mikudagur 26. mai 2004síða 3
‹ fyrra síða allar 15 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
4
Nr. 98 - 26. mai 2004
Nr. 98 - 26. mai 2004
5
Navn: _______________________________
Bústaður: ____________________________
Telefonumar: ________________________
Aldur: ________
Góða eydnu
við svarunum!
Fyribyrgingarráðið
www.fyribyrg.fo
Spurnarkapping
1. Hvussu eitrandi er nikotin:
_ A) als ikki eitrandi
_ B) elvir til magakrampa og stundum til, at magin túsnar upp
_ C) bara eitrandi, um tað er bundið saman við øðrum evnum í
tubbaksvøru
_ D) lívshættisligt í stórum nøgdum
2. Hvussu nógv kostar tað at roykja 20 sigarettir um dagin í eitt ár? (35 kr. fyri 20 sigarettir)
_ A) 6.775 kr.
_ B) 9.775 kr.
_ C) 12.775 kr.
_ D) 15.775 kr
3. Hjá roykjarum kemur sinafelli (kynsligt máttloysi) av
_ A) at æðrarnar eru tiptar
_ B) minni blóð rennur út í kynslimin
_ C) blóðtrýstið í kynsliminum er lægri
_ D) alt, sum stendur omanfyri
4. Verða tubbaksavgjøld hækkað, hevur tað við sær:
_ A) at færri doyggja av royking
_ B) at fleiri gevast at roykja
_ C) at færri ungfólk fara at roykja
_ D) at færri av teimum, sum hava lagt av at roykja, fara at roykja aftur
_ E) alt, sum stendur omanfyri
_ F) bara B. og C. svar omanfyri
5. Í tubbaksroyki er:
_ A) kolsúrni (eiturgass, sum fer í blóðkyknurnar í staðin fyri súrevni - er
lívshættisligt í stórum mongdum)
_ B) benzen
_ C) formaldehýd
_ D) hydrogen cyankalium
_ E) blýggj (eitrandi tungmetal)
_ F) Øll omanfyri nevndu evni
6. Reyðu blóðkropparnir bera súrevni út í likam okkara. Kolsúrevni kemur í staðin fyri súrevni,
tá ið vit roykja. Hvussu nógv minni av súrevni megna reyðu blóðkropparnir at bera?
_ A) 2%
_ B) 6%
_ C) 12%
_ D) 28%
Aftur í summar verða
mentanarkvøldini á skránni
í Sjónleikarhúsinum. Hesi
eru serliga ætlað ferðafólki,
ið koma til landið. Seinastu
árini hevur hetta tiltakið
verið, og tað við góðari
undirtøku frá ferðafólki, ið
hava latið væl at. Hetta er
ein møguleiki hjá teimum
at gera sær eina mynd av
føroyska skaldskapinum og
somuleiðis at royna før-
oyskan mat.
Tað er Havnar Sjónleik-
arafelag, ið fer at framføra
føroyskan
skaldskap,
gamlan sum nýggjan, bæði
søgur, sagnir, sang, tónleik,
sjónleik og skjaldur.
Úr
Sjónleikarhúsinum
frættist, at tey eru farin
undir venjingarnar, og at
fyrsta sýningin verður 22.
juni, hin síðsta 31. august..
Eftir framførðsluna verð-
ur
føroyskur
matur
á
skránni, og trivið verður í
eitt kvæði saman við gest-
unum.
Tað verða royndir sjón-
leikarar, ið fara at framføra
og leikstjóri verður Egi
Dam.
Framført verður nærum
hvørt týskvøld millum 22.
juni og 31. august, øll
kvøldini kl 20.
Tað ber tó til, eftir avtalu
við Havnar Sjónleikarafe-
lag, at keypa sýningar aðrar
dagar.
Eys
Nógvir møguleikar
eru í hølunum, har
handilin hjá Valde-
mar Lützen hevur
hildið til í eitt
mannaminni. Leif
Sørensen, kokkur,
sigur, at tey í øllum
førum høvdu verið
perfekt at havt
matstovu í
NÝGGJ MATSTOVA
Eydna Skaale
eydna@sosialurin.fo
Ein, ið í løtuni leitar eftir
høli í Havn, er Leif Søren-
sen, kokkur, sum í sein-
astuni hevur verið at sæð í
svf sendingini Cassiopeia.
Hann hevur ætlanir um at
lata upp eina matstovu í
býnum, og Sosialurin hevur
frætt, at hann hevur verið
og hugt at hølunum hjá
Valdemar Lützen.
– Ja, eg havi ringt til
Valdemar Lützen fyri at
frætta nærri um hasi hølini,
eftirsum teir nú steingja.
Men vit hava ikki gjørt
nakra avtalu. Eg havi hugt
at nógvum hølum, og hatta
er so eitt av teimum. Tað
sigur Leif Sørensen, sum tó
ikki dylur, at júst hesi høl-
ini eru serliga vælegnað til
matstovuvirksemið.
– Um eg læt upp eina
matstovu har, hevði eg sats-
að uppá at havt eina café
líknandi matstovu, ið seldi
góðan, men bíligan mat
niðri undir, meðan eg hevði
viljað havt eina dýrari og
meira eksklusiva matstovu
uppiá.
Spurdur um tað eftir-
hondini ikki eru nóg mikið
av matstovum í Havnini,
sigur hann, at tað heldur
hann ikki.
– Eg haldi ikki, at støðið
á føroysku matstovunum er
serliga høgt, og eg haldi, at
tað er tørvur á eini mat-
stovu, ið leggur størri dent
á støðið.
Catering virkið í
søguna
Sum er, hevur Leif eitt
catering virki. Fólk bí-
leggja mat frá honum til
veitslur o.a., og hann koyrir
so matin út. Hetta verður
nokk niðurlagt tá matstov-
an verður veruleiki.
– Eg ætli mær at taka øll
tólini, sum eg nýti nú, við
mær, tá eg latið matstovuna
upp. Men eg fari ikki at
nýta tey til at gera catering-
mat í sama mun sum nú. Tá
fari eg at hava matstovu og
ikki catering, sigur hann.
– Um fólk fara at ringja
til matstovuna og ynskja
mat út av húsinum, so verð-
ur tað allarhelst møguligt,
men tað verður altso mat-
stovan, sum fer at fáa
hægstu raðfesting, sigur
Leif.
Leif vil enn ikki seta
nakra dagfesting á, nær
hann væntar at lata dyrnar á
nýggju matstovuni upp,
men sum skilst, verður ar-
beitt dúgliga fyri at fáa høli
til vegar.
Spurningar um tubbak
Klipp spurnablaðið úr blaðnum. Skriva rætta svarið í spurnarblaðið, skriva navn og
bústað og send spurnarblaðið til:
Fyribyrgingarráðið
Postsmoga 135
FO-110 Tórshavn
Spurnablaðið skal vera Fyribyrgingarráðnum í hendi í seinasta lagi 28. mai.
Hvør luttakari kann bara senda eitt spurnarblað til kappingina, og er
aldursmarkið 18 ár. Drigið verður millum spurnarbløðini, ið eru rætt svarað, á
Torginum í SMS á Altjóða Roykfría degnum, leygardagin 29. mai kl. 13.00.
Harumframt hava tey, ið vitja básin hjá Fyribyrgingarráðnum altjóða roykfría
dagin, eisini møguleika fyri at luttaka í kappingini. Spurnarblød eru at fáa í
básinum hjá Fyribyrgingarráðnum 29. mai í SMS, men tey mugu verða útfylt og
leverað til kappingina í seinasta lagi kl. 12.30.
Fyrsta spurnarblaðið, ið verður drigið og sum er rætt svarað, vinnur eina viku-
skiftisferð fyri tvey til Reykjavíkar ella Aberdeen og aftur við Atlantic Airways
annar vinningur verður ein gáva frá Almanna - og heilsumálaráðnum og triði
vinningur verður eitt gávukort á 1000 kr. frá SMS.
Leif Sørensen, gourmetkokkur:
Nýggj, eksklusiv
matstova í Havnini
Leif Sørensen, gourmetkokkur, sum hevur ætlanir um at lata eina matstovu upp í Havnini,
hevur m.a. verið og hugt at hølunum hjá Valdemar Lützen. – Hølini eru perfekt til matstovu,
men enn er eingin avtala gjørd, sigur hann
Mentanarkvøld aftur á skránni í Sjónleikarhúsinum
Í gjár læt ein nýggj
framsýning upp í
framsýningarhølunu
m hjá Náttúrugripa-
savninum. Á fram-
sýningini ber til at
síggja, hvussu
Føroyar blivu til
ORÐ OG MYNDIR
Terji Nielsen
terji@sosialurin.fo
Tað er sera áhugavert at
ganga í framsýningarhølun-
um
hjá
Náttúrugripa-
savninum og hyggja eftir
teimum mongu ymisku
framsýningunum, ið har
eru. Til ber at fáa fitt av
kunnleika bæði um djóra-
lívið í Føroyum, plantulívið
og um føroysku jarð-frøð-
ina. Nú er framsýningin so
vorðin eitt sindur ríkari, av
tí at nú ber eisini til at
síggja í orðum og myndum,
hvussu Føroyar blivu til.
Upphav Føroya
Á framsýningini verður
greitt frá um 60 milliónir
ára gomlu søguni hjá Før-
oyum. Til ber at síggja,
hvussu hesir 18 klettarnir
mitt úti í Norður-Atlants-
havinum vórðu til. Talan er
um eina ógvusliga søgu um
eldgos, ístíðir og niðurbrót-
ing av einum landi, sum
upprunaliga var risastórt.
Lýst verður, hvussu Før-
oyar fóru frá at verða eitt
risastórt øki landaøki við
frumskógarvøkstri til at
verða oyggjar við fjøllum,
dølum og drangum.
Eisini er ein framsýning
um føroysk steinsløg, har
nøkur av teimum steinsløg-
um, ið finnast her á landi,
verða víst. Nógvir av før-
oysku steinunum eru sjáld-
sama vakrir, og tú fært
meiri at vita um tað, ið tú
finnur úti í náttúruni.
Framsýningin, sum er í
hølunum hjá Náttúrugripa-
savninum á Debesartrøð, er
opin gerandisdagar frá 10
til 16, og í vikuskiftinum
frá 15 til 17. Skúlaflokkar
og børn undir fermingar-
aldur hava ókeypis atgongd,
og til ber hjá skúlaflokkum
og øðrum bólkum at fáa
skipaða rundvísing eftir
avtalu.
Áhugaverd
framsýning
um upphav
Føroya
C
M
Y
K
5
4