hósdagur 1. mai 2014síða 11
‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
11
Fríggjadagur 2. mai 2014 · Nr. 49
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
Tað var ein svalligan lág
ættardag, at vit báðir, Magnus
Dam Jacobsen, høvdu okkurt
rørarbeiði fyri í sambandi við
nýggju heilsøluna hjá p/f J.
F. Kjølbro. Magnus arbeiddi
tá – sum eftir tørni - antin
sum prentari á Norðlýsinum
ella sum alrahandamaður í
blikksmiðjuni á Fornagørð
um.
Tá kom ein ungur væl
dæmdur
skipasmiðjulær
lingur av bedingini hjá JFK
framvið við onkrum eykaluti
undir hondini, og sum eitt
skot var henda ráliga løtan
broytt til eitt fýrverkarí av
kæti og kommersi.
Magnus – sjálvur sera
fimur frásøgumaður - helt
fyri aftaná: »Júmen, hvør
er hasin fýrurin? Eitt so
vorðið sjónleikaratalent við
so plastiskum rørslum. So
leiðis at teir persónarnir,
sum jassurin lýsti við síni
frásøgu - bæði við gongulagi
og hábrøgdum - gjørdi: at
persónurin var bara har! Eg
havi ikki upplivað nakað so
stuttligt og livandi áður«,
segði Magnus í skellilátri.
Og svarið var, sum lesarin
longu hevur kollgitt: bara ein
ávísur Janus í sínum essi! At
kalla hann eitt sólskinsbarn
er nú kanska í meira lagi
(hann fylti 70 ár í oktober);
men hinvegin er hann eitt
hendinga
hittinorðaður
kallur, sum - bæði á degi og
nátt - so ótrúliga nógv sól
hongur uppí.
Janus
hevði
ikki
sítt
skemtaralyndi frá fremmand
um. Sagt verður frá, at ein av
hansara skyldmonnum, sum
væl til aldurs lá og »skuldi
sigla av«. Tey nærmastu
vaktu yvir honum, men sum
á gáttini kom hann ferð aftan
á ferð aftur fyri seg - fyri at
siga eini skemtisøgu ella
frá aðrari stuttligu hending
afturat - (!).
Í grindavási
Tað er ikki øllum beskorið,
soleiðis í einari knappari
vending at snara eina heldur
hættisliga støðu við humori
til nakað heilt annað. Men
mitt í hesum rokaliga vinnu
lívssamfelagnum har norðuri
kanst tú hitta fólk, sum
frá gerandisligum grálýsi
brádliga fáa sólina at glotta
undan. Tak bara úr rúgvuni
garpar sum: Jákup á “Polaris”,
Franklin Ziska, “Hasj”, Kiss,
Victor o.fl.o.
Synd er at siga, at Klaks
víkin og eysturbygdirnar í
Eysturoy altíð vóru “vinabýir”
undir grindarakstri. Tí tá galt
tað um lív um at gera, hvar ið
grindin skuldi leggja beinini.
Øðin og tilvildin ráddi. Óan
sæð hvussu leikur fór um
firðir og nes - um sjóvarfall
ella ætt. Onkuntíð varð bara
givið upp til skutil. Og aðra
tíðir varð heilt lívshættisliga
skotið inn í bólkin.
Men, táið seðlarnir vóru
komnir út og skerast skuldi
upp, so var alt lagt afturum –
ja, t.v.s. til næstu ferð!
Ein grind lá uttarlaga á
Pollinum. Illa gekst at reka.
Knappliga sær grindafor
maðurin, at Janus reisir
seg upp og siktar við einari
“byrsu”. Formaðurin tveitti
seg við nevanum á lofti niður
í skutin og gjørdi eitt gallróp:
“Janus, skjót ikki !!”
Og stutt eftir var skelli
látur um tann ótamda báta
riðilin. Tí tá sást, at Janus
stóð og siktaði við einari
yvirvaksnari rørtong (!).
Hjá lækna
Vit onnur, um vit ikki fáa
fleiri talentir við árunum, so
kunnu vit tó fáa nøkur pund
afturat (!). Ein læknavikarur
við Klaksvíkar sjúkrahús
hevði vitjan av Janusi fyri
heilsusakir. Og læknin helt
fyri við Janus, at betri varð
at lætta nakað um hansara
væltrimmaða
kroppskinn
við nøkrum pundum.
Og meðan Janus helti
vanga, steintagdi og lýddi
á við rundum og spyrjandi
eygum, fór læknin á hissini
gøtudonskum undir at vísa
til ein góðan kostráðgeva:
“Fru Jacobsen, hende må du
kontakte, meget venlig, flot
dame, og hun holder til her
på hospitalet.” Og so bað
hann Janus heilsa frá sær, tá
ið ella um hann fann henda
kostráðgevan.
Og tástani læt í Janusi:
“Det er vel ikke noget pro
blem, for det er nemlig min
kone (!)”. Og so var.
Bretin
Tað var á “Glade hjørn” í Havn,
at nógv fólk var samankomið.
Ein kona vildi heilsa upp á
onkran hjástaddan breta,
sum hon visti av var har, men
ikki kendi, og hon valdi so ein
vinarligan gentlemanlike úr
rúgvuni og ynksti honum
vælkomnan til landið og
høvuðsstaðin. Og tey prátaðu
eina løtu á enskum.
Men so spyr konan: Hvørj
um býi í Onglandi hesin
vinarligi bretin er úr. Tá
letur í blídliga “bretanum”: “
I wonder, my dear, because
my grandfather is from:
Trøllanesi (!)” Og konan
mundi fari aftur av - fyrst
av bilsni og síðani av látri!
(Janus einaferð enn -).
Skjótt er um -
Janus fór seinasta heyst
niður til Danmarkar at vitja
konu sína, sum tá eitt skifti
starvaðist á Hotell Tórshavn.
Eftir einari nátt, fekk Janus
eini so hervilig herðindi av
blóðsótt, sum førdi við sær at
skurðlæknar í skundi máttu
skerja hann bæði á hondum
og á báðum beinunum við - tí
tað galt um lív!
Lætt er at vera væl fyri í
góðum lagi, tá ið alt ber við.
Tí munur er á lívsins viðráki
og andarisi. Og eitt tílíkt skot
fyri bógvin hevði ivaleyst
sligið mangan sterkan mann
út fyri well. Tó samfelt
verður sagt frá av øllum teim
sjúkrasystrum og læknum á
fleiri sjúkrahúsum, ið hava
havt Janus undir hond síðani
hetta bakkasti hendi: At ein
sovorðnan sjúkling hava tey
ongantíð í lívinum upplivað
áður -!. Tí tað er hann, ið
undir og eftir umstøðunum,
sum fær tey at flenna og
verða í góðum lagi - .
Sum skurðlækni
Vit bæði, Annelena, vóru
tey fyrstu av teim ungu tá,
sum giftust. Og mangan var
lívligt í trongligu íbúðini á
Selheyggi við einum hópi av
ungari vitjan, og sjálvandi
ikki minst, táið Janus var
undir lonini. So rokaligt og
óstýriliga stuttligt. Og ofta
bleiv tað seint áðrenn av
hæsaði. Men, hvat ger tað?
Tú ert bara ungur einaferð.
Líggjas á Váli fylti 40 ár í
1962, og tá “opereraði” Janus
frá hond til undirhalds – og
uttan eitt orð! At vit mongu
hjástøddu yvirlivdi seansuna
- og sjálvur “pasjenturin”
(Jákup á Biskupsstøð), sum lá
á briksini – alt meðan Janus
doyvdi, skar fyri og skar upp,
dró vilini, flutti vombina fyri
at koma fram at hjartanum
(haldi eg tað var), umvældi,
kikaði og blásti burtur úr
æðrunum, tráðaði nálina,
tráðdragandi seymaði hann
samanumaftur, knýtti fast
og beit tráðin av o.s.fr. – ja,
tað er bara ótrúligt.
_ _ _ _ _
Søgurnar um og frá Janusi
eru óteljandi og skemtiligar.
Og eftir er bara at siga, at
Janus Fritleivur Jacobsen er
sonur Hjørdis og Alexander,
kalsoyingar bæði, og giftur
við
Hannelenu,
dóttir
Paulinu og Andreas Isaksen
av Viðareiði. Hannelena og
Janus eiga einkardótrina
Hjørdis, ið er gift við Holgar
úr Leirvík, og tey eiga tríggjar
synir, sum í minsta lagi eiga
ein óstýriligan abba.
Janus fór um 70-árahvarvið
fyrsta oktober. Stórt “kalass”
varð sjálvandi hildið. Vit
vóru tíverri ikki heima tá
og fingu tí ikki takkað fyri
hansara vinskap, skemt og
ljóslivandi upplivilsir. So vit
kvittera við hesum orðum nú
– soleiðis í seinna lagi, í allari
ótilstrekkiligheit.
Vit møttu forrestin Janusi
til Sólarkaffi í Leirvík herfyri.
Fattur og skemtingarsamur
sum vant, og tað, sum ikki
sást á honum, var, at hann
spákaði longu tá - á tveimum
nýggjum protesum!
Vit sannaðu einaferð enn:
ja, tað er bara ein Janus -!
Arnstein
Janus Jacobsen
– ein endurheilsan úr Hoyvík