Sosialurinarkiv
Sosialurin 2004-05-26, síða 4
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 26. mai 2004síða 4

‹ fyrra síða allar 15 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

6 Nr. 98 - 26. mai 2004 Nr. 98 - 26. mai 2004 7 Aftur í ár fer fram fornfrøðilig rannsókn í Junkarinsfløtti heima á Sandi. Hetta er framhald av rann- sóknunum, ið gjørdar vórðu summrini 2000 og 2003 FORNMINNI Tíðindaskriv Tað var her, at bakkin máð- aði summarið 2000, har umfatandi bústaðaleivdir komu til sjóndar í einum uml. 80 m longum øki í bakkanum. Fyri at fáa eitt betur yvirlit yvir, hvat slag av bústaðaleivdum, talan mundi vera um, gjørdi Fornminnissavnið tá eina minni skráseting í tveimum støðum í bakkanum. Henda skráseting var so áhuga- verd, at lagt varð upp fyri at gera enn fleiri kanningar av staðnum. M.a. varð funnið eitt lítið runt prunkað bronsuspennið, ið kann tíðarfestast til 900-árini. Tey mongu og sera væl varðveittu djórabeinini vóru so forkunnug, at leitað varð til útlendskar serfrøð- ingar fyri at skapa áhuga fyri fundinum. Kolevnis-14 tíðarfesting- ar av prøvum av beinunum vístu seinni, at tað, ið her var komið undan kavi, vóru bústaðaleivdir, ið stavaðu úr eldra partinum av vík- ingaøld. Hetta og so tað, at hesar leivdir vóru hóttar av tí áhaldandi máðan av bakkanum, eggjaði til framhaldandi royndir at arbeiða víðari við málinum. Í samband við eina um- fatandi altjóða náttúruvís- indaliga verkætlan í Út- norði um árin, fólk og dýr hava á landslagið, har tey seta búgv, og sum tá var sett í verk í Føroyum, varð áhugin fyri staðnum vaktur. Talan er um verkætlanina "The Leverhulme Trust project: Landscapes Cir- cum Landnám". Við fígg- ing úr hesi verkætlan og úr amerikanska vísindagrunn- inum bar Fornminnissavn- inum til saman við altjóða serfrøðingum at fara undir eina minni rannsókn í bakkanum undir Junkar- insfløtti seinasta summar. Úrslitið av hesi rannsókn staðfesti ta niðurstøðu, skrásetingin hjá Fornminn- issavninum var komin til um búsetingarsøguligu leivdirnar. Ikki bert vórðu bústaðafláir skrásettar í upp til 2 m dýpi. Men talan er um eitt hitt mest víðfevnda og áhugaverda fornminna- umhvørvi í føroyskum høpi yvirhøvur. Serkunnleikin kundi harumframt vísa á enn fleiri tættir innan Før- oya søgu, sum tilfarið úr Junkarinsfløtti kann vera við til at lýsa, serliga tá hugsað verður um búskap- arligu viðurskiftini í elstu tíðum. Tann avmarkaða rannsóknin seinasta summ- ar var so mikið áhugaverd, at avgjørt varð at halda á fram við arbeiðinum. Tó so, í fyrsta umfari verður roynt at fáa til vega enn meiri vitan av ymiskum slag, áðrenn lagt verður til brots av álvara. Talan er sostatt um forkanningar til eina ætlaða størri forn- frøðiliga og tvørvísindaliga verkætlan — eina verk- ætlan í altjóða høpi, har arbeitt fer at verða saman við starvsfeløgum úr Før- oyum, Íslandi, Onglandi, Skotlandi og USA. Farið varð undir forkann- ingina við byrjan av mai, men í ár verður bert arbeitt í ein góðan mánað. Um- framt sjálva fornfrøðiligu rannsóknina, sum í ár fer fram í sjálvum vøllinum á Junkarinsfløtti, verða gjørdar kanningar av ymiskum nátturuvísinda- ligum slagi við m.a. inn- savnan av sýnislutum at nýta til at lýsa, hvussu lendið har um leiðir er vorðið til gjøgnum øldirnar og til tíðarfestingar av bú- staðafláunum og lendis- broytingunum annars. Har- umframt verða gjørdar royndir við ymiskum geo- fysiskum skrásetingum av lendinum, ið vónandi fara at geva eitt betur støði, tá hildið verður á fram við út- grevstrinum og áðrenn sett verður á at grava. Útgrevstrarfólkini í ár eru úr Íslandi, Skotlandi, Finlandi, Eysturríki og USA, og samstarvsstovn- arnir eru lærdu háskúlarnir í New York (CUNY), Edin- burg, Bradford, Stirling, Aberdeen, Glasgow, Shef- field umframt Fornleifa- stofnun Íslands. Arbeiðið fer annars fram í neyvum sambandi við lokalu mynd- ugleikarnar og eigara. Aftur í ár verður arbeiðið fíggjað við stuðli úr enska The Leverhulme Trust, The National Science Founda- tion og CUNY Northern Science & Education Center, USA. Vit fara at venda aftur til sjálv úrslitini av kanning- unum seinni. Rannsókn í Junkarinsfløtti Kolevnis-14 tíðarfestingar av prøvum av beinunum vístu seinni, at tað, ið her var komið undan kavi, vóru bústaðaleivdir, ið stavaðu úr eldra partinum av víkingaøld Hóast fleiri fólk arbeiða í KT vinnuni í Føroyum, enn á kryvjivirkjunum hjá alivinuni, verður allur tann útflutningur, hendan vinnan stendur fyri, ikki skrásettur hjá Hag- stovuni KT VINNA Edvard Joensen Tá nomið varð við evnið gransking á tíðindafundi í Tinganesi hósdagin, kom fram, at fleiri fólk arbeiða í føroysku KT-vinnuni, enn tað gera á kryvjivirkjunum hjá alivinnuni. Men einki av hesum ar- beiðinum verður skrásett sum útflutningur, hóast tað júst er til fremmand lond, nógv av hesi framleiðslu verður seld, segði Bjarni Djurholm, landsstýrismað- ur við vinnumálum. Tað kann kennast eitt sindur ørkymlandi at fáa at vita á einum tíðindafundi, har alt landsstýrið er savn- að, at útflutningsvinna, sum eftir øllum at døma leggur nógvar pengar eftir seg, ikki verður skrásett hjá Hagstovu Føroya. Men soleiðis er støðan í Føroyum í dag, váttar Jastrid Bech Árting á Hag- stovu Føroya. Tann einasti útflutningur, vit í dag skráseta til fulnar, er tað, sum útflutt verður av fiski og fiskavørum, sigur hon. Tað er lógarfest, at so skal vera. Men eingin lóg er fyri, hvat annað skal skrá- setast sum útflutningur. Tað vil við øðrum orðum siga, at tað er als ikki vist, at fiskivinnan er so eina- ráðandi á útflutningssíðuni, sum vit vanliga ganga og fortelja fólki, hóast eingin ivi er um, at fiskivinnan er tann berandi stólpin í bú- skapi okkara. Men tað kann vísa seg, at talan kann vera um rímiliga nógvar pengar, sum útflutt verður fyri, uttan at tað verður skrásett hjá Hag- stovuni. Soleiðis kann eis- ini í ringasta føri vera møg- uligt, at politikarar ikki kenna tey neyvu tølini, teir hava at arbeiða við, tá eitt nú fíggjarlóg verður gjørd. Men ætlandi skal nú fáast ein loysn á hesum, sigur Jastrid Bech Árting á Hag- stovu Føroya. Ein lóg um skráseting av øllum útflutn- ingi okkara er á veg, sigur hon. Lógin skal ætlandi koma í gildi um ársskiftið. Tá fer at bera til at siga nágreiniliga, hvat og hvussu nógv verður útflutt úr Føroyum. Í dag verður tað í summum førum bara til gitingar, sigur hon. Landsstýrismenn sótu í flokk og rað við eitt langt borð í Tinganesi fyrrapartin týsdagin, tá boðið var til tíðindafund, har landsstýrið skuldi leggja fram tað, sum sett er út í kortið í næstu framtíð. Men har var lítið nýtt at frætta POLITIKKUR Edvard Joensen Ein fyri og annar eftir søgdu løgmaður og lands- stýrismenninir frá tveimum málum hvør, teir í framtíð- ini ætla sær at leggja dent á. Løgmaður byrjaði við at siga, at hann helt, at nokk var, at tvey mál fra hvørjum vóðru umrødd. Fyri at spara tíð. Tað skiltist, at landsstýrisfundur skuldi vera, og so var helst best at gera skjótt av. Málini, teir løgdu fram, vóru ikki nakrar nýggjheit- ir. Alt var, uttan undantak, slíkt, sum fyrr hevur verið frammi, og sum serliga er viðgjørt í samband við fíggjarlógarviðrgerðina, sum var fyri stuttum. Tað merktist eisini á spyrjihuginum hjá teimum fáu tíðindafólkunum, sum vóru komin á fundi, at her var ikki væntandi tað stóra. Onkur hissini spurningur kom um alivinnuna. Eldra- økið, miðfyrisiting, gransk- ing, landsjørð og útlend- ingamál, og okkurt smátt um friðing av Tinganesi, vóru teir spurningarnir, sum settir vórðu. Og so ein einstakur um eitt ávíst mál á Fornminnissavninum, sum landsstýrismaðurin við mentamálum ikki vildi svara nágreiniliga uppá. – Tíðindafundur verður seinni, segði hann. Kortini helt løgmaður, tá fundurin endaði, at tað kundi verið eitt hugskot at havt fleiri slíkar kunnandi fundir, og heldur oftari. Sum best ber til Lítið nýtt at frætta Almenna miðfyri- sitingin skal minka við tíggju prosent- um í ár, upplýsir løgmaður. Men eingin skal sigast upp kortini, og tænasturnar skulu heldur ikki versna FYRISTITING Edvard Joensen Miðfyrisitingin skal skerast við einum tíggj- undaparti, segði løgmað- ur á tíðindafundi í Tinga- nesi týsdagin. Her er talan um kostn- aðin, sum skal lækka úr 114 milliónum niður í 102 milliónir árliga, segði hann. Hetta skal gerast við at leggja ymsar funktirónir saman. Serliga har, vit hava havt dupult- funktiónir. Millum annað vísti Bjarni Djurholm, lands- stýrismaður, í hesum sambandi á, at nú eitt nú Oljumálaráðið var avtik- ið, bar til at flyta ymsar tænastur har, soleiðis at tær verða lagdar saman við aðrar, sum eru á øðr- um aðalráðum. Men eingin skal sigast upp kortini, varð dentur lagdur á. So tað verður ikki í lønum til alment sett starvsfólk, at spart verður, skiltist á løg- manni og landsstýris- manninum við vinnu- málum. Hinvegin bar heldur ikki til at fáa neyvt at vita, hvar so sparast skuldi annað enn við samanleggingum. Spurdur um tað í fram- tíðini verður skorið burt- ur av keyptari ráðgeving, eitt nú løgfrøðiligari, og tey fólkini, sum eru í ymsu aðalráðunum, sjálv skulu avgreiða tey mál, har koma, svaraði løg- maður, at helst fer tað eisini í framtíðini í ávís- an mun at verða neyðugt við ráðgeving uttaneftir, sum hann tók til. Vit hava eina sterka fyrisiting, sum skal spara 12 milliónir. Hon skal ikki missa fólk, men halda í minsta lagi somu tænastu, sum higartil. So einfald er loysnin, løgmaður ristir úr ermuni uttan at vilja viðganga, at tað so frammanundan má hava verið oyslað, ella at fyrisitingin hevur verið ov ineffektiv. Landsstýrið hevði felags tíðindafund tysdagin at siga frá, hvat nátt er teir fyrstu 100 dagarnar, og hvat eftir ætlan skal gerast í komandi døgum Mynd: Jens Kristian Vang Á tíðindafundi í Tinganesi týsdagin kom fram, at stórar útflutnignsupphæddir als ikki verða skrásettar í Føroyum. Sostatt vita vit í grundini ikki nágreiniliga, hvat vit selja av landinum Mynd: Jens Kristian Vang Fyrisitingin tódnar Miðfyrisitingin skal skerjast við tíggju prosentum. Men manningatalið skal haldast, og tænastan ikki lækka. Tó vil løgmaður ikki siga, um talan so fyrr hevur verið um alment oyðsl, tá slíkt kann bera til Mynd: Jens Kristian Vang C M Y K 7 6