mikudagur 26. mai 2004síða 5
‹ fyrra síða allar 15 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
8
Nr. 98 - 26. mai 2004
Nr. 98 - 26. mai 2004
9
– Vit hava ongan hug
at skunda okkum at
leggja saman, nú bert
hálvt ár er eftir av
hesum valskeiðnum.
Men tá ið ein møgulig
samanlegging verður
aktuell, ivist eg onga
løtu í, at vit leggja
saman við Runavíkar
kommunu, sigur
bygdarráðsformað-
urin í Funningi, Jóan
Petur Johannesen
SAMANLEGGING
Vilmund Jacobsen
vilmund@sosialurin.fo
Trý fólk eru í bygdarráð-
num í Funningi. Tey eru
Jytta Juul, Álvur Reyðberg
og formaðurin, Jóan Petur
Johannesen.
Sum skilst, eru tey rætti-
liga samd um, at Funnings
kommuna neyvan verður
partur av aðrari kommunu
longu, 1. januar 2005.
– Nú er bert eitt hálvt ár
eftir av hesum valskeið-
num, og eg haldi ikki, okk-
um nýtist at skunda okkum.
Tí er ikki hugsandi, at
nøkur fólkaatkvøða verður
í Funningi um møguliga
samanlegging fyri valið,
sum stundar til.
Jóan Petur Johannesen,
bygdarráðsformaður
í
Funningi, ásannar, at hann
fyri 1-2 árum síðan var
heitur fyri samanlegging,
men nú so nógv er útliðið,
heldur hann, at Funnings
kommuna saktans kann
bíða við hesi avgerð til eftir
valið í heyst.
– Tá ið eg var heitur fyri
samanlegging, vóru ikki øll
í bygdarráðnum samd um
hetta. Nú haldi eg ikki, tað
er rætt at skunda eina av-
gerð
um
samanlegging
ígjøgnum, sigur hann.
Velja Skálafjørðin
Jóan Petur ivast tó onga
løtu í, hvønn veg Funnings
kommuna velir at fara, tá ið
tann tíðin kemur – og um
hon kemur.
– Vit hava tosað nokso
nógv við Runavíkar komm-
unu, og eg ivist onga løtu í,
at verður lagt saman við
aðrari kommunu, velja vit
Skálafjørðin
fram
um
Sundalagið.
Bygdarráðsformaðurin
vísir
á,
at
Runavíkar
kommuna hevur drúgvar
royndir við teimum smáu
bygdunum, sum eru partur
av kommununi, og hann
væntar ikki, at Funnings
kommuna í eini møguligari
samanlegging verður for-
sømd á nakran hátt.
– Vit hava mark við Skála
kommunu, og vit hava
mark við Elduvíkar komm-
unu, sum báðar hava gjørt
av at leggja saman við
Runavíkar kommunu.
Jóan Petur vísir á, at
teinurin út á Skálafjørðin er
nakað longri enn teinurin
vesturum til Sundalagið.
– Men tað er slættur og
beinur vegur inneftir Funn-
ingsfirði og úteftir Skála-
fjørðinum, so geografiskt
passar hetta okkum væl.
Hann heldur, at tað tekur
einar 10 minuttir longri tíð
at koyra út á Skálafjørðin
enn vestur um til Sunda-
lagið.
Skúlasamstarv
Jóan Petur sigur, at sum er,
hevur Funnings kommuna
samstarv við Elduvíkar
kommunu um bátahylin í
Funningsfirði, har komm-
unurnar báðar bera kostn-
aðin og ágóðan av íløguni.
Haraftrat eru børn í Funn-
ingi í dagrøkt í Funnings-
firði.
Í Funningi búgva 81 fólk.
Har er lítil og eingin frá-
flyting. Fyri 15-20 árum
síðan var fólkatalið eini
110-115. Tey, sum eru farin
burtur av, eru deyð av elli.
Barnaskúli er í bygdini;
har ganga eini 8-9 børn.
Framhaldsdeildini
hevur
verið í Felagsskúlanum á
Oyrarbakka, men nú skúlin
har stóð fyri stórum íløg-
um, helt Funnings komm-
una ikki, at nøkur meining
var í at bera hesar útreiðslur
saman við hinum kommun-
unum, tí barnatalið í Funn-
ingi minkar alsamt.
Framhaldsdeildin
hjá
børnunum í Funningi verð-
ur tískil hereftir í Runavík-
ar skúla.
– Einir tveir næmingar
gera skúlan lidnan á Oyr-
arbakka, og síðan byrja tey,
sum fara úr barnaskúlanum
í Funningi, í Runavíkar
skúla. Higartil er ein næm-
ingur byrjaður í Runavíkar
skúla, og tað vísir seg at
rigga væl, sigur Jóan Petur.
Hann vísir á, at ein onnur
orsøk til, at Funnings
kommuna hevur valt at
samstarva við Runavíkar
kommunu um skúlan, er
henda:
– Kemur ein tvungin
samanlegging uppá tal,
hava vit við samstarvinum
um skúlan eitt bein úteftir
aftrat, sigur bygdarráðsfor-
maðurin.
Ber væl til
Jóan Petur er tó sannførdur
um, at tað ber væl til hjá
kommunum at samstarva,
hóast tær ikki er lagdar
saman í eina kommunu.
Í hesum sambandi vísir
hann á tað samstarv, sum er
við Elduvíkar kommunu
um bátahyl og dagrøkt og
nú við Runavíkar komm-
unu um skúla og koyring.
– Sum vit hava skilt á
nýggja landsstýrismannin-
um í almannamálum, Hans
Paula Strøm, er neyvan
væntandi,
at
eldraøkið
verður lagt út til kommun-
urnar at umsita tey fyrstu
árini.
Tí dugir Jóan Petur Jo-
hannesen, bygdarráðsfor-
maður í Funningi, ikki at
síggja, at nøkur orsøk er til
at fremja eina samanlegg-
ing í skundi, nú bert hálvt
ár er eftir til kommunuval.
Funningur loypur ikki framav
Íslendskt
dóttirfelag
í Kina
FISKIVINNA
Vilmund Jacobsen
vilmund@sosialurin.fo
Íslendska framleiðslu-
og sølufelagið, Icelan-
dic
Group,
hevur
stovnað eitt dóttirfelag
í kinverska býnum,
Qingdao.
Málið hjá felagnum
er at innflyta rávørur
og útflyta lidnar vørur,
samstundis sum dóttir-
felagið eisini fer at
leita eftir samstarvs-
hugaðum framleiðar-
um í Kina.
Íslendska felagið fer
eisini at byggja víðari
á tað samstarv, sum
longu er millum ís-
lendingar og kinversk-
ar framleiðarar.
Í seinastuni hevur
ljóðað, at eitt nú norð-
menn senda fisk til
Kina
at
framleiða.
Fiskurin verður síðan
seldur aftur á evrope-
iska marknaðinum við
góðum vinningi og í
kapping við annan
fisk, tí arbeiðsorkan í
Kina er so bílig.
Bílig framleiðsla
Í samrøðu við Sosialin
fyrr í ár, segði Sonny
Johannesen, skipari á
Ennibergi, at norsk
reiðaríir, sum fiska
eystanfyri, eisini senda
heilan fisk til virkingar
í Kina og selja hann
aftur í kapping við eitt
nú tann fiskin, sum
føroysku flakatrolar-
arnir veiða og fram-
leiða.
Hugsandi er, at ís-
lendska felagið, Ice-
landic Group, eisini
hevur fingið eyguni
upp fyri hesum møgu-
leika í Kina.
Sosialurin
hevur
frætt frá álítandi keldu,
at føroyingar eru ikki
heilt ókendir við bíligu
arbeiðsorkuna eystan-
fyri, tí onkur roynd er
áður gjørd at senda eitt
nú kongafisk til Kina
at framleiða.
Vit hava eisini frætt,
at tað var júst reiðarin
á Ennibergi, Mortan
Johannesen, sum stóð
fyri hesi royndini.
Einki bendir á, at fólk í Funningi sleppa at taka støðu til nakra samanlegging fyri kommunuvalið í heyst. – Men tá ið tann tíðin
kemur, ivist eg onga løtu í, at vit leggja saman við Runavíkar kommunu, sigur bygdarráðsformaðurin, Jóan Petur Johannesen
Mynd: Vilmund Jacobsen
Runavíkar kommuna noyðist eftir øllum at døma at brynja seg við toli – eftir at fáa Funnings kommunu uppí stóru
kommununa í Eysturoy
Mynd: Vilmund Jacobsen
UTTAN ÚR HEIMI
Ebola komið til
Sudan
Tað borgarakrígsherjaða
afrikanska landið Sudan
hevur fingið eina ringa
plágu afturat.
Heimaheilsustovnurin
hjá ST, WHO, hevur
staðfest, at fólk har suð-
uri í Sudan hava fingið ta
lívshættisligu
sjúkuna
Ebola. Fyribils eru 15
tilburðir staðfestir, og
fýra fólk eru deyð av
sjúkuni. WHO stúrir fyri,
at uppaftur fleiri hava
fingið
sjúkuna.
Víst
verður á, at tað er trupult
at staðfesta, nær fólk
gerast sjúk, og at vanliga
verður sjúkan ikki stað-
fest, fyrr enn fólk fara at
bløða, og tá kann tað vera
ov seint.
Tað kemur stak illa
við, at ein so hættislig
sjúka er farin at gera um
seg í Sudan. Framman-
undan
hava
umleið
350.000 fólk har ov lítið
til matna, og fleiri hund-
raðtúsund eru flýdd frá
húsi og heimi undan
borgarakrígnum. Mong
teirra
eru
f´ydd
til
grannalandið Tjad. ST
heldur, at kríggið hevur
kostað umleið 30.000
mannalív tey bæði sein-
astu árini.
Ber neyvan til
Kendi amerikanski pro-
fessarin
Ian
Shapiro
heldur ikki, at tað fer at
eydnast amerikanarunum
og teirra sameindu at
skipa Irak sum eitt demo-
kratiskt samfelag.
Við norska blaðið Aft-
enposten sigur hann, at
tað ber til at umskipa eitt
samfelag frá einaræði til
demokrati, men hann
ivast kortini í, at tað letur
seg gera í Irak. Hann vís-
ir á, at ein fyritreyt fyri at
demokratisera eitt samfe-
lag er, at samfelagið hev-
ur tær neyðugu demo-
kratisku skipaninar, og
tað hevur Irak ikki. Ian
Shapiro sigur, at USA
hevur í stóran mun á-
byrgdina av, at tær neyð-
ugu skipaninar ikki eru
til staðar í Irak.
Amerikanski profess-
arin sigur, at aftan á
seinna
heimsbardaga
vísti tað sera at vera
neyðugt at varðveita ein
part av teimum gomlu
skipanunum í Týsklandi
og Japan, tá londini
vórðu
umskipað
til
demokrati. Á hesum øki
hava
amerikanararnir
verið sera klossutir í Irak,
sigur Ian Shapiro.
Vandu morð
Skjøl í savninum hjá
gomlu eysturtýsku trygd-
artænastuni Stasi vísa, at
tíðliga í sjeytiárunum
vóru umleið 200 vestur-
týskir kommunistar á
venjingarlegu í Eystur-
týsklandi.
Á venjingarlegunum
fingu tey venjing í fría
gíslar og at beina fyri
afturhaldssinnaðum per-
sónum vestanfyri. Tey
200 vóru limir í vestur-
týska kommunistaflokk-
inum, sum bleiv stovn-
aður í 1968, og sum var
grundaður á tann gamla
kommunistaflokkin, sum
bleiv bannaður í 1956.
Skjølini hjá Stasi vísa, at
limirnir í vesturtýska
kommunistaflokkinum
fingu venjing í Kekko-
slovakia og Ungarn, men
at venjingin seinni bleiv
samskipað í Eysturtýsk-
landi. Talan var í veru-
leikanum um eina vápn-
aða deild.
Sambært
blaðnum
Frankfurter Allgemeine
Zeitung vistu teir týsku
myndugleikarnir
einki
um ta vápnaðu kommun-
istisku deildina fyrr enn í
fjør, tá ein limur í einum
eysturtýskur
dráps-
mannaliði bleiv tikin.
Hávar ræða
brasilar
Granskarar í Brasil ávara
nú um, at fólk, sum
svimja fram við strond-
ini, skulu vera serliga
varin, tí hávarnir tykjast
vera serliga ágangandi í
ár.
Seinasta
vikuskiftið
vórðu tvey fólk í Brasil
álopin av hávi. Uttan fyri
býin Jaboatao de Guara-
pes misti ein 17 ára gam-
al drongur vinstru hond
og vinstra fót, tá ein
hávur leyp á hann. Dagin
eftir leyp ein hávur á eina
24 ára gamla kvinnu,
men einki er sagt um,
hvønn skaða hon fekk.
Brasilskir granskarar
siga, at hávarnir har
norðuri við brasilsku
strondina hava verið ser-
liga ágangandi í ár. Teir
vísa eisini á, at hávarnir
eru komnir sjáldsama
nær landi, og at teir javn-
an koma inn á rættiliga
grunt vatn. Higartil í ár
hava hávar lopið á fimm
fólk, og myndugleikarnir
siga, at heldur hetta fram,
verður árið í ár líka ringt
sum 1994, tá ellivu fólk í
Brasil vórðu álopin av
hávi.
Ein 16 ára gamal
drongur í svenska
býnum Malmø ætlaði
at beina fyri sínum
skúlafeløgum og
lærarunum
SVØRÍKI
Árni Joensen
fartekst@mail.dk
Sambært svenskum bløð-
um høvdu tann 16 ára
gamli drongurin og nakrir
av vinmonnum hansara lagt
eina neyva ætlan um,
hvussu teir skuldu beina
fyri nøkrum ávísum næm-
ingum og lærarum í einum
skúla í Malmø. Sydsvenska
Dagbladet
skrivar,
at
dreingirnir ætlaðu sær at
nýta spreingievni, og at teir
ætlaðu at beina fyri sær
sjálvum aftaná.
Tveir
dreingir,
sum
høvdu lagt ætlanina saman
við tí 16 ára gamloa, hava
greitt løgregluni frá ætlan-
ini, og teir eru latnir leysir.
Tann 16 ára gamli hevur
harafturímóti avsannað, at
hann var uppií, og hann er
tí varðhaldsfongslaður í
tríggjar vikur.
Løgreglan í Malmø ivast
ikki í, at drongurin var høv-
uðsmaður aftan fyri ætlan-
ina. Heima hjá dronginum
hevur løgreglan funnið eina
byrsu og ymisk evnafrøði-
lig evni, sum kunnu nýtast
til bumbur. Í telduni hjá
dronginum fann løgreglan
eina ætlan um,. nær og
hvussu atsóknin skuldi set-
ast í verk.
Tann 16 ára gamli hevur
verið í holt við myndug-
leikarnar fyrr. Eitt nú er
hann skuldsettur fyri stuld-
ur og harðskap.
Játtar tann 16 ára gamli
seg sekan, verður hann eftir
øllum at døma latin leysur,
tí hann er so ungur, skrivar
svenska tíðindastovan TT.
Amerikanska stjórnin
vil hava eitt fleirtjóð-
að herlið til Irak, tá
iarakar taka við vald-
inum í landinum.
Summi lond ivast
IRAK
Árni Joensen
fartekst@mail.dk
Amerikanararnir royna nú
at fáa fleiri lond at senda
herfólk til Irak.
Í einum uppskoti, sum
amerikanska stjórnin hevur
lagt fyri trygdarráðið hjá
ST, verður skotið upp, at
eitt fleirtjóðað herlið skal
hjálpa irakum at halda skil
á, eftir at irakar sjálvir taka
við valdinum í landinum
tann 30. juni.
Samstundis
hevur
George W. Bush, forseti,
gjørt greitt, at teir amri-
konsku hermenninir verða
verandi í Irak, so leingi
tørvur er á tí. USA hevur í
løtuni 130.000 hermenn í
Irak, og sambært Bush
skulu
amerikanararnir
framvegis hava eftirlit við
iraksku
løgregluni
og
landsins trygdardeildum.
Tað er eisini eitt ameri-
kanskt krav, at ein ameri-
kanskur generalur skal
standa á odda fyri fleirtjóð-
að deildini.
Fleiri lond í trygdarráð-
num ivast í amerikanska
uppskotinum, tí tey seta
spurnartekin við, hvussu
stórt vald irakar í veru-
leikanum fáa, um ameri-
kanararnir framvegis skulu
hava ein so týðandi leiklut í
landinum.
Colin Powell, uttanríkis-
ráðhari, segði um viku-
skiftið, at USA fer at taka
sínar hermenn úr Irak, fær
landið boð um tað frá teirri
komandi iraksku stjórnini.
Hann legði tó afturat, at
USA væntar ikki at fáa slík
boð.
16 ára gamal ætlaði at søkja at skúlanum
USA vil hava fleiri lond til Irak
USA vil hava onnur lond at senda hermenn til Irak, men landið ætlar framvegis at hava sínar hermenn har
Mynd: Reuters
Verður danska
vælferðarsamfelagið
ikki broytt, noyðast
danir at gjalda mun-
andi meiri skatt
Vælferðarnevndin,
sum
danska stjórnin hevur sett
at endurskoða donsku væl-
ferðarskipaninar, sigur, at
danir kunnu ikki varðveita
ta vælferð, teir hava nú. Jú,
teir kunnu, men so mugu
teir gjalda munandi meiri
fyri vælferðina enn nú.
Nevndin sigur, at verða
skipaninar ikki broyttar,
noyðast eini hjún við ar-
beiðarainntøku at gjalda
35.000 krónur meiri í skatti
um árið í 2011 enn nú.
Skal sleppast undan tí,
skulu danir spara 54 milli-
ardir krónur í almennu út-
reiðslunum um árið í kom-
andi árum. Tað svarar til
tað, sum alt tað danska
heilsuverkið kostar um
árið.
áj
Vælferðin ov dýr
C
M
Y
K
9
8