Sosialurinarkiv
Sosialurin 2004-05-26, síða 8
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 26. mai 2004síða 8

‹ fyrra síða allar 15 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 98 - 26. mai 2004 15 14 Nr. 98 - 26. mai 2004 Eg tori nógv betur nú Bert 14 ára gamli, Heini Gilstón Cor- fitz, hugtók áhoyrar- arnar í Norðurlanda- húsinum um viku- skiftið við sínum frálíku sanggávum STJØRNUBREYTIN 2004 Páll Holm Johannesen pall@sosialurin.fo – Tað feitasta var at flippa út saman við Brandi Enni. Eg havi aldrin roynt at renna millum áskoðarar- nar, og tað verður heilt av- gjørt roynt aftur. Bert 14 ára gamli havn- armaðurin, Heini Gilstón Corfitz, hugtók tey flestu, sum høvdu leitað sær í Norðurlandahúsið um vikuskiftið. Heini er virkin í rokk- bólkunum, Paradox og Toxic, og um vikuskiftið fingu fólk høvið til at hoyra frálíku sanggávur- nar hjá 14 ára gamla havn- armanninum. Frálík ljóðgóðska Framførslurnar hjá Heina fevndu um kórsang, og ungi havnarmaðurin royndi seg eisini sum solist. – Tað var ómetaliga spennandi at verða við. Ljóðið í Norðurlandahús- inum var ómetaliga gott, og bara tað at standa á pallinum í Norðurlanda- húsinum var heilt ótrúligt. Hetta tiltakið er frálíkt, og eg vóni sanniliga, at tað verður skipað fyri Stjørnu- breytini aftur, sigur evna- ríki Heini Gilstón Corfitz. Heini greiðir frá, at hann var eitt sindur fjáltur- stungin, áðrenn hann trein á pallin í Norðurlandahús- inum til fyrru framførsl- una leygardagin, men nervarnar fóru, tá hann byrjaði at syngja. – Eg tori nógv betur at verða á einum palli eftir tiltakið um vikuskiftið, sigur Heini Gilstón Cor- fitz at enda. Mynd: 14 ára gamli havnarmaðurin, Heini Gilstón Corfitz, hevur frálíkar sanggávur, og framførslan hjá honum og Brandi Enni fekk Norðurlandahúsið á kók um vikuskiftið. Mynd: Jens Kr. Vang Sjónleikurin hjálpti væl Tú fært íblástur Tjóðhild Patursson, heldur, at bæði hon og Petur Meinhard Elleby komu væl frá uppgávuni sum frá- søgufólk á Stjørnu- breytini STJØRNUBREYTIN 2004 Páll Holm Johannsen pall@sosialurin.fo Tað vóru ikki bert tónleik- ararnir á Stjørnubreytini, ið skuldu vera í aldrinum 13 til 18 ár. Fyrireikararnir góvu eisini teimum ungu møguleikan at royna seg sum frásøgufólk á stór- sligna tiltakinum. Valið fall hesaferð á Petur Meinhard Elleby og Tjóð- hild Patursson. Tjóðhild og Petur skuldu sjálvi skrivað handritið til frásøguna, og hóast skotbrái var stutt, komu bæði væl frá upp- gávuna. Tjóðhild Paturs- son greiðir frá, at hetta var fyrstu ferð, hon royndi seg um frásøgufólk. – Eg havi spælt eitt sind- ur av sjónleiki, og tað hjálpir væl, tá tú skalt standa á palli. Eg kendi meg væl á pallinum, og eg haldi tað gekk væl, greiðir hon frá. Lata væl at Tjóðhild heldur, at Stjørnubreytin er eitt frálíkt høvið hjá teimum ungu at sýna tónaleikaligu gávurnar. – Undir tiltakinum møtti eg eina rúgvu av nýggjum fólki, og tað er altíð spennandi. Luttakararnir vóru ómetaliga dugnalig, og tað er ikki sørt, at vit javnaldrar øvunda teim- um, sigur Tjóðhild Paturs- son flennandi. Undan tiltakinum var hon rættiliga spent upp á, hvussu ymisku greinarnar sangur, dansum, rokkur og klassiskur tónleikum fóru at hóska saman. – Hóast talan er um rættiliga ymiskar greinar, haldi eg, at tað riggaði av- bera væl saman, sigur Tjóðhild Patursson at enda. Benjamin Petersen heldur, at Stjørnu- breytin er bæði men- nandi og kveikjandi fyri ungu tónleik- ararnar í Føroyum STJØRNUBREYTIN 2004 Páll Holm Johannesen pall@sosialurin.fo 16 ára gamli gittarsnilling- urin, Benjamin Petersen, úr Vestmanna hevur áður prógvað, at honum skulu føroyingar væntað av nógv í framtíðini. Hann hevur bæði roynt seg sum tónleik- ara í Danmark og Íslandi við frálíkum skoðsmálum. Á tiltakinum, Stjørnu- breytin 2004, spældi 16 ára gamli vestmenningur- in instrumentala lagið Silvia, og hann royndi seg eisini saman við húsork- estrinum undir framførsl- uni hjá songfuglunum Brandi Enni og Heina Gilstón Corfitz. Íblástur – Øll sum lúttóku í tiltak- inum vóru á einum máli um, at dygdin á teimum ungu tónleikarunum er frálík. Eg eri eisini sann- førdur um, at nógv fer at blóma úr tiltakinum, sigur Benjamin Petersen. Hann vísir á, at tey ungu fáa íblástur at gera enn meir við tónleikin av slíkum tiltøkum. 16 ára gamli vestmenningurin greiðir frá, at fleiri av tón- leikarunum á Stjørnu- breytini hava ætlanir um at spæla saman í næstum. – Vit hava tosað um at gera eitt rock-jazz jamm við blásarum, floytum og gittara os. fr. Eg eri rætt- liga spentur um, hvat vit kunnu fáa burturúr úr tí, sigur Benjamin Petersen at enda. Annað av frásøgufólkunum á Stjørnubreytini 2004, Tjóðhild Patursson, sigur, at hennara royndir sum sjónleikari hjálpt væl, nú hon fyri fyrstu ferð slapp at royna seg sum frásøgufólk Mynd: Jens Kr. Vang Høgru megin, 16 ára gamli gittarsnillingurin, Benjamin Petersen, sigur seg veruliga hava fingið íblástur til at halda á við tónleikinum av tiltakinum Stjørnubreytin Fyrireikararnir eru væl nøgdir við Stjørnubreytina 2004. Steintór Rasmussen fegnast um góðu und- irtøkuna fyri tiltak- inum STJØRNUBREYTIN Pall Holm Johannesen pall@sosialurin.fo – Tónleikararnir eru øgiliga væl nøgdir. Vit fyrireikarar halda eisini, at tiltakið eydnaðist betri, enn vit tordu at vóna frammanund- an, sigur ein fegin Steintór Rasmussen. Hann fegnast um frálíku undirtøkuna fyri tiltakin- um, sum varð roynt fyri fyrstu ferð í Føroyum. Bæði til framførsluna leyg- ardagin og sunnudagin var stúgvandi fult av fólki í Norðurlandahúsinum, og fyrireikararnir gjørdu tí av at skipa fyri eini eyka framførslu sunnukvøldið. – Vit eru samanumtikið ómetaliga fegin. Alt riggaði væl, og tey ungu sluppu veruliga at blóma. Einstak- ar framførslur riggaðu væl, aðrar minni væl, og onkur skaraði heilt framúr, greiðir Steintór Rasmussen frá. Í øllum aldri Fólk í øllum aldri leitaðu sær í Norðurlandahúsið um vikuskiftið at uppliva fremstu stjørnuskotini í før- oyska tónleikaheiminum. Áhoyararnar fingu høvið til at síggja og hoyra solosang, kór, rokk, popp, klassiskt og dans. – Umframt frálíkur fram- førslur, var eisini nógv til eyguni hjá áhoyrarunum. Hóast talan var um eina framførslu í hálvan annan tíma, keddu fólk seg ikki, tí har hendi nakað allatíðina, sigur Steintór Rasmussen. Musikskúlin sæst aftur – Tað kann væl vera, at tað situr onkur evnaríkur trummusláari í Sørvági ella ein bassistur í Skopun, sum ikki er valdur út til Stjørnu- breytina 2004. Nakað soleiðis tók Stein- tór Rasmussen til á tíðinda- fundi fyri góðum mánaði síðan um Stjørnubreytina 2004. Tað er rættiliga hugvekj- andi, at millum tónleikarar- nar á Stjørnubreytini í ár, vóru bert tveir, ið ikki eru búsitandi í miðstaðarøkinum. – Í ár vóru tað bert Brandur Enni og Benjamin Petersen, ið ikki eru úr Havn. Tað eru møguliga onnur uppløgd evni, men vit eru so ikki komin á tey á hesum sinni. Ein frágreið- ing liggur í tí stóra arbeiði, sum Musikskúlin í Havn ger fyri tey ungu í Havn, heldur Steintór Rasmussen. Eftirmeting Steintór Rasmussen dugir ikki við vissu at siga um tað verður skipað fyri Stjørnubreytini aftur. -Vit skulu nú hava eftir- meting av tiltakinum. Tað krevur nógv arbeiðið at skipa fyri slíkum tiltøkum, men vit hava avgjørt fingið nakað at arbeiða víðari við. Tær royndir, við hava gjørt hesaferð, koma væl við, sigur Steintór Rasmussen at enda. Ungu stjørnurnar glitraðu Kenna okkum ikki so einsamøll longur Mia Káradóttir held- ur, at Stjørnubreytin er eitt frálíkt høvið hjá klassisku tónleik- arunum at fáa tætt- ari samband við rútmiska tónleikin í Føroyum STJØRNUBREYTIN 2004 Páll Holm Johannesen pall@sosialurin.fo Saman við Blásarakvint- ettini, Dávi Juul Magnus- sen og Heiðrun Petersen, umboðaði Mia Káradóttir klassiska íslettið á Stjørnubreytini 2004. Mia Káradóttir spælir tvørfloytu, og herfyri vann hon virðisløn á tónleika- stevnu í Danmark. Á Stjørnubreytini spældi hon sama stykkið, hon varð heiðrað fyri í Danmark. – Vit, sum spæla klass- iskan tónleik, hava onkun- tíð kent okkum eitt sindur einsamøll frá teimum mongu rútmiskum bólk- unum kring landið. Stjørnubreytin er eitt frálíkt høvið hjá okkum at koma í samband við rútm- isku tónleikararnar, sigur Mia Káradóttir. Hon leggur afturat, at fleiri av rútmisku og klass- isku tónleikarunum á Stjørnubreytini hava ætl- anir um spæla saman í næstum, og tað samstarvið gleiðir hon seg til. Frálíkur hýrur Mia heldur, at øll á Stjørnubreytini komu ómetaliga væl frá sínum framførslum. – Tað var ein ótrúligum stemningur í Norðurlanda- húsinum, og øll vóru glað um tiltakið. Eg vóni veru- liga at skipað verður fyri Stjørnubreytini aftur, tí tað er stórur tørvur á slíkum tiltøkum fyri tey ungu, sig- ur Mia Káradóttir a enda. Unga og evnaríka, Mia Káradóttir spældi sama stykki á Stjørnubreytini um vikuskiftið, sum hon her- fyri fekk tónleikavirðisløn fyri á danskari tónleika- stevnu Mynd: Jens Kr. Vang Nógv ymisk instrument vóru at hoyra í Norðurlandahúsinum Mynd: Jens Kristian Vang Búgvi Jónleifsson spældi trummur Heiðrun Petersen hugtók áhoyrarnar við sínum frálíka violinspæli Mynd: Jens Kristian Vang C M Y K 14