Sosialurinarkiv
Sosialurin 2014-05-01, síða 10
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 1. mai 2014síða 10

‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Fríggjadagur 2. mai 2014 · Nr. 49 10 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 Sune Weihe Lamhauge f. summarmáladag 1933 d. annan jóladag 2013 Fyri næstan 40 árum síðan kom eg inn á gólvið hjá Deu og Suna. Saman við mær var ein lítil vinkona, sum tá var 10 ár. Sune var akkurát soleiðis, sum eg seinni lærdi hann at kenna: stillur og friðarligur, gekk um køksgólvið, klappaði og kíndi hundinum, og fekk sær eitt ball aftrat. Tað, sum eg serliga minnist frá hesari løtuni er, hvussu hugtikin smágentan var av hundinum, í Deu og síðst men ikki minst í Suna. Gentan helt hundin vera heilt ótrúligan, tí hon elskaði at sleppa at spæla við hundar, og tað slapp hon inni hjá Deu og Suna. Frá 1. mai 1972 til 1. mai 2000 var Sune í føstum starvi sum bókasavnshjálpari á Landsbókasavninum. Hetta starvið røkti hann við sonn­um trúfesti og nærlagni, og hetta eyðkendi eisini bæði hansara arbeiðsdag og arbeiðslag. Sune var ómetaliga góður við sítt arbeiðspláss. Hann vardi tað allastaðni, og var tað neyðugt, so spardi hann sær ikki at siga tað. Tá ið alt var við at enda fíggjarliga galið í 1993, tá lat hann eitt orð falla um, at hann væl kundi fara niður í tíð, so at stovnurin spardi eitt sindur á tann hátt. Tey fyrstu árini í starv­ in­um arbeiddi Sune nógv saman við Ulf Zachariassen, og teir høvdu um hendi Vís­ indadeild savnsins, sum tá í tíðini helt til ymsastaðni í býnum. Eftir at flutt varð í nýggja savnsbygningin í 1980, var eisini pláss fyri Vísindadeildini har. Tað var mangan hugtakandi, at eygleiða samstarvið ímillum hesar báðar starvsfelagarnar. Teir høvdu veruliga virðing fyri hvørjum øðrum, og tað hevði stóran týdning fyri alt arbeiðsplássið. Sune var kønur í fleiri fremmandamálum, hetta hevði hann fyri tað mesta lært seg sjálvur. Honum dámdi væl at lesa bókmentir, sum vóru skrivaðar á øðrum málum enn norðurlendskum eitt nú fronskum og týskum. Góði kunnleiki hansara til hesi mál var savninum mang­an til stórt gagn. Í einum postkorti hann sendi av ferðalagi í útlondum, skriv­aði hann einaferð: "her er eingin sól, men regn, og málið kemur man skjótt til sættis við." Sune sá møgu­ leikarnar og ikki bara trupul­ leikarnar, soleiðis var hann innrættaður. Smágentan er nú vaksin kona, hundurin er langtsíðan deyður, og Sune legði eyguni friðarliga saman fyri sein­ astu ferð annan jóladag í fjør. Fjørðurin var rógvin, og Sune var mettur av døgum. - Summarmáladagur var altíð ein stórur dagur í lívinum hjá Suna, og summarmáladagur fer altíð at minna meg á ein góðan og trúfastan vin og samstarvsfelaga. Takk fyri tað. Martin Næs 13. apríl fingu Sandra og Aleksandar Jovevic, Fuglafjørður, ein son. Hann var 53 cm langur og vigaði 3400 gr. 23. apríl fingu Julia Wenzelsdóttir Danielsen, Toftir, og Janus Wiberg Mortensen, Tórshavn, ein son. Hann var 52 cm langur og vigaði 3520 gr. 28.februar fingu Hanna Reinert Davidsen og Martin Pætursson Hansen ein vakra dóttur. Hon vigaði 3900 g og var 52 cm long. Føðingar 17. apríl fingu Esther & Flóvin av Fløtum Jespersen ein son. Hann var 51 cm langur og vigaði 3160 gr. Í døgunum 5. til 12. mai vitjar tann rættiliga sjónveiki Ovin aftur í Føroyum. Hesar dagarnar fer hann at hava framførslur á ymiskum støð­um, har hann eisini greiðir frá lívi sínum. Stórar framførðslur verða, og tær verða lagdar so­leiðis tilrættis, eins og tá vit hava „Syngi við kvøld“, har fleiri luttaka, Ovin kem­ ur eisini, at syngja nakrar av sínum sangum, gomlum og nýggjum. Kvøldini verða merkt av nógvum tón­leiki og sangi, har nógvir tón­ leikarar og sangarar luttaka sam­an við Ovin, sum hev­ ur givið fleiri fløgur út í Danmark. Eitt yvirlit yvir hetta kann síggjast á hans­ ara heimasíðu. www.ovin- k-olsen.dk Kunning um hvar og nær framførðslurnar verða kemur, at standa undir inn­anoyggja í Sosialinum, eisini verður kunnað um hetta á nøkrum portalum. Møguleiki verður at ogna sær fløgurnar. Øll eru hjarta­liga vælkomin at lurta. Ókeypis atgongd. Sangferðin byrjar týs­ dagin 6. mai, við at vitja Heim­ið á Grønanesi har sungi verður kl. 15.00 seinri sama dag gongur leiðin til Sanda­vágs, har sungi verður í Meinigheitshúsinum Sar­ on kl. 19 saman við fleiri. Ovin Klein Olsen við nýggjari fløguútgávu Tøkk Hjartans tøkk til øll, sum gjørdu gullbrúðleypsdag okkara hin 22. desember 2013, so væleydnaðan og fyri okkum so minnisríkan. Vit eru sera glað fyri, at okkum untist at uppliva henda dag saman við nógvum góðum vinum, ið tóku sær tíð at heilsa okkum. Tøkk fyri sang og heilsanir, gávur og blómur. Við takksemi fyri at alt fall so væl í lag, ynskja vit øllum eitt av Harranum signað ár 2014. Josefina og Jørgen