hósdagur 1. mai 2014síða 20
‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Fríggjadagur 2. mai 2014 · Nr. 49
20
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
Advokatvirkið
Advokatvirkið
Avloysari til
slamsúgvara hjá IRF
Søkt verður eftir einum fólki til
slamsúgvaratænastuna hjá IRF í meginøkinum, fyri
tíðarskeiðið 23. juni 2014 til 22. august 2014.
Slamsúgvaratænastan hjá IRF hevur m.a. hesar
uppgávur:
• tøma uppsamlingsbrunnar
• opa kloakkir
• heinta spillolju
• reinsa tangar og kjølar
• aðrar líknandi uppgávur
Hevur tú stóra koyrikortið, ert vanur at koyra
lastbil, kanst arbeiða sjálvstøðugt og hevur góðan
ordan, ert tú møguliga tann, vit søkja.
Øll skráseting hjá IRF er talgild, so neyðugt er við
ávísum telduførleika.
Avloysarastarvið er lønt sambært sáttmála millum
Kommunala Arbeiðsgevarafelagið og avvarðandi
fakfelag.
Nærri fæst at vita um starvið við at ringja til IRF tlf.
414243, Adelbert Ellingsgaard.
Umsókn skal vera okkum í hendi innan mánadagin
19. mai 2014. Umsóknin kann sendast til IRF@irf.fo,
ella við postinum til:
IRF
Víkarvegur 107
520 Leirvík
IRF hevur 3 serútgjørdar bilar til slamsúgving:
Skøra, Sýra, Sólja, umframt rottangabilarnar
Summardái og Smæra.