Sosialurinarkiv
Sosialurin 2004-05-26, síða 9
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 26. mai 2004síða 9

‹ fyrra síða allar 15 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 98 - 26. mai 2004 17 17 Nr. 98 • mikudagur • 26. mai 2004 • 78. árgangur • www.sosialurin.fo Leon fór ongan veg Í farnu viku skrivaðu vit, at Leon Bjartalíð hevði gjørt av skifta felag, og at hann restina av kappingar- árinum fór at spæla við ÍF. Hetta gjørdist tó av ongum. Fríggjadagin høvdu KÍ og Leon fund, og har varð semja gjørd um, at Leon framhaldandi fer at verða partur av KÍ-liðnum. -jm Súni Fríði í NSÍ NSÍ sigur á heimasiðu síni, at felagið hevur gjørt avtalu við Súna Fríða Barbá um at spæla við felagnum restina av kappingarárinum. Súni Fríði er annars uppvaksin í NSÍ, men í vaksnu røðunum hevur tað fyri tað allarmesta verið á Toftum, at hann hevur gjørt um seg. Eisini hevur hann roynt seg hjá HB, GÍ og so NSÍ, og tað verður so hjá hesum seinasta nevnda, at hann fer at spæla restina av árinum, skilst. -jm Føroyingauppgerð Tey bæði føroysku útisetafeløgini í íslendskum fót- bólti, ÍA og Fram fara mikudagin at dystast sínamill- um. Hetta verður fyrsta ferðin í fýra ár, at føroyingaupp- gerð er í bestu íslendsku fótbóltsdeildini, og so verður spennandi at vita, hvørt tað verða Julian Johnsson og ÍA ella Hans Fróði Hansen /Fróði Benjaminsen og Fram, sum fara av vøllinum sum vinnari. Eftir tvey umfør er Fram á øðrum plássi í deildini við fýra stigum. ÍF er nummar sjey við tveimum javn- leikum higartil. -jm Andrew skoraði fýra Føroyski landsliðs- spælarin Andrew av Fløtum var í røttum málhýri, tá ið U21- liðið hjá Fremad Amager mána- kvøldið vann 6-4 á Herfølge. Andrew av Fløtum gjørdi ikki færri enn fýra mál, og hann loyvdi sær enntá at misnýta eitt brotsspark. Dysturin var hálvfinala í steypakapping fyri U21 lið og í finaluni skal Fremad Amager spæla ímóti antin Greve ella Avarta. -ek Velje-venjarin gavst Tað hevur gingið sera illa hjá danska felagnum Vejle seinastu tíðina. Um vikuskiftið tapti felagið heili 7-0 á heimavølli og liggur nú á einum niðurflytingar- plássi í næstbestu donsku deildini. Hetta fekk mánadagin venjaran hjá felagnum, Jens Tang Olesen, at siga seg úr starvinum. Jens Tang Ole- sen hevur arbeitt nógv sum venjarainstruktørur í Før- oyum og hevur í nógv við í føroysku venjaraútbúgv- ingini. Nýggjur venjari hjá Vejle verður Mogens Nielsen. -ek FCK-umstøður ov vánaligar Ole Tobiasen, sum er liðfelagi hjá Toda Jónsson í FC Keypmannahavn, heldur, at venjngarumstøðurnar í felagnum eru ikki nóg góðar. FCK venur á Peter Bangsvej, har gomlu leikvøllirnir og høllin hjá KB eru, men tað er ikki nóg gott fyri eitt slíkt felag sum FCK, heldur Ole Tobiasen. Hann hevur áður spælt fyri hollendska stórfelagið Ajax, og har eru umstøður nógv betur, og tað er ein av mununum millum FCK og tey feløgini, sum FCK gjarna vil samanlíknast við. Leiðslan í FCK hevur fyrr í ár kanna møguleikarn- ar fyri at venja aðrastaðni, men eingin endalig avgerð er tikin um tað, skrivar heimasíðan onside.dk -ek HB-miðvallarin fekk mánadagin boð um, at hann nú eisini er í landsliðshitanum Eftir at íslendsku útiset- arnir longu hava givið av- boð, kom túrurin í gjár til ein av teimum, sum dagliga spæla í Danmark. Nú er tað John Byrial Hansen, sum ikki fær frí til landsdystin móti Hollandi. Felag hansara, Horsens, roynir framvegis at stríðast í dystinum um at vinna uppflyting til bestu donsku røðina, og tá teir hava dyst annan hvítusunnudag, hev- ur leiðslan í felagnum lítlan hug at geva føroyska verju- leikaranum frí. Tí hevur enn einaferð verið neyðugt at taka nýggjan mann í hópin. Hesaferð fall valið á HB- miðvallaran, Kára Nielsen, sum við hesum gerst triði HB’arin í hópinum. Rógvi Jacobsen var tikin við í upprunaliga hópin, og eftir avboð frá Hans Fróða Hansen varð eisini Vagnur Mohr Mortensen tikin út. Samstundis tykist tað vera ein staðfesting, at Símun Eliasen nú er longur burtur frá einum landsliðs- sessi, enn hann nakrantíð hevur verið. Í greinum, sum fyri stutt- um hava verið í bløðunum, hevur annars verið róð framundir, at Símun átti at verið royndur á landsliðn- um, men higartil er hann so ikki boðsendur, og so er ilt at síggja, nær boðini skulu koma. Tveir miðverjar hava longu givið avboð, og hartil er Jón Rói Jacobsen fram- vegis ikki tøkur eftir sín skaða. Í frásøgnini frá kapp- róðrinum á bygdastevn- uni á Skála var bland komið í bygdirnar og bátarnar. Skála er ikki komið afturíaftur sum róðrarbygd. Haraftur- ímóti er Argir framvegis eitt av teimum plássun- um, sum er fremst í kappróðri. 5-mannafarið á Skála eitur Svanur, og Blikur hoyrir framvegis heima á Argjum. Vit biðja lesararnar og ikki minst óføru manningarn- ar á Bliki, sum vit iva- leyst fara at hoyra og síggja nógv meiri til í summar, halda okkum til góða. Vónandi verður venjingarstøðan hjá okk- um betri, tá ið fyrsti FM róðurin verður í Klaks- vík annan leygardag! -blðm. Kári Nielsen í hitanum Bland í bygdunum Milton ikki ríkur Meðan spælararnir og feløgini kappast um stórar millióna upp- hæddir í finaluni í Champions League fótbóltskappingini, so verður dómarin ikki ríkur av dystinum, hóast uppgávan er nakað av tí størsta í europeiska fótbólts- heiminum. BT skrivar, at Kim Milton Nielsen fær einar 10.000 krónur fyri at døma dystin mikukvøldið. Feløgini, sum eru við í Champions League, plaga at lova spælarunum stórur bonusupphæddir, og hevði eitt nú enska felagið Chelsea vunnið kappingini, høvdu spælararnir fingið 6,5 milliónir krónur í part. -ek Kári Nielsen er triði HB-leikarin, sum er tikin út í landsliðshópin til dystin móti Hollandi Í himmalsins óðnar- veðri løgdu føroysku súkklararnir til brots aftur. Bygdastevna var á Skála, og er hetta ársins fyrsta súkklukapping SÚKKLING Tíðindaskriv Sunnudagin stóð fyrsta súkklukapping í ár á skránni. Kappingin gekk fyri seg á Skála í samband við bygdastevnuna, sum var í vikuskiftinum. Skipað varð fyri kapp- ingum millum børn, ung- lingar og vaksnum, og sum altíð varð møguleiki hjá bæði gentum og dreingjum at kappast. Tey vaksnu kappast í einkultstarti, og gekk leiðin frá Skála til Undir Gøtueiði, har vent varð við rundkoyr- ingina, og so aftur á Skála. Teinurin er 25 kilometur langur. Hesin teinurin er royndur fyrr, eisini í sam- band við eina bygdastevnu á Skála, og er hesin teinur sera væl egnaður til júst hetta slag av súkklukapp- ingum, nevniliga eink- ultstart. Tá súkklað verður eink- ultstart, fara ein og ein av- stað við einum minutti millum hvønn súkklara. Eli Christiansen byrjaði næst- seinast, og Gunnar Dahl- Olsen seinast. Eli var væl koyrandi, og skjótt megnaði hann at koyra hinar inn aftur. Væl gekk hjá Gunnari eisini, og eisini hann fekk skjótt arbeitt seg meir og meir inn á hinar. Komnir nakað framvið Skálabotn eydnaðist tað Gunnari at koyra Eli inn aftur, og so sá ljóst út hjá Gunnari. Men Eli kempaði og megnaði at halda tørn líka til vent var undir Gøtueiði. Eli byrjaði at troyttast, og munurin øktist tí enn meir millum teir. Tá samanum kom vann Gunnar við góðum trimum minuttum. Bergur Johansen var eis- ini væl koyrandi, og eisini hann vann sannførandi á kappingarneytanum, Dánj- al Michaelsen. Í bólki III hjá dreingjum vann favoritturin Torkil Weyhe. Teir vóru seks súkklarar í hesum aldurs- bólki, men eftirsum at allir ikki koyrdu á kappsúkklu, bleiv bólkurin býttur sundur í tveir, við kappsúkklu og við fjallasúkklu. Torkil vann sum sagt tryggan sigur, men spenn- ingur var kortini gjøgnum alla kappingina, tí allir fylgdust líka til endaspurt- urin skuldi traðkast. Og tá var onki ivamál um hvør hevði tey bestu beinini. Finnur Mellemgaard hev- ur eins og Torkil klára seg stak væl seinastu árini, og hann hevur við sínum nógvu sigrum víst, at tað lønar seg at venja. Eisini hann koyrdi ein tryggan sigur heim við einum góð- um endaspurti. Kappast var í hesum bólk- um hjá bæði dreingjum og gentum: Bólkur I: 1996 til 1998 Bólkur II: 1993 til 1995 Bólkur III: 1990 til 1992 Ungdómur: 1987 til 1989 Vaksin: 1986 og eldri Næsta kapping verður á Norðoyastevna, og koyrt verður leygardagin 5. juni. Koyrt verður Býarkoyring og mál og startur er við Norðoya Sparikassa. Lýst verður í skránni nær kapp- ingin byrjar. Súkkluhjólini farin at mala aftur Úrslitini frá bygda- stevnuni á Skála: Gentur, bólkur I, 1 km: Nr. Navn 1 Ata Joensen 2 Josefina Prestá Gentur, bólkur II, 1,5 km: 1 Sólbjørg Jacobsen 2 Maria Joensen 3 Jana Joensen 4 Oda M. Johannesen Gentur, bólkur III, 2 km: 1 Paula Johansen 2 Hansa Olsen Dreingir, bólkur I, 1 km: 1 Kristian Johansen 2 Eyðbjørn Eiriksson 3 Kjartan Johansen 4 Poul Enok Hansen 5 Tóri Nielsen 6 Janus Hannesarson Dreingir, bólkur II, 2 km: 1 Finnur Mellemgaard 2 Jens Pauli Johansen 3 Haraldur Johannesen Dreingir, bólkur III, 3 km: 1 Torkil Weyhe 2 Sigmundur Olsson 3 Rúni Bláfoss 4 Rani G. Jacobsen Dreingir, bólkur III (fjallasúkklu), 2 km: 1 Steinar Prestá 2 Paul Eli Johannesen Vaksin: 1 Gunnar Dahl-Olsen 39 min. 20 sek. 2 Eli Christiansen 42.54 3 Geyr Gilsteinsson 1.00.17 Unglingar: 1 Bergur Johansen 48.03 2 Dánjal Michaelsen 53.56 C M Y K 16 Skjótt og lætt og við kappingarførum prísum, seta okkara fakfólk upp vælumtóktu eldsløkkiútgerðina Fire Mermaid í smábátar upp til 24m longd. Til vinnurekandi bátar er krav um at skipanin er sett upp av løggildum fólki. Hesa løggilding hava fakfólk okkara. Ringið og fáið meir at vita hjá Kristian Martin Jacobsen á tlf. 21 23 86. Eldsløkkiútgerð Fire Mermaid til smábátar SKIPASMIÐJAN Tlf. 301100 STEPHANSSONS HÚS 314291