. Hann fer
eisini at røða um kost- og
skurðviðgerðir.
Seinni
fyrilesturin
verður tann hjá Ellids
Kristensen, sum er yvir-
lækni og sexologur á
Ríkissjúkrahúsinum.
Ellids fer at tosa um var-
andi brek við atliti til
kynslívið.
Hesir báðir fyrilestrar-
nir eru ætlaðir øllum, ið
hava áhuga fyri evninum,
og øllum fólki við epi-
lepsi, fólki í sjúkrahús-
verkinum, fólki í heima-
røktini og stuðulsfólka-
skipanini, og pedagog-
um.
hkm
Suðuroyar Sparikassi
hevur givið peninga-
gávu áljóðandi 50.000
krónur til keyp av
ljóðførum. Vágs Skúli
fær peningin, sum er
eyðmerktur til skúla-
orkestrið í Vági og
keyp av hornum, so
orkestrið kann fáa
fleiri leikarar og fyrst
verða tað næmingar
úr Porkeri, sum
sleppa at blása við
TÓNLEIKUR
Dagfinn Olsen
dagfinn@sosialurin.fo
Musikkskúlin í Suðuroynni
hevur eisini merkt, at tað
ikki gongur framá búskap-
arliga í Føroyum. Men har
fullu tey ikki í fátt og hava
roynt ymsar leiðir at halda
lív í tónleikalívinum mill-
um tey heilt ungu í skúla-
orkestrinum í Vágs Skúla.
Síðsta árið hevur Ulf Nord-
lund verið tónleikalærari og
leiðari fyri orkestrið og
rættiliga væl er komið
burturúr, tó komið ikki er á
mál.
Søkt varð um stuðul
ymsastaðir og Suðuroyar
Sparikassi helt vera vert at
stuðla sjónligu framgongd-
ini innan tónleikalívið í
økinum og sá týdningin í at
fáa bygdirnar við. Týsdagin
handaði Mikkjal Sørensen,
stjóri í Suðuroyar Spari-
kassa, skúlastjóranum í
Vági, Óla í Hjøllum, eina
gávu
áljóðandi
50.000
krónur.
Peningurin
er
merktur til keyp av ljóð-
førum og verða tað í fyrstu
syftu næmingar í Porkeris
Skúla, sum sleppa upp í
part við nýggju messing-
ljóðførunum. Tí fór hand-
anin fram í skúlanum í
Porkeri.
Suðuroyar Sparikassi er
vanur at stuðla ymsum til-
tøkum, mentan og øðrum,
men sjónligastur er hann
helst sum høvuðsstuðul hjá
VB. Nú er so lagt afturat
innan stuðulsvirksemið og
blómandi tónleikurin í øki-
num fær eitt herðaklapp.
Við hesum kann sigast, at
Suðuroyar Sparikassi royn-
ir at fáa tað at grógva á
nýggjum beitum og er tað
hesaferð ikki graslíkisvøll-
ur, ið er undirlendi.
Stór gáva til hornblástur
Mikkjal Sørensen frá Suðuroyar Sparikassa handar Óla í Hjøllum, skúlastjóra í Vági, 50.000 krónur, sum skulu nýtast til keyp av
messingljóðførum til Skúlaorkestrið í Vági. Handanin fór fram í Porkeri, tí tað verða næmingar í Porkeri, sum nú sleppa upp í
part við nýggju ljóðførunum. Á myndini síggjast, umframt Mikkjal Sørensen og Óla í Hjøllum, Mannbjørn Olsen, Porkeris Skúli,
tónleikalærararnir Jens Knudsen og Ulf Nordlund og leikandi næmingar
Leygardagin frættist, at
líkvognur var farin úr
Klaksvík til Havnar eftir
kistu og líki í sambandi við
jarðarferð. Men komin
aftur til Klaksvíkar vísti tað
seg, at kistan var tóm.
Og nú er aftur galið hjá
sjúkrahúsunum. Portørar úr
Klaksvík komu mánadagin
til Havnar við einum líki,
sum skuldi til líkskoðan.
Teir koma til Havnar við
bilinum, men tá teir lata
upp, er tað annar maður,
sum liggur í. Skeivt lík var
komið til Havnar til lík-
skoðan. Hetta váttar vakt-
havandi á løgreglustøðini í
Havn fyri Sosialinum.
Roynt varð tó at rætta
mistakið sum best, og rætta
líkið kom fram seinni um
kvøldið.
– Eg vátti, at eitt mistak
er hent. Leiðslan harmast
um hendingina, og tískil
mugu vit taka hendingina
til eftirtektar og stramma
upp í sambandi við lík-
flutning, sigur Heri Ellings-
gaard, sjúkrahúsleiðari í
Klaksvík.
Uni Vestureið av løg-
reglustøðini í Havn sigur, at
líkskoðanin varð avgreidd
týsmorgunin.
Skeiva líkið kom
Sunnukvøldið fer føroyski
rockbólkurin Deiggj at
spæla á tónleikafestivali í
Danmark. Hetta er fyrstu
ferð, at bólkurin spælir á
festivali uttanlands
Framførslan hjá Deiggj
verður í Jelling sunnu-
kvøldið, og har verður teir í
selskapi við kend nøvn sum
BB King, The Sandmen,
Lars Lilholt og Patrick
Iskasson.
Manningin í Deiggj hev-
ur seinastu tíðina fyrireikað
seg til danmarkarferðina,
og teir, sum verða við bólk-
inum, á palli í Jelling, eru:
Dennis Lave (sang), Pætur
Dam (tangentar), Páll Lave
(gittar), Fróði Vestergaard
(sang og gittar), Sverri
Heinesen (bass), Herluf
Hermansen (trummur), og
Emil Hermansen verðir
ljóðteknikari.
Deiggj fer at spæla bæði
heimagjørd og løg hjá øðr-
um á Jelling Festivalinum.
-pop.fo
Deiggj spælir í Jelling
Um stutta tíð verður
djóralívið í Kollafirði
eitt sindur ríkari, tí
navnframi Johan í
Kollafirði hevur
keypt sær ein asna, ið
skal lætta um
arbeiðsbyrðuna hjá
honum
DJÓRALÍV
Terji Nielsen
terji@sosialurin.fo
Hann hevur tað við at finna
upp á okkurt, sum er eitt
sindur øðrvísi, tann í Før-
oyum heimskendi Johan
Dalsgaard ella Johan í
Kollafirði, sum tey flestu
rópa hann. Seinnu árini
hevur Johan fingið sær
høsnagarð
nærheindis
heiminum
Frammi
við
Garðar í Kollafirði, og
hetta er alsamt vorðið meiri
umfatandi,
soleiðis
at
Johan nú hevur bílagt sær
ein hjálpara til høsnagarð-
in.
Orkaði ikki at trilla
trillubørina meira
Johan í Kollafirði greiðir
frá, at tá ið hann herfyri
varnaðist, at hann ikki
longur orkaði at trilla trillu-
børina við høsnalorti, fekk
hann eitt hugskot. – Eg
hugsaði við mær sjálvum,
at tað átti at verið upplagt at
havt ein asna, sum kundu
sleipa og dragsa fyri meg,
greiðir Johan frá. Tískil
gjørdi eg av at bíleggja mær
ein slíkan, sigur Johan í
Kollafirði.
– Eg setti meg framman
fyri telduni eitt kvøldið, og
á einari danskari leitisíðu
skrivaði eg »æsel til salg«,
og beinan vegin komu ein
rúgva av úrslitum fram. So
ringdi eg til tann, sum stóð
fyrstur á listanum, og frá
honum havi eg so keypt ein
asna, so lætt var tað, greiðir
Johan í Kollafirði frá.
– Í einari bók havi eg lis-
ið, at ein asni passar seg
sjálvan, bara hann hevur
eitt skúr at verða, og eitt
sindur av hoyggi, greinum
ella ruski at eta, so tað
passar mær ordiliga væl,
sigur Johan í Kollafirði,
sum eisini hevur lisið, at
ein asni er sera væl egnaður
hjá børnum at spæla við. Tó
sigur Johan, at ætlanin hjá
honum við asnanum er
fyrst og fremst, at hann skal
brúkast til at trilla vognar
við ávíkavist eggum og tøð.
– Lat meg beinan vegin
gera vart við, at tað eru
tveir ymiskir vognar, ið tal-
an er um, sigur Johan í
Kollafirði, sum sigur seg
vænta, at tá ið fyrst hansara
asni er komin, fara ótelj-
andi føroyingar at eftirapa
honum og keypa sær ein
asna.
Flutningurin dýrari
enn asnin
Ein slíkur asni er sjálvsagt
ikki ókeypis, men Johan í
Kollafirði sigur, at asnin
kostar einans 4.000 krónur,
og tað er ikki so nógv, tá ið
havt verður í huga, at hann
er okkurt um fimm ár. – So
seljarin av asnanum kann
ikki vinna pengar upp á
hann, tað eri eg vísur í,
sigur Johan. Hann undrast
tó á, at tað kostar meiri at
fáa asnan fluttan til Føroya,
enn tað kostar at keypa
hann. Johan sigur, at hann
noyðist at fara til Danmark
við vogni eftir asnannum,
og tískil skal hann hava
ferðaseðil til bæði persón
og vogn, umframt asnan, og
tað ger, at flutningurin av
asnanum til Føroya er
kostnaðarmiklari enn sjálvt
keypið av asnanum. – Men
hetta havi eg ofta sæð fyrr,
og til dømis bílegði eg mær
eina bók á netinum herfyri,
og hon kostaði 60 krónur at
keypa, men postmaðurin
fekk 70 krónur fyri at bera
hana út til mín, og tað haldi
eg er ordiliga umvent, sigur
Johan í Kollafirði.
Av tí at asnin nú brádd-
liga gjørdist so kostnaðar-
mikil, kann tað verða, at
hann verður eitt sindur
seinkaður til landið, tí eg
noyðist allarhelst út at for-
telja fleiri vittigheitir og
selja nógv egg, áðrenn eg
havi pengar til at gjalda fyri
fraktina, sigur Johan í
Kollafirði.
Hvat ið tað næsta verður,
ið Johan fer at útvega sær,
dugir hann ikki at siga enn,
men hann sigur tó, at hann
hevur ein dreym um at hava
eina ged, ein grís og ein
asna og ganga og passa seg
sjálvan. – Eg hevði tonkt
mær at loyst frá Føroyum,
og gjørt mær mín egna stat,
akkurát sum Vatikanið í
Rom kundi eg havt mítt
Vatikan í Kollafirði, sigur
Johan í Kollafirði, sum í
næstum kann rópa seg
asnaeigara.
Trillubørin við høsnalorti bleiv ov tung
Í næstum fær Johan í Kollafirði ein asna til landið. Hetta er tann fyrsti asnin í Føroyum, ið hvussu so er á fýra beinum, heldur
skemtarin úr Kollafirði
savnsmyndir
C
M
Y
K
3
2