Sosialurinarkiv
Sosialurin 2014-05-01, síða 9
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 1. mai 2014síða 9

‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

9 Fríggjadagur 2. mai 2014 · Nr. 49 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 tíðindi uppsjóvarfiskiskapur Samstundis sum nýgg­ir aktørar vísa á trupul­leikan við at koma inn í fiski­vinnu­ na, so ber til at brúka ein annan veg inn í vinnuna. Vegurin er samstarv við ver­ andi aktørar, ið eiga fiski­ rætt­ind­i­ni til yvirs. Og so ein góðan advokat, ið kann standa fyri proformasølum av skipum, aftur og fram mill­um feløg. Henda støðan skuldi vísa seg at vera loysnin fyri South Pelagic, sum í fjørsummar fekk Grunna­ barð inn í løn­an­di upp­ sjóvar­fiski­skap­in, hóast reiðarí­ið einki loy­vi hevði til tað. Lykilin inn í vinnuna var reiðaríið Thor í Hósvík, sum hevði fleiri gomul loyvi liggjandi í skuffu­ni. Í dóttirfeløgunum Ocean Group Faroes og Thor Fisher­ies liggja gomul loyvi hjá Athena og Poseidon, sum upprunaliga vórðu keypt til uppsjóvarfiskiskap í Suðurkyrrahavinum. Tá Føroyar slitu gomlu stranda­landa­semju­na um makrel­být­ið og ásettu egin­ kvot­ur, komu hesi risaskip inn í før­oyskan fiskiskap. Skipini skuldu hjálpa til við at fáa ta knappliga nógv øktu kvotuna til høldar og harvið styrkja føroysku veiði­rætt­indini. Skipini hava tó ikki verið serliga virk­in síðstu árini. Athena brann og varð vrak í mai 2011, og um sama mundið varð Poseidon seldur til Rus­s­ lands. Eisini eitt triðja av hesum risatrolarum, Her­cu­ les, ið brann og gjørd­ist vrak heilt afturi í 2007, hev­ur framvegis sín leiklut í før­ oyska makrel- og silda­fiski­ skapinum. Við støði í hesum trimum skipum varð árið hjá Grunnabarði bjarg­að. Proforma 29. mai í fjør skrivar Alex N. Vil­helm undir sølusáttmála um tað skip, ið hann og aðrir keyptu úr Norra bara fáar mán­aðir frammanundan. Keyp­ar­ar eru Gunnbjørn og Hans Andrias Joensen. Grun­na­barð verður seldur til eitt av feløgnum hjá Thor, ið nevn­ist Ocean Group Faroes. Søl­an verður váttað av advo­ ka­t­i­num Niels Winther Poul­ sen. Í aðrari grein her á síðu­ num greiðir Alex N. Vil­helm frá hesi sølu. At hetta er eitt neyðugt stig at taka, skal Grunnabarð sleppa til makrel- og sildafiskiskap. Tilsamans verður Grun­ na­barð seldur fimm ferðir, áðrenn skipið aftur end­ar hjá South Pelagic, 4. novem­ ber í fjør. Á vegnum er skipið handlað millum ym­ su dóttirfeløgini hjá Thor, ið liggja inni við hvør sín­um kvotum. Handlarnir er allir komfirmeraðir av ad­vo­kati­ num Niels Winther Poulsen, burt­ur­sæð frá tí eina, har Óla Jákup Kristoffersen leggur navn og stempul til. Í summum førum ganga handl­ar­nir somikið skjótt fyri seg, at eigaraviðurskifti og útskrivað fiskiloyvi hanga ikki saman. Til døm­is tá Grunnabarð eitt tíðar­skeið í juni-juli í fjør av­reið­ir stívliga 1400 tons av norð­havs­sild, hóast skip­ið sam­bært skjølunum hjá Fiski­mála­ráðnum ikki hev­ur nakað loyvi at fiska norð­havs­sild í hes­um tíðar­ skeiði. Ella tá Grun­na­barð í november verður mót­ tøku­skip hjá Phoenix og Sardis og brúk­ar eitt loyvi hjá Ocean Group Faroes til enda­má­l­ið, hó­ast skipið tá aftur er selt til South Pelagic. Sambært einum yvirliti hjá Fiskiveiðieftirlitinum hevði Grunnabarð til­sam­ ans átta ymisk makrel- og silda­loyvi í fjør. Øll loyvini komu gjøgnum gomul loyvi hjá Thor, tí sjálvt eigur reiðaríið South Pelagic í Vági bara eitt royndarloyvi eftir hvít­ings­bróðuri. Bakdyrnar inn í vinnuna Hóast fleiri ár eru gingin, síðani síðsta av sonevndu kyrrahavs-skipunum hjá Thor hvarv úr reiðarínum, so liva loyvini framhaldandi. Við proformasølum tryggjaðu hesi loyvi eitt nú Grunnabarði kvotur í fjør Enn vil reiðarin ikki upplýsa keypsprísin fyri skip­ið, ið er 14 ára gamalt. - Men fíggingin er komin uppá pláss, so keypið kann fremj­ast fyrsta dagin, sigur Alex N. Vilhelm. Gongst sum reiðaríið í Vági ætlar, so hava tey um stutta tíð tvey skip í sínum flota. Tí ætlanin er at varð­ veita Grunnabarð. - Fleiri møguleikar eru við Grunnabarði. Vit sígg­ja góðar møguleikar í sam­starvinum við Thor, og eisini vóna vit at fáa royndarloyvið eftir hvít­ ings­bróðuri gjørt um til eitt var­andi loyvi, sigur Alex N. Vilhelm. um higartil, so er fatanin ikki so jalig í Fiskimálaráðnum. - Vit kundu bara stað­ festa, at skipið varð selt í fjørsummar. Tað var harmiligt, tí tað var ikki júst ætlanin við royndar­loyvi­num. Men loyvið sigur, at tú kanst royna eftir hvít­ings­bróð­uri, ikki at tú skal. Mín persónliga meining er tí, at man eina aðruferð skal hava meira bindandi avtalur um royndarfiskiskap, sigur Ás­mund­u­r Guðjónsson, ráðgevi í Fiski­málaráðnum. Tey bæði reiðaríini, sum hava royndarloyvini eftir hvít­ings­bróðuri, skulu fyrsta dagin lata Fiskimálaráðnum eina frágreiðing um roynd­ir­ nar. Síðani fer ráðið at eftir­ meta royndina, og eitt upprit verð­u­r latið lands­stýris­manni­ num at taka støðu út frá. - Vit síggja góðar møgu­ leik­ar í hesum fiskiskapi, og fara tí at søkja um var­ an­di loyvi. Vit hava brúk fyri og eiga at fáa meira burt­ur úr ídnaðarfiski, sig­ ur Alex N. Vilhelm og vísir á vaksandi tørvin hjá Havs­ brún fyri at fáa rávøru til sína framleiðslu, ikki minst nú vaksandi partur av upp­ sjóvar­fiskinum fer til matna. part Grunnabarð hevði einans eitt royndarloyvi eftir hvítingsbróðuri at dúva uppá, tá skipið varð keypt til Føroya í mars í fjør. Men proformasølur millum South Pelagic og ymisk feløg hjá reiðarínum Thor í Hósvík lótu dyrnar upp, soleiðis at Grunnabarð kundi fiska bæði makrel og norðhavssild Alex N. Vilhelm, reiðari á Grunnabarð