Sosialurinarkiv
Sosialurin 2004-05-26, síða 6
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 26. mai 2004síða 6

‹ fyrra síða allar 15 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

10 Nr. 98 - 26. mai 2004 Nr. 98 - 26. mai 2004 11 Røða amerikanska forsetans var ivaleyst eitt vónbrot hjá øllum teimum, sum vón- aðu, at hann fór at áseta ein dag fyri aftur- tøkuna av amerikansku hermonnunum úr Irak. Amerikanska hersetingina av Irak er vorðin ein kleppur um beinini á USA, og alt fleiri fólk úti sum heima eru farin at stúra fyri gongdini. Støðan í Irak líkist alt meira støðuni í Vietnam, har amerikanska herset- ingin endaði við eini katastrofu fyri USA. Forsetin legði í røðu síni um Irak stóran dent á at seta eitt fólkaræðiligt stýri á stovn í Irak. Hetta er sjálvsagt gott og væl, og eingin kann hava nakað ímóti einum slíkum hugsunarhátti. Trupulleikin er bert, at henda tilgongd skal setast í verk í einum samfelag, sum ongantíð í søguni hevur havt fólkaræði. Hartil kemur, at demokratiið skal koma frá einum hersetingarvaldi — einum hersetingarvaldið, sum milt sagt ikki ber seg at, sum ein kann vænta av einum stati, ið nevnir seg demokratiskan at vera. Ræðuleikarnir, sum amerikanskir hermenn fremja móti irakiskum fangum, standa jú í andsøgn til alt tað góða og positiva, sum amerikanarar siga seg vilja gera í Irak. Hugsað verður um fólkaræði, búskaparlga framgongd, oljuríkidømið til fólkið o.m.a. Skal USA varðveita sítt trúvirði sum fram- herji fólkaræðisins í Irak og í heiminum sum heild, noyðist amerikanska stjórnin at taka annað skinn um bak og fara undir at rudda upp í millum sínar egnu úti sum heima. Skil má fáast uppá hervaldið í Irak og Busch má skilja seg av við teir ráðharrar og toppembætismenn, ið hava ábyrgdina av teimum ræðuleikum, sum í navni fólka- ræðisisn verða framdir í Irak og í øðrum londum, har USA hevur stóra ávirkan. DAGSINS MEINING Sosialurin Trúvirðið í vanda VIÐMERKINGAR Sosialurin Stovnaður: 1927 Ábyrgdarblaðstjóri: Jan Müller jan@sosialurin.fo Blaðstjóri: Eirikur Lindenskov eirikur@sosialurin.fo Fíggjarleiðari: Jákup Mørk jakup@sosialurin.fo Marknaðardeild: lysing@sosialurin.fo Jonhard Hammer jonhard@sosialurin.fo Durita Simonsen durita@sosialurin.fo Gudny Langgaard gudny@sosialurin.fo Finnbjørg Nattestad finnbjorg@sosialurin.fo Blaðfólk: Áki Bertholdsen aki@sosialurin.fo Eyðun Klakstein eydun@sosialurin.fo Edvard Joensen edvard@sosialurin.fo Vilmund Jacobsen vilmund@sosialurin.fo Solby Eliasen solby@sosialurin.fo Dagfinn Olsen dagfinn@sosialurin.fo Magnus Gunnarsson maggi@sosialurin.fo Páll Holm Johannesen pall@sosialurin.fo Heini í Skorini heini@sosialurin.fo Rúna Sivertsen runa@sosialurin.fo Terji Nielsen terji@sosialurin.fo Anna V. Ellingsgaard anna@sosialurin.fo Eydna Skaale eydna@sosialurin.fo Hans Kárason Mikkelsen hans@sosialurin.fo Ítróttur: Jákup Mørk jakup@sosialurin.fo Terji Nielsen terji@sosialurin.fo Myndamenn: Álvur Haraldsen alvur@sosialurin.fo Jens Kristian Vang jensk@sosialurin.fo Sosialurin í Norðoyggjum: Postsmoga 231 Nólsoyar Pálsgøta 1, 700 Klaksvík tel. 458686 fax 458687 e-post: klaksvik@sosialurin.fo Sosialurin í Suðuroy: tel. 375364 fax 375464 tel. 220727 e-post: aki@sosialurin.fo e-post: dagfinn@sosialurin.fo Sosialurin í Eysturoy: Postsmoga 143, Saltangará tel. 447820 fax 449520 tel. 228909 e-post: vilmund@sosialurin.fo Sosialurin í Vágum: 360 Sandavágur tel. 333820, 220507 fax 333720 e-post: edvard@sosialurin.fo e-post: vagar@sosialurin.fo Uppseting/prent: Uppseting: Hestprent Prent: Prentmiðstøðin Útgevari: Sp/f Sosialurin Avgreiðsla: Mán.-frí. 8-16 Argjavegur 26, Tel. 341800, Fax 341801 Postadressa: Postboks 76, 110 Tórshavn E-mail: post@sosialurin.fo lysing@sosialurin.fo lysingartorg@sosialurin.fo varp@sosialurin.fo Blaðið verður prentað mánadag-fríggjadag klokkan 1400 Lýsingar Freistir: Tekstlýsingar Størri lýsingar Lýsingartorgið Heilsanir Týsdagsblaðið Mán.kl. 10 Frí. kl. 15 Frí. kl. 12 Frí. kl. 12 Mikudagsblaðið Týs. kl. 10 Mán. kl. 15 Mán. kl. 12 Mán. kl. 12 Hósdagsblaðið Mik. kl. 10 Týs. kl. 15 Týs. kl. 12 Týs. kl. 12 Fríggjadagsblaðið Hós. kl. 10 Mik. kl. 15 Mik. kl. 12 Mik. kl. 12 Leygardagsblaðið Frí. kl. 10 Hós. kl. 15 Hós. kl. 12 Hós. kl. 12 Størri lýsingar, sum nógv arbeiði stendst av, mugu vera inni í góðari tíð og áðrenn ásettu freistir. Framíhjápláss má umbiðjast í góðari tíð. Stødd: Ein heil síða í Sosialinum er 254 mm breið og 346 mm í hædd. Breiddin á einum teigi er 39mm og rúmið millum teigarnar er 4mm. Innsent tilfar Fult navn skal vera undir innsendum tilfari. Innsendar greinar, har blaðleiðsl- an ikki er kunnað um bústað og telefonnummar, verða ikki settar í blaðið. Elsa Blicher Christiansen Skopun Nú havi eg sæð, hvat fólk, sum eru púra køld og kensluleys, kunnu finna uppá. At senda ein lítlan fimm ára gamlan drong til eitt fremmant land púra einsamallan. Uttan at kenna nakran. Uttan at kenna mál- ið. Hann verður sum ein deyvstummur á einari fremmandari klótu. Øll síggja vit, at hann er í ónormalum hondum, sum bert vilja nýta sína megi, nú teir endiliga hava fingið makt yvir einum lítlum verjuleysum barni. Hann, lítli Petur, hevur sanniliga havt trupulleikar nokk í sínum stutta lívi. Latið okkum forða fyri, at slík terror hendir her hjá okkum. Latið okkum, sum hava følilsi, royna at verja lítla Petur móti kyniskum menniskjum. Elisabeth Myllhamar Tað er altíð gott, at fáa eitt herðaklapp, eg havi ongan- tíð áður skrivað eitt lesara- bræv, tað býður mær hart ímóti, men eg føli meg at hava skyldu til at gera eina viðmerking til hetta spark- ið, hetta viðkemur jú okk- um øllum tjóðveldisfólk- um, eisini her í bygdini, tað kemur sum eitt sjokk fyri meg, eg sum veit, at vit tjóðveldisfólk altíð hava verið so positiv. Eg skilji ikki hvat enda- málið við einari sovornari útspilling er av ósekum fólki, tú sigur at vit øll tjóð- veldisfólk hava gjørt okk- um fyri skommum, men ikki nær og hvar, tað er ein ógvuliga grov ákæra móti so nógvum persónum, tú skal minnast til eitt, at tað verður ímillum 25-30 fólk her í bygdini til síðsta val, eg haldi ikki at øll hesi vilja hava hetta sitandi á sær. Tað kann ikki kastast tær og mær fyri, at ein politikkari aðrastaðni í Føroyum ger eina viðmerking um, at systemið ikki riggar, fyri tað kann ein ikki loyva sær, at trakka ein heilan flokk niður í lortin. Tað hoyrist ikki nakað frá tykkara politikkarum, teir eru nokk blivnir fyri tykk- um, sum tey heilagu neytini í India, síðan teir komu í samgongu. Skal eg vera púra erlig, et hetta lesarabrævið hjá tær ikki borðbært at senda út í hvønn krók í Føroyum, av einum slíkum persóni sum tær. Ja, Sólrun, sum tú sjálv sigur stendur í Jákup brævið: Tungan er lítil í vavi, men tá hon fer til verka, kann hon fáa nógv frá hondini og sjálvdan verður tað til upp- byggjan av sál og likami. Sig so ikki, at bíblian ikki kann brúkast til alt, bæði at byggja upp við og bróta niður, bara hon vendir tann rætta vegin. Einsamallur til fremmant land Hvør er næsti tín, Sólrun Heðin Thomsen Hagtølini um innflutningin av tubbakki vísa, at nýtslan hevur verið á nøkulunda sama støði síðan 1995 roknað pr. íbúgvara eldri enn 15 ár. Tó vísa nýggj- astu tølini, at innflutning- urin er øktur í fjør. Tiltøkini higartil so sum upplýsing, forboð móti royking á nøkrum almenn- um støðum, nøkrum ar- beiðsplássum og innan al- mennu ferðsluna, hava so ikki ført minkandi nýtslu við sær. Hetta undrar ikki, tí trongdin hjá vanliga roykj- aranum at roykja er so sterk, at hesi »bleytu« til- tøkini muna onki. Tað skulu nógv strangari og effektivari tiltøk til. Fyribyrging móti tub- baksroyking kann bítast í fleiri partar: 1) Tiltøk, sum eru ætlað at seta í verk yvir fyri roykjaranum. Her verður hugsað um forboð móti royking á ávísum støðum, ávís tíðarbil á degnum. Hesi tiltøk kunnu minka tubbaksnýtsluna hjá roykj- aranum eitt sindur, um tað er fultkomið bann í við- komandi bygningi, so at hann noyðist heilt útum at roykja. Eisini verja hesi tiltøk ikki-roykjaran móti passivum royki á staðnum. Men hóast tað er lítið av praktiskari fyribyrging í hesum tiltøkum, so hava tey ein virðismiklan sym- bolskan týdning við tað, at tey signalera, at royking verður av tí almenna mett sum skaðilig og má ikki fara fram á almennum støð- um, og at ikki-roykjarin, sum er meirlutin av fólkin- um, hevur fyrstarætt til fríska luft, har sum hann kemur. Um tað almenna er konsekvent í hesum poli- tikki, kann tað sum frálíður vera við til at venda hug- burðin. Um tað almenna signalerar bæði-og (at royk- ing er bannað, men kortini loyvd) verður trúviðrið av tiltøkunum oyðilagt. Tað er tí sera umráðandi, at tað almenna ikki setur serlig hølir og kvadratmetrar av til roykjarar at roykja í. Tað verður heilt nátúrliga upp- fatað sum stuðul til royk- ingina fyri skattaborgarans pening, og fær ikki tub- baksnýtsluna at minka. Onnur tiltøk yvir fyri roykjaranum er tilboð um hjálp til tey, sum ætla at leggja av: Tað finnast ongar lættar loysnir á hesum øk- inum. Um roykjarin ikki søkir sær hjálp, eru møguleik- arnir fyri at leggja av sera smáir. Bert 3 - 5% av teim- um, sum leggja av av sær sjálvum (altso megna at geva sær sjálvum ein kaldan turkara) eru roykfrí eftir einum ári. Um ein keypir nikotintyggigummi ella onnur nikotinhjápi- evnir og fær vegleiðing frá heilsustravsfólki í nýtslu av hesum, so hepnast hjá uml. 10% at halda sær eftir einum ári. Besta tilboðið til roykjaran eru tey sokallaðu roykiavvenjingarskeiðini, antin í bólkum ella sum einstaklingar. Hetta er í veruleikanum atburðar- psykologisk viðgerð, sum fer fram hjá útbúnum roykiavvenjara í einum tíðarskeiði uppá 5 vikur. Eftir tílík skeið eru tað í mesta lagið 30%, sum eru roykfrí eftir einum ári. Haraftrat kemur, at tað eru sera fá av teimum 13.200 roykjarunum í Før- oyum, sum brúka hendan møguleikan. Hypnosa og akupunktur- ur eru nyttuleys. Samanumtikið kann sig- ast, at tiltøk yvir fyri roykj- aranum eru lítið effektiv (lítil cost-benefit), hetta kemur av, at nikotinið er eitt sera tørvelvandi evni, og bundinskapurin so sterk- ur, at tað stóra fleirtalið av roykjarunum keypur og brúkar tubbaksvøruna óan- sæð. Men tiltøkini eru tó ikki heilt nyttuleys og skulu fremjast samanvið teimum meira effektivu tiltøkunum, sum verða umtalaði niðan- fyri. 2) At forða fyri at ung byrja at roykja. At byrja at roykja er eitt ungdómsfyribrygdi. Tey allarflestu byrja í 14 - 15 ára aldrinum, tá tey eru ótrygg og trilvandi viðvíkj- andi nógvum av lívsins fyribrygdum. Sum er, eru tey í einari ør- kymlandi tvístøðu: Tann vantandi fyrimynd- in. Tey hoyra ein boðskap um skaðan av royking og at ein skal lata vera, men tann sosiali veruleikin, sum tey uppliva, sigur teimum nak- að annað: Meira enn helm- ingurin av børnunum búgva saman við foreldrum, har annar ella bæði roykja. Onnur av teirra idolum roykja: ítrottarleiðarar, prestar, læknar, lærarar, politikarar, nevndarfor- menn. Fyri at geva børnunum ein annan hugburð til hend- an trupulleikan (og mis- nýtslu sum heild), er neyð- ugt, at skúlin er tann stabila fyrimyndin og teirra kelda til vitan um evnið. Undirvísing í skúlunum um vandan við royking og aðrari evnismisnýtlu eigur at byrja longu í 1. flokki, tá børnini eru móttakilig. Vit kunnu kalla hetta fyri »tid- lig indgriben«. Tá tey eru byrjað at roykja, er ov seint. Ein onnur ørkymlandi støða, sum tey uppliva, er tann, at vøran er til sølu men má ikki brúkast. Tey uppliva søluna sum eina blástempling. »Tá tað er loyvt at selja, má tað merkja, at tað er í lagi at keypa og brúka tað« ?? Aldursmarkið fyri at kunna keypa tubbak eigur tí sjálvandi at setast upp til minst 18 ár. Fyri at kunna halda hetta aldursmarkið og fyri at frítaka kioskir og sølubúðir fyri trupulleikan at ansa eftir aldrinum hjá nógvum av kundunum, hevði verið best at tikið tubbakssøluna úr detail- handli og selt tubbakkið í einari einkarsølu sum t.d. kundi itið »Rúsdrekka- og tubbakkssøla landsins«. Harvið høvdu vanlig hand- ilsfólk eisini kunna havt ungfólk undir 18 ár í ar- beiði uttan at hugsa um aldursmark fyri keyp/sølu av nakrari vøru. Av tí at skaðarnir av royking ikki byrja at vísa seg, fyrr enn roykjarin hevur roykt eini 20 - 40 ár, kunnu vit ikki rokna við, at hendan fyribyrgingin fer at ávirka sjúkuhagtølini enn á sinni. Hon skal fremjast sum ein »langtíðar-invest- ering«, íð fer at geva avkast um ein mannsaldur. 3) Regulering av markn- aðinum og marknaðar- føringini av tubbakki. Her verður farið eftir bólt- inum (vøruni) ístaðin fyri at fara eftir manninum (roykjaranum). Effektiv fyribyrging kann útynnast her við hjálp av teimum røttu lógunum, kunngerðunum og reglu- gerðunum, og tað nýtist ikki at kosta eitt klovið oyra. Faktiskt kundu vit loyst trupulleikan skjótt og effektivt við einari lóg, sum var so stutt sum 1 paragraff við einum stykki. Her verð- ur sjálvandi hugsað um fullkomið bann móti inn- flutningi og sølu av tub- bakki. Men tíverri er ikki parlamentariskur meirluti fyri hesum enn, so vit noyðast fyribils at arbeiða stig fyri stig fram móti nullhugsjónini (at eingin doyr ella fær álvarsligan skaða av royking). a) hækkan av aldursmark- inum og einkarsøla er nevnt omanfyri. b) bann móti reklamu, her má eisini setast bann móti reklamering (fram- sýning) av vøruni inni í sølubúðunum. c) príshækkan er eitt effek- tivt og gott amboð. Fyri hvørji 10%, sum vøran dýrkar, minkar nýtslan uml. 4%. Við at hækka avgjøldini stigvíst, kann nýtslan minkast uttan at landskassin missir inn- tøku. Sum er, er tubbaksvøra alt ov bílig í Føroyum. d) ávaringartekstir á pakk- arnar, ES hevur kravt sjónligar, stórar ávaring- artekstir á pakkarnar, hesum eiga vit eisini at fylgja. e) fullkomna vørulýsing. Sum er, er bert kravt at framleiðarin/innflytarin upplýsir innihaldið av tjøru, nikotini og kolsúr- evni. Brúkarin átti, sum við aðrari nýstluvøru, at fingið upplýst hvørji onnur evnir, sum kunnu vera skaðilig, eru í vør- uni. Sum er, er heldur ikki kravt at upplýst verður um øll íblanding- arevnir, eitt nú aroma- evnir, sum eru ætlað at gera vøruna vælsmakk- andi og attraktiva. Men er tað ikki skeivt at royna at fyribyrgja royking- ini? Hava vit ikki hvør sær avgerðarrætt yvir okkara egna lívi. Tað kann ikki vera skeivt at roykja, bara tað ikki gongur út yvir onn- ur? Svar: Øll hava avgerðarrætt yvir sínum egna lívi og avgera, um tey vilja liva ella doyggja. Men hvør kann siga: »Eg leggi onki í um eg doyggi sum 55 ára gamal, tað avgeri eg sjálv- ur. Um konan gerst einkja og børnini faðirleys og samfelagið missir milliónir er mær líkamikið.« Er tað ábyrgdarkensla? Hví er tað lógarkravt at nýta trygdarbelti í bili?? Tað er so ikki fyri at fyri- byrgja at ein skaðar onnur í ferðsluni. Hvat verður tað næsta?? Skulu vit banna sodavatni, fleskasteik, burgarum??? Svar: Nei. Ein sodavatn, ein karamella, ein grøn keks eru óskaðilig. Matur er neyðugur fyri at kroppurin skal liva og mat- urin (eisini feitt og góð- gæti) er óskaðiligur, tá hann verður nýttur á rættan hátt, t.v.s. í einari passandi javnvág millum fiti, eyggjahvítaevnir, og sukur- evnir. Eisini er umráðandi ikki at eta ov nógv tilsamans. Ferðslan er eisini neyðug fyri at samfelagið skal fungera. Hon er heldur ikki vandamikil, um ein brúkar bilin rætt og koyrir varisliga og heldur ferðslureglarnar. Ein knívur ella ein stólur ella ein trappa eru heldur ikki vandamikil, um ein lærir at nýta tey rætt. Tubakkið harafturímóti er tann einasta loyvda nýtsluvøran, sum, tá hon verður brúkt eftir forskrift- unum, drepur tann, sum brúkar hana ella ger hann álvarsliga sjúkan. Tað er ein altavgerandi munur. Tað finnst eingin tryggur máti at roykja uppá, um so var kundu vit sagt: »Royk tú bara, men ger soleiðis ella soleiðis, so at tú ikki fær skaða av tí.« VIÐMERKINGAR Ræðandi tubbaksinnflutningur Rolf Guttesen 25.05.2004 »Færingerne ved ikke, hvad de skal bruge blok- tilskuddet på 1 milliard kroner til, så det er bedst at fjerne det helt«. Nakað soleiðis málbar Hermann Oskarson seg í tíðindasendindini á Dan- marks Radio á P2, klokkan 7.02 í morgun, týsdag 25. mei 2004. Hermann er sum kunnugt formaður í »Fær- øernes Økonomiske Råd«, sum spikarin segði. »De ved ikke hvad bloktil- skuddet skal bruges til, og derfor eksporteres det videre til udlandet« Jamen? Hvat er tað mað- urin sigur? Er tað ikki landshúsarhaldið ella - kassin, sum fær blokkin? Fer hann ikki til at dekka millum annað sjúkahús, sosialmál og annað, sum kostar nógvar pengar? Meinar Hermann at mót- takarin, Landsstýrið, ikki brúkar pengarnar, men »eksporter dem videre til udlandet?« Hann má vita tað! Hvar sendir Landsstýr- ið (í loyndum?) pengarnar? Hava vit ikki fyri stuttum hoyrt um, hvussu ringt tað var at fáa endarnar at røkka saman á fíggjarlógini? »Nogen gange er der for lidt, men andre gange er der for meget« Hvussu hetta svassið skal skiljast, veit eg ikki. Antin er tað bara »platt«, almindi- ligheitir, sjálvfylgjur. Sum í einum og hvørjum komm- unukassa, statskassa ella firmakassa eru góðar og ringar tíðir. Sovorðið platt er einki argument í orða- skiftinum um blokkpeng- arnar ella Ríkisfelagsskap- in. Ella tað er partur av framhaldandi fullveldis- terrorismu. Nú hava teir mist Landsstýrissessin, nú skal bara saboterast og spillast so nógv sum gjør- ligt. »Det kan slet ikke styres« So, so. Hvat hava vit øko- nomar (búskaparfrøðingar) til? Hvat hava vit eitt Bú- skaparráð til? Búskapar- ráðið hevur netupp til upp- gávus at fylgja við í bú- skaparligu gongdini, royna at geva politikarunum góð og væl undirbygd ráð (sam- bært grein 3 í lógini) um, hvussu føroyski búskapurin sum heild skal stýrast? Var ikki eisini onkur politiskur flokkur, sum tosaði um »neyva stýring«? »Hovedet på blokken« Hetta er tápuliga heitið á einum tiltaki á Christians- borg í dag, sum sonevndi Norðuratlantsbólkurin skipar fyri. Hetta er eitt samarbeiði millum Høgna Hoydal og tveir grønlend- ingar. Her letur ein av Før- oya hægst settu búskap- arfrøðingum seg brúka til at framføra anti-føroyska nonsens-talu. Enn einaferð seta vanligir danskarar spurningin, um føroyingar eru eitt serliga idiotiskt fólkaslag? Summatíðir gevi eg teimum rætt! Hermann uttan høvd C M Y K 11 10