hósdagur 1. mai 2014síða 8
‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Fríggjadagur 2. mai 2014 · Nr. 49
8
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
tíðindi
uppsjóvarfiskiskapur
South Pelagic:
Reiðaríið hjá Grunnabarð søkir landsstýrið um loyvi at fiska makrel, sild og svartkjaft.
Tilsamans eini 20.000 tons, sum millum annað skulu fiskast við einum nýggjum
skipi, ið reiðaríið ætlar at keypa frá samstarvsfeløgum í Hirtshals
Jón Brian Hvidtfeldt
- Her suðuri merkja vit
einki til, at nakað pelagiskt
virksemi er í Føroyum. Ikki
annað enn tað, ið vit sjálvi
royna at skapa.
Alex N. Vilhelm, stjóri í
reiðarínum South Pelagic
og reiðari á Grunnabarð,
vil sleppa upp í part og fáa
lut í stóra ríkidøminum,
ið uppsjóvarfiskiskapurin
kastar av sær.
Vegurin fram at stóru
virðunum hevur higartil
verið kringlutur fyri lut
falsliga nýggja felagið við
heimstaði í Vági.
Reiðaríið byrjaði sítt
virksemi við einum roynd
arloyvi at fiska hvítings
bróðir í føroyskum sjógvi.
Fyrsta árið, sum var 2012,
leigaði
felagið
gamla
Christian
í
Grótinum
til endamálið, og í fjør
keypti
reiðaríið
skipið
Grunnabarð
úr
Norra,
haðani skipið varð bygt
síðst í sjeytiárunum.
-
Grunnabarð
kostaði
umleið 11 milliónir krónur at
keypa, og harumframt hava
vit brúkt nakrar milliónir
krónur uppá skipið síðani,
sigur Alex N. Vilhelm.
Hóast íløguna í at keypa
skip hevði Grunnabarð tó
framvegis
bara
royndar
loyvið eftir hvítingsbróðuri
at dúva uppá.
Tá avtornaði bleiv so
sum so við royndarfiski
skapinum.
Grunnabarð
landaði bara tvær lítlar last
ir av hvítingsbróðuri, ávíka
vist 17 og 48 tons, ið báðar
fóru til Havsbrún.
-
Orsøkin
til
at
vit
steðgaðu, var at vit mistu
allan reiðskapin, sigur Alex
N. Vilhelm.
Pengarnir blivu í staðin
tjentir í makrel- og silda
fiskiskapi.
- Vit høvdu skip og mann
ing tøka, og reiðaríið Thor
hevði nøkur loyvi liggjandi.
So tað passaði sera væl,
greiðir Alex N. Vilhelm frá.
Grunnabarð
bleiv
tí
seldur úr Vági til reiðaríið
í Hósvík fyri 20 milliónir
krónur. Undir ymsu feløg
unum hjá Thor var Grunna
barð við til at fiska til
samans
20.000
tons
av
makrel og sild í fjørsummar
og –heyst, partvís saman
við Sermilik II, umframt at
skipið eitt skifti virkaði sum
móttøkuskip fyri Phoenix og
Sardis.
Tá vertíðin var av, bleiv
Grunnabarð seldur aftur til
Vágs fyri neyvt somu upp
hædd, 20 milliónir krónur.
- Reglurnar eru soleiðis,
at skip og kvotur mugu
hanga saman, og tí bleiv tað
gjørt soleiðis, greiðir Alex N.
Vilhelm frá.
Reiðarin er sera væl
nøgdur við samstarvið við
Thor:
- Møguleikin var kær
komin fyri okkum, og æt
lanin er at halda fram við
samstarvinum við Thor, sig
ur Alex N. Vilhelm.
Sambært reiðaranum er
verandi
fiskivinnuskipan
trupul fyri tey, sum ætla sær
inn í vinnuna.
- Skal tú hava fígging til
skip, so mást tú hava kvotur
at vísa á. Og skal tú hava
kvotur, so mást tú kunna
vísa á eitt skip. Men vit eru
komnir víðari, millum ann
að takkað verið góðum sam
starvsfeløgum, sigur Alex N.
Vilhelm.
Søkja kvotu
Heldur ikki í ár hevur
Grunnabarð nakað annað
at byggja sítt virksemi á
enn eitt royndarloyvi eft
ir
hvítingsbróðuri.
Tann
støðan skal broytast, stend
ur tað til reiðaran.
- Jú, vit hava søkt Fiski
málaráðið um silda- og
makrelkvotu til Grunna
barð. Tilsamans okkurt um
8000 til 10.000 tons. Upp
sjóvarkvoturnar eru stórar,
so pláss eigur at vera fyri
nýggjum aktørum. Og eisini
halda vit tað vera rímuligt,
at kvoturnar verða býttar
meira javnt út til øll øki í
landinum,
argumenterar
Alex N. Vilhelm.
Sum tað triðja vil reiðarí
ið hava part av føroysku
svartkjaftakvotuni, sum í ár
er tilsamans 289.000 tons.
- Vit hava søkt um áleið
15.000 tons, svarandi til um
leið fimm prosent av heild
arkvotuni. Eisini her halda
vit tað vera rímiligt, at
veksandi ríkidømið í svart
kjaftinum verður býtt meira
javnt millum øll øki í landi
num, sigur Alex N. Vilhelm.
Reiðarin peikar á grein-2
í lógini um vinnuligan fiski
skap, sum ásetir at fiski
vinnan skal skapa inntøku
møguleikar og møguleikar
fyri vinnuligum virksemi
kring alt landið.
Enn hevur reiðaríið tó
einki hoyrt aftur úr Fiski
málaráðnum.
- Nei, vit hava einki hoyrt
aftur. Men vit vænta, at
okkurt kemur hendavegin,
sigur Alex N. Vilhelm.
Nýtt skip
Hóast South Pelagic tískil
bara hevur eitt royndarloyvi
eftir
hvítingsbróðuri
at
halda seg til, í hvussu er
á pappírinum, so hevur
reiðaríið stórar ambitiónir
og ætlanir.
-
Vit
hava
ítøkiligar
ætlanir um at keypa eitt
skip afturat. Keypið er í
stoypiskeiðini og fíggingin
er komin uppá pláss, váttar
Alex N. Vilhelm.
Skipið, talan er um at
keypa, er í dag ogn hjá
føroysku
samstarvsfeløg
num hjá South Pelagic í
Hirtshals. Talan er um upp
sjóvarskipið Asbjørn, sum
herfyri fekk navnið Asbjørn
Senior. Skipið leyp av og varð
sett á sølulistan, tá reiðaríið
Asbjørn við føroyinginum
Fríða Magnussen á odda í
fjør keypti uppsjóvarskipið
Gitte Henning frá reiðara
num í Skagen, Henning
Kjeldsen, sum í sínum lagi
var í holt við at byggja eina
spildurnýggja ”Gitte Henn
ing.”
- Asbjørn Senior er eitt
sera gott skip við stórari
maskinorku og góðari køli
skipan. Tað skal eftir ætlan
fiska sild, makrel og svart
kjaft, sigur Alex N. Vilhelm
um skipið, ið lastar umleið
1300 tons.
Á sumri í 2011 gav Fiski
málaráðið grønt ljós til tvey
reiðarí, sum fingu loyvi til
royndarveiðu eftir hvít-ings
bróðuri í føroyskum sjógvi.
Talan var um Northwest
Pelagic í Miðvági, sum eigur
Atlantsfarið,
og
South
Pelagic í Vági, ið seinni keypti
sær Grunnabarð til at gera
hesar royndir.
Fiskimálaráðið
bygdi
sína støðu á eina meting frá
Havstovuni, ið metti grund
arlag vera fyri royndarfiski
skapi
við
smámeskaðum
troli við rist, ið kann síla
matfiskin útaftur. Ein røð av
treytum fylgdu við roynd
arfiskiskapinum, eitt nú at
eygleiðari frá Fiskiveiðieftir
litinum skal vera umborð,
veiðidagbók skal førast og
skrivlig
frágreiðing
skal
latast Fiskimálaráðnum, tá
royndartíðin er av.
Sambært reiðaranum á
Grunnabarð hava royndirnar
verið góðar.
- Vit høvdu ávísar byrjan
artrupulleikar, men vit halda
okkum hava staðfest, at tað
ber til at fiska hvítingsbróður
við rist, sigur Alex N. Vilhelm
um royndirnar higartil.
Í
2012
lænti
reiðaríið
gamla Christian í Grótinum
til
endamálið,
meðan
Grunnabarð gjørdi roynd
irnar í fjør. Sum sæst í aðrari
grein her á síðunum vóru
royndirnar í fjør tó sera av
markaðar. Skipið varð pro
forma selt til Thor, og fór at
fiska sild og makrel.
Í ár hevur Grunnabarð
gjørt fimm royndartúrar og
fiskað tilsamans umleið 1100
tons.
Meðan reiðarin á Grunna
barði letur væl at royndun
Í ár er triðja árið at South Pelagic hevur
royndarloyvi at fiska hvítingsbróðir í føroyskum
sjógvi. Royndarætlanin skal eftirmetast í summar,
men reiðaríið ynskir eitt varandi loyvi
Royndarfiskiskapur skal gerast varandi
Vit eiga okkara
South Pelagic ætlar at keypa hetta skipið til uppsjóvarfiskiskap. Skipið
varð sett á sølulistan, tá føroyingar í Hirtshals við Fríða Magnussen á
odda í fjør útvegaðu sær ein nýggjan ”Asbjørn” til sín fiskiskap
mynd: skipini.fo