Sosialurinarkiv
Sosialurin 2014-05-01, síða 19
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 1. mai 2014síða 19

‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

19 Mikudagur 30. apríl 2014 · Nr. 48 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 Tað er tú, sum tekur endaliga avgerð um tína útbúgving, men nú kanst tú fáa svar upp á spurningar um lestur her í Sosialinum. Holger Arnbjerg, sum starvast á Altjóða Skrivstovuni við Fróðskaparsetur Føroya, og Bjørg Róin, lærari á Føroya Studentaskúla í Hoydølum, vegleiða teg um tínar møguleikar innan útbúgving og um tey fíggjarligu viðurskiftini. Holger og Bjørg arbeiða dagliga við at vegleiða fólki, sum ætla sær undir útbúgving í Føroyum ella uttanlands, antin tað er styttri ella longri útbúgving, verklig ella ástøðilig. Tú kanst senda spurningar um útbúgvingar til post@sosialurin. fo, og so svara Holger og Bjørg tær her í Sosialinum. Spurnarsíðan Spyr og fá svar um útbúgvingar. Allar. Allastaðni. spurningar og svar Skrivað hevur: Ralf Hemm­ing­sen, rekt­ari, KU; for­maður fyri Rektor­ kol­leg­iet Týtt hevur: Guðrið Poul­sen, studenta­veg­ leiðari á Altjóða Skrivstovuni á Fróðskaparsetri Føroya “Í veruleikanum eru ongar út­búgvingar, har vit kunnu veita 100% trygd fyri starvi – ella útbúgvingar, har mann við vissu er arbeiðsleysur, tá mann er liðugur.” Ralf Hemmingsen, rektari, KU. Arbeiðsloysi og starvs­møgu­ leikar eru trupul at ar­beiða við, men tey fylla nógv hjá flestu studentum okkara, tá tey standa við høvuðs­ ritgerðini í hondini. Sum universistet hava vit eina samábyrgd fyri, at tey hava góðar møguleikar at at nýta sínar førleikar á einum arbeiðs­marknaði­, sum hevur brúk fyri dugnaligum og virk­num nýútbúnum fólki. Tað er ógjørligt at spáa ná­greiniliga um ar­beiðs­ møgu­leikarnar – tí ar­beiðs­ mark­nað­urin er broyti­ lig­ur og støðugt menn­ir seg. Men dømi eru um, at út­búgv­ingar í fleir áramál hava havt trupulleikar við arbeiðsloysi, sum ikki bert eru orsakað av kon­junkt­ur­ unum. Her kunnu uni­ver­si­ tet gott hugsa um nøgd­ina av lestrarplássum á út­búgv­ ingum, sum søguliga hava havt stórt arbeiðsloysi, hóast bú­skapurin hevur verið góð­ ur. Mann kann tó ikki brúka arbeiðsloysistøl utt­an at hugsa seg gjølla um. Eingin veit nágreinliga, hvussu ar­ beiðs­loysi og ar­beiði­møgu­ leikar síggja út um 5 – 10 ár – og als ikki, um mann skal royna at spáa um ar­beiðs­ møgu­leikarnar fyri ný­út­ búgv­in frá einari heilt ávísari út­búgv­ing. Men tørvurin á umhugsni má ikki vera ein umbering fyri vantandi handling. Arbeiðsloysistøl kunnu held­ur ikki standa einsamøll. Longu í dag gera vit nógv fyri at skapa góðar møguleikar fyri at koma í gongd á arbeiðs­mark­naðinum – í veg­leið­ing­ini, dialoginum við ar­beiðs­gevararnar og í arbeiðinum við inni­haldi­ num í útbúgvingini. Men tað er somuleiðis tørvur á fleiri og betri hagtølum yvir arbeiðsmøguleikarnar fyri ymsu útbúgvingarnar á universitetunum. Við at leggja tølini fram fyri teim­ um lestrarsøkjandi, tá tey skulu velja útbúgving, kunnu vit vísa komandi lesandi størri álit. Í veruleikanum eru ong­ ar útbúgvingar, har vit kunnu veita 100% trygd fyri at mann fær starv – ella út­ búgv­ingar, har mann við vissu er arbeiðsleysur, tá mann er liðugur. Tíbetur eru nógv ný­út­ búgv­in sinnað at flyta seg fakliga og fara í heilt nýggj størv, sum kanska slett ikki vóru til, tá tey skul­ du velja útbúgving. So um talið av lestrarplássum skal eftirhyggjast, skulu vit gera tað sjálvi. Vit skulu ikki út í bureaukratiskar út­rokn­ ingar, men taka støði í okkara kunnleika til út­búgv­ing­ar­ nar og fakligu menn­ing­ar­ møgu­leik­ar­nar. Tí haldi eg, at avgerðin um talið av lestrarplássum skal verða verandi á uni­ver­ si­tet­unum, har vit kenna út­ búgv­ing­arnar. Tey átta universitetini fara í komandi tíðum at tosa um, hvussu vit hvør sær á besta hátt tryggja eina góða javn­vág millum út­boð­ið av lestr­ar­plássum og eftir­ spurn­ingin hjá sam­felag­ num. Spurningur 1 Verða nýggjar útbúgvingar settar á stovn í Danmark í 2014? Vinarliga Ung Svar til Ung Ja, hvørt ár verða nýggjar útbúgvingar settar á stovn og bodnar út á ymsu útbúgvingarstovnunum. Her er eitt yvirlit yvir nýggju útbúgvingarnar í Danmark í 2014. Erhvervsakademiútbúgving (2 ára fulltíðarlesnaður) Byggekoordinator Bachelorútbúgvingar (3 ára fulltíðarlesnaður) Interaktions design (AAU) International shipping og handel (CBS) Offentlig innovation og digitalisering (AAU) Offentlig politik og økonomi (AU) Organisatorisk læring (AAU) Produktionsudvikling (AAU) Robotics (AAU) Strategisk analyse og systemdesign (DTU) Kandidatútbúgvingar (2 ára fulltíðar yvirbygnaður omaná eina bachelorútbúgving) Asienstudier (Indien- og sydasienstudier) (AU) Bygningers energidesign (AAU) Bæredygtig kulturarvsmanagement (AU) Diakoni (AU) Ergoterapi (SDU) Global udvikling (KU) Interaktionsdesign (AAU) Jordemodervidenskab (SDU) Klinisk sygepleje (SDU) Lyd- og musikteknologi (AAU) Lysdesign (AAU) Maritim teknologi (SDU) Migrationsstudier (KU) Optometri og synsvidenskab (AU) Politik og international forvaltning (RUC) Rumlige design og samfund (RUC) Sikkerheds- og risikoledelse (KU) Sociale interventionsstudier (RUC) Videregående voksenuddannelser (akademiútbúgving, sum er skipað sum parttíðarútbúgving) Akademiuddannelsen i energiteknologi Akademiuddannelsen i ernæring Akademiuddannelsen i hygiejne og rengøringsteknik Masterútbúgvingar (2 ára parttíðarlesnaður) Master i smertevidenskab og tværfaglig smertebehandling (AAU) Master i sprogundervisning, lingvistik og it (AAU) Master i vidensbaseret socialt arbejde (AAU) Vinarliga Bjørg og Holger Spurningur 2 Kann mann fáa SU, tá mann supplerar fak í Danmark, eftir at nýggi reformurin er komin í gildi í summar? Heilsan Stuðulin Svar til Stuðulin, Nýggi SU-reformurin, sum kemur í gildi frá 1. juli 2014, veitir SU til stutt GSK-skeið við minst 16 tímum av undirvísing um vikuna. • Eitt fak á 0-C stigi gevur gevur 1 mánað av SU. • Eitt fak á C-B stigi ella B-A stigi gevur 2 mánaðir av SU. • Eitt fak á 0-B stigi gevur 3 mánaðir av SU. Mann fær bert SU teir mánaðirnar, tá undirvísing er. Mann fær ikki SU í próvtøkutíðunum í desember og mai/ juni. Inni á www.gsdanmark.dk eru ætlanir fyri suppleringshold. Tú kanst í fyrsta lagi søkja um SU ein mánað áðrenn tann mánaðin, sum tú kanst fáa SU frá, og eftir, at tú hevur fingið bræv um upptøku frá skúlanum. Tað ber ikki til at fáa SU til supplering í einum faki/stigi, sum er partur av gymnasiala próvnum – uttan mun til, um tað er staðið ella ikki. SU, sum tú fært undir GSK telur ikki við í SU-klippunum til hægri útbúgvingar. Mann søkir um SU www.su.dk gjøgnum tann skúlan, har undirvíst verður. Tú finnur SU-umsóknarblaðið inni á www.su.dk Vinarliga Bjørg og Holger Ógjørligt at spáa um starvsmøguleikarnar