Sosialurinarkiv
Sosialurin 2004-05-26, síða 7
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 26. mai 2004síða 7

‹ fyrra síða allar 15 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

12 Nr. 98 - 26. mai 2004 Nr. 98 - 26. mai 2004 13 NØVN Í VIKUNI Telefon 341800 - Fax 341801 - Fartelefon 216135 e-mail: maggi@sosialurin.fo Á hesum síðum bera vit tíðindi um merkisdagar, so sum rundar føðingardagar, brúdleypsdagar, starvssetanir o.t. Á fyrsta nevndarfundinum eftir aðalfundin hjá Re- klamufelagnum hevur nevndin skipað við Petur Slyne sum formanni og Ingvør Nolsøe sum næst- formanni. Reklamufelagið hevði 26. apríl sín næsta aðal- fund. Fyri vali stóðu Petur Slyne frá Petur & Petur og Høgni Rasmussen frá Sansir. Petur Slyne var afturvaldur, men Høgni Rasmussen ynskti ikki afturval. Fyri hann var vald Jastrid Gullaksen frá reklamufelagnum Vasti í Klakvík. Á sínum fyrsta nevndar- fundi eftir aðalfundin fríggjadagin skipaði nevnd- in seg við Petur Slyne sum formanni og Ingvør Nolsøe frá Stephanssons Húsi sum næstformanni. Limir í felagnum eru: Sansir, Petur&Petur, Vasti, Stephanssons Hús, Reproz, Sisero og Grafik Studio. Kelda: Vinnuhúsið Reklamufelagið: Petur Slyne afturvaldur sum formaður Eins og undanfarin ár fóru viðingar í Oyggjaskorar leygardagin 22. mai við 15 hornaseyðum. Vanligt er at fara yvir hesa tíðina, og gongur seyðurin har til heystar. Oyggaskorar er eitt gott fitilendi norðan fyri Vill- ingadalsfjall norðan til á Viðoy. Tað kemur fyri, at menn ganga sær ein túr at hyggja til seyðin, hvussu hann trív- ist. Stórur spenningur er altíð um hvør fær tann besta seyðin, tá øll fitilendini eru gingin. Dagurin 26. mai. Beda, deyður ár 735. Eftirtíðin gav honum navnið venerabilis, hin tignarligi. Hesin enski munkurin gjørdist ein hin mest metti kirkjulærarin í miðøld við átrúnarligu, søguligu og málsligu bókum sínum. Líka í Føroyum hava teir tikið til Beda og lærdóm hansara. Viðingar yvir í Oyggjaskorar Albert Mortensen av Argjum andaðist 20. mai í London, 55 ára gamal. Jarðarferðin verður úr Argja kirkju fríggjadagin 28. mai kl. 14.00. Vegna tey avvarðandi Guðrið og Beinta v/ familjum Leygardagin 15. mai var móttøka við mótaframsýn- ing á kafeteria í ítróttar- høllini á Skála í sambandi við at S/f Janusu v. Janus Uldall nú hevur tikið yvir raksturin av Cafeteria. Klædnahandlarnir Josi og Suðurgarð á Skála høvdu mótasýning. Eisini var framsýning av Aloe Vera húðrøkt og ein fram- sýning við málningum hjá Kristinu Nysted. Janus Uldall, sigur at opið verður allar dagar frá kl. 17.30 – 22.00. Annars verður satsað upp á at fólk kunnu bíleggja døgurðar og smyrjibreyð út av húsinum til veitslur, brúdleyp o.a. Sp/f Janusu, Skála: Móttøka við móta- sýning á kafeteria Janus Uldall á Skála hevur tikið yvir raksturin av kafeteria í ítróttarhøllini í Skála Mynd: Jonhard Hammer Leygardagin 22. mai fóru viðingar í Oyggjaskorar við 15 hornaseyðum. Tveir dagar framman undan høvdu teir eisini verið í Oyggjaskorum. Tilsamans eru 20-25 seyðir sleptir burtur Mynd: Magnus Gunnarsson C M Y K 13 12