hósdagur 1. mai 2014síða 21
‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
21
Fríggjadagur 2. mai 2014 · Nr. 49
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
Listaleypurin er verkætlan, sum hevur til uppgávu at bjóða fólka-
skúlanæmingum kring landið fjølbroyttar listaligar upp livingar.
Listafólk kunnu nú søkja um luttøku fyri skúlaárið 2014–2015.
Umsóknarblaðið liggur á www.nlh.fo undir „Listaleypurin.“
Dentur verður lagdur á, at umsøkjarar nýta nevnda umsóknar blað
og við hefta skjalprógv, sum lýsir listaverkið.
Ein úrvalsnevnd velur 10–12 verkætlanir, ið fáa 10–40.000 kr. í part at
nýta til fi mm skúlavitjanir. Listaleypurin velur somuleiðis skúlarnar og
avtalar framsýningartíð í samráði við skúlar og listafólk.
Fyriskipararnir kunnu velja fl eiri enn 12 verkætlanir og avtala fl eiri enn
fi mm sýningar fyri serliga nógv umbidnar verkætlanir. Fyriskipararnir skila
sær rætt til at velja færri verkætlanir, um støðið ikki verður mett nøktandi.
Gjølligari kunning um Listaleypin fæst á www.nlh.fo og frá
verk ætlanar leiðaranum, Hedvig Westerlund-Kapnas,
á hedvig@nlh.fo ella á tel. 210125.
Leistin fyri Listaleypin verður endurskoðað í løtuni. Fyrivarni verður tí tikin
fyri møguligum broytingum.
Freistin at søkja er 31. mai 2014.
Listaleypurin
14–15
Norðurlandahúsið
í Føroyum
AFS Føroyar
Altjóða ungdómsumskifti
P / F D u t y F r e e F A E V á g a F l o g h a v n 3 8 0 S ø r v á g u r F a r o e I s l a n d s T e l . 3 5 4 4 0 0
Hevur tú hug, evni og áhuga at arbeiða innan
sølu og tænastu, so bjóðar nýggi tollfríi handilin í
nýggju farstøðini á flogvøllinum í Vágum tær eitt
sera spennandi og avbjóðandi starv sum handils-
og sølufólk.
Søkt verður eftir fólki M/K at arbeiða fulla tíð umframt
fólki at arbeiða sum avloysarar. Arbeitt verður
skiftandi arbeiðstíðir.
Vit kunnu bjóða tær eitt áhugavert starv í einum
spennandi altjóða umhvørvi, har okkara uppgáva
verður at veita teimum ferðandi, ið ynskja at keypa
tollfítt, eina góða og skjóta tænastu.
Vit vænta, at tú ert ágrýtin, fleksibul og hevur hug og
hegni at veita kundum okkara góða tænastu og at taka
eitt eyka tak, tá á stendur. Tú skal vera fyrikomandi og
duga væl við fólki og hava førleika at samskifta á
enskum og skandinaviskum.
Tað er ein fyrimunur, at tú hevur útbúgving og/ella
royndir innan handil og sølu og at tú hevur kunnleika
til vørur, ið verða seldar í Duty Free handlum, so sum
smyrsl, lyktilsi, vín og rúsdrekka, góðgæti v.m.
Fyrsta uppgávan verður at hjálpa til við at byggja
handilin upp og fáa handilin kláran, áðrenn nýggja
farstøðin letur upp í juni 2014.
Um so er at starvið sum handils-
og sølufólk í Duty Free FAE er nakað
fyri teg, so er bara at senda eina umsókn við
CV og mynd til okkum á jonny@dutyfreefae.fo
innan 12. mai 2014 kl. 12.00
Um so er at tú hevur spurningar til starvið,
so ert tú vælkomin at senda ein teldupost til
Jonny Müller Prisco, leiðara,
á jonny@dutyfreefae.fo
Allar umsóknir verða viðgjørdar í trúnaði
Starvsfólk til nýggja Duty Free
handilin á flogvøllinum
Duty Free FAE er eitt sjálvstøðugt partafelag og sjálvstøðugt brand, sum Vága Floghavn og Atlantic Airways eiga í felag. Felagið leigar handilsøki á
flogvøllinum frá Vága Floghavn. Nýggja farstøðin og handilin lata upp í juni 2014.