hósdagur 1. mai 2014síða 18
‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Fríggjadagur 2. mai 2014 · Nr. 49
18
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
Agga Niclasen
meining@meyl.fo
Tað er ikki bara at siga tað,
hetta, at stigskifta bullshit á
einum skala, men í rúgvuni
av medisinskum bluffi telist
medisinskt
kvakksalvarí
millum tað apsalutt mest
svindlandi og minst sam
vitskufulla.
Vit vita tað øll, øll skilafólk
vita tað so, og óteljandi vís
indakanningar hava prógv
að tað: healarir eru penga
grískir vitloysingar. Sjálvt
kriteriið fyri orðinum “við
gerð” er væl tað, at hon rigg
ar. Annars er ikki talan um
viðgerð. At “operera” sjúkling
ar við følandi handarmegi,
at beina fyri sjúkum vevnaði
uttan ein veruligan skurð, er
tí bullshit supreme.
Einasta
ivamálið,
um
nakað, er hvørt tey faktiskt
trúgva sínum egna bull
shitti—hvat hevði verið rívan
tragiskt—ella um hetta bara
er eitt ómoralskt pret, ein
pengamaskina.
Hvussu er og ikki, og hóast
tað er meiri hald í uppá
haldinum “eg eri eitt íkorn”
enn tí hjá Janusi í Dali “eg eri
ein healari”, er “alternativur
heilivágur” í framgongd. Vítt
til veggja ber boð um tað.
Ella, tað er hann so fyri
ein ávísan málbólk; ein so
hundanaivan
miðalklassa
við so nógvari tíð til yvirs og
so trásettur av sær sjálvum,
egnum ítrivi og økologiskari
fjallagongu, at alt fupp og
lusk, ið ber á brá av “back
to basics”-flóðalduni, verður
klemmað.
Uttan mótspæl fortelur
“Vítt til veggja” um ymsar
viðgerðarhættir, um hvussu
hesar
“viðgerðir”
kunnu
ávirka heilsuna, tá ið tað
bert er saldoin, hesar kunnu
ávirka. Við sínum urtum,
akupunkturi, krystallum og
vibrerandi medisini er Vítt til
veggja ein skrøggstevna, sum
halda treingjandi og nalva
skoðandi fólk fyri gjøldur.
Men, sum sagt, fyri tað
gerast “alternativir viðgerð
arhættir” alsamt populerari.
Eitt er Vítt til veggja, eitt ann
að øtiligi innflutningurin av
AlkaMine, posar av hóttum
sango-korallum, men eisini
talið sonevndum homopatum
og methøga útboðið av “alter
nativum heilivági”, sum so
hvørt og fjálgt liggja undir
liðini á veruligum heilivági í
viðurkendum sølustøðum.
Felags fyri aromaterapi,
refleksologi og øðrum narri
viðgerðum,
og
yvirhøvur
hesi absurdu vesturlendsku
tráan eftir eysturlendskum
mystikki, er tann totala frá
veran av gransking og vísindi.
Ongin “alternativur heili
vágur” ella “viðgerð” hevur
nakrantíð verið útviklað í
einum laboratorii ella testað
í kliniskum royndum.
Í mun til vísindaligan
heilivág, sum upp í saman
verður avprøvaður og betr
aður, er “alternativur heili
vágur” ein lukkað kiosk.
Richard
Dawkins
hevur
eina tilhoyrandi frágreiðing
um hví, sambært definitión,
“alternativur
heilivágur”
ikki riggar: “If a particular
alternative treatment can
be shown before a panel of
qualified doctors to work,
then it isn’t called “alter
native” any more. It’s just
medicine. “Alternative” is just
another word for “ineffec
tive”.”
So forkláringin fyri óradi
kalu lifranini fyri “alternativ
um heilivági” finnur tú ikki í
“alternativum heilivági”, men
okkum. Sjálvt poengið við
“alternativum heilivági” er,
at hesin ikki broytist. So tað
handlar um okkum. Tað eru
vit, sum eru broytt.
Og tey, ið digga “alternativ
ar viðgerðarhættir” eru, vísir
tað seg, annaðhvørt fínborg
arlig luksusdýr ella leivdir av
sonevndu “slacker”-genera
tiónini, sum fyrst í 90unum
royndi at avlíva tann fyrr
so radikala rokkkulturin.
Grunge,
letingatónleikur
framleiddur av forkelaðum
lortendum, var ikki um ungar
uppøstar tannáringar, sum
settu seg upp ímóti einum
órættvísum samfelagi, men
um ein talentfátækan og
nihilistiskan ungdómsriðil,
ið ynskti at avbyrgja seg frá
tí við at bitcha um øll hasi,
ið ikki vóru líka tolerant og
politisk korrekt sum tey–effi
nett sum healingdyrkandi
fínfólk við alt ov nógvum
pengum og frítíð gera ídag.
So
vaksandi
populari
teturin
fyri
óbrúkiligum
hjálparráðum kann líkasum
ikki koma óvart á nakran.
Hesir borgarir hava jú altíð
verið eins stokkkonservativir,
óvitalir og óbrúkiligir og
teirra “alternativu produkt
ir”.
At so er, ja, tað vísir seg
eisini, tí so skjótt sum Vítt
til veggja-fólkini gerast sjúk,
veruliga sjúk, skrotta tey
clairvoyansur, tarott-kortini
og urinterapiina og spela,
skjótari enn ein graður frens
ur, til tað nærmasta hospi
talið hýsandi læknum við
faktiskari vitan og viðgerð.
Tak Mahatma Gandhi,
hasin hyklarin! Í 1942 gjørdist
konan, Kasturba, álvarsliga
sjúk. Hóast modernað pensil
in var til taks, sýtti Gandhi
“síni elskaðu” neyðugt anti
biotika við tí fylgju, at hon
doyði skjótt eftir. Nei, betri
var at reinsa seg við vatni frá
Ganges og smyrja hana inn í
neytaland.
Seks vikur seinni gjørdist
Gandhi sjúkur. Men nú, tað
sum áður var gott nokk til
konuna, Ganges og neytapiss,
var ikki ordiliga gott nokk
fyri hann. Hann oysti vestur
lendskt medisin í seg við tí
fylgju, at hann kláraði tað,
konan ikki kláraði: at yvir
liva.
Konfronterar tú medisins
ka relativistin við hesum,
at tað ikki so nógv er ein
spurningur um at “ræðast tað
ókenda”, men pengagraðar
bløðruskallar klæddir sum
holistisk vísindafólk, kemur
øðin í hann: “Men eg varð
kureraður
av
slanguolju,
forkølilsið hjá Sólarglæmu
fór burtur nógv skjótari enn
vanligt aftaná angaviðgerð,
Eygnagras fór eitt rend inn
til gandalæknan, har indisk
ir álvar og kinesiskir vættr
ar sluppu at dansa á svára
rygginum, og nú, 26 mánaðir
seinni, hevur systi tað gott,
meðan pressaðu hømiliurnar
úti í havanum við suppler
andi akupunkturi og hond
leking fjernaði nakkahaldið
hjá Høvurhalla. Ja, og Reyð
stólpa doyði ikki innan eitt
ár, sum tey í Ríkinum spáddu,
men fyrst aftaná 1 ½ ár, so...
hvat vita tey!”
Sum brellbiti til Vítt til
veggja fortaldi Janus í Dali,
“at onnur fólk ikki vita ser
liga nógv um tað (red: alter
nativar viðgerðarhættir) og
halda tað vera nakað duldar
fult og mystiskt”.
Altso, Janus, mega-keddur
av at siga hetta, men vit “onn
ur fólk” vita altso ríkiligt um
“tað”. Vit vita, at “tað” riggar
ikki. Ongantíð gjørt tað. Ger
tað ikki. Fer ongantíð at gera
tað.
Men til hasi, ið ikki enn
heilt 100 prosent vita tað,
kann eg upplýsa, at eitt yvir
lit yvir allar tær túsund vís
indaligu kanningarnar av
“alternativum heilivági” var
almannagjørt
beint
eftir
túsundársskiftið í Archives
of Internal Medicine. Her var
ávíst, at “none had performed
better than a placebo. They
had no specific effect beyond
suggestion”.
Vissuliga, nøkur fólk fara
altíð taka til sín hvat sum
helst slag av viðgerð, tvs.
reagera positivt, sjálvt til
eina fullkomiliga nyttuleysa
eina. Men kanst tú prógva,
at tað er meiri enn placebo,
ein lumpiviðgerð? Sjálvandi
ikki.
Tann meiri “medisinska”
forkláringin til hví so nógv
fólk
nú
halda
“alterna
tiva viðgerð” vera so hot,
er tí ikki vísinda-, men
anekdotubaserað;
ein
persónlig forteljing, og hvus
su modernað og desperat
menniskju eru nakrir suckar
ir fyri eini øðrvísi fantasi-
forteljing. Er tað ikki tað,
at tey lúgva um virkningin
av “alternativari viðgerð”,
er tað nakað so nátúrligt
og klassiskt sum “tíðin”, ið
aloftast hevur fiksað ímynd
aða ella faktiska problemið,
ella symptomið uppá tað.
Ein triðji møguleiki, men
so eru eisini allir troyttir, er
hesin: at tín sannleiki endar
sum Sannleikin við tí fylgju,
at tú sum tilbiðjari av “tí
alternativa” so líðandi tvingar
teg at halda, at viðgerðin,
sum ikki kann rigga, riggar
allíkavæl, hvat so aftur er
dekan placebosligt.
Ein og hvør healara-ge
sjæft, sum roynir at yvirtala
teg at keypa “himmalska
orku-tænastu”, er á leið líka
vísindaliga virðiligur sum
Sidney Lee. Nettupp fyri at
vísa á, at her kortini er okkurt
slag av vísindaligum trúvirði
í hesum ovurkapitalistiska
volapykki, brúka tey í Vítt til
veggja kvasi-akademisk heiti
sosum “helseklinik”, “support
management”,
“narrativa
arbeiðsumhvørvið”
og
so
“master coach” í, ja, tað er so
tað...
Verjarnir hjá “alternativum
heilivági” siga annars, at tað
er “ein yvirnatúrlig leking,
ið viðger alt menniskjað og
tess samband við kosmos”,
sett upp ímóti “ísakaldari, ra
tionalistiskari vísund”. Hatta
ljóðar deiliga rurandi, men
har er líka ein trupulleiki:
tað er lygn.
Tá ið journalisturin John
Diamond, ímóti sínum vilja,
lá til at doyggja, bjóðaði hann
10.000 pund til vælgerð, vald
av Prins Charles, um krún
prinsurin kundi lata honum
so mikið sum eitt másasligt
prógv fyri hansara hevdan, at
“alternativar viðgerðir kunnu
lekja krabbasjúklingar”. Ikki
tær at siga doyði John ikki
10.000 pund fátækari.
Og John doyði ikki, tí hann
manglaði handa gátuføra
orkufloymin kallaður Qi, sum
hvørki medisin ella lívfrøði
kann uppdaga. Hann doyði
ikki, tí hann ikki hevði nóg
mikið av “orku” í kroppinum,
sum annars, sambært Janu
si, skal til fyri at “gera tað
arbeiðið [sic], hann nú eina
ferð skal fyri at koma fyri
seg aftur”. Og tað var ikki tí,
at hansara kroppur ikki var
nóg “móttakiligur” ella ov
“innilokaður”.
Forrestin, hatta við mót
takiligheitini, hmmm!, eitt
sindur av einum cop-out. Er
kroppurin
“móttakiligur”,
íðan, so “merkir viðkomandi
eina
veruliga
broyting”.
Juhuu, sært tú, eg dugi
og
viðgerðin
riggar—og
øll fara at hoyra um hetta
“mirakkul”. Um ikki, um null
broyting, null bati, so er tað
væl tí, at kroppurin er ov
“ómóttakiligur”. So óansæð
broyting ella ei, bata ella ei,
vinnur Janus Healarin altíð.
Og John Diamond doyði
heldur ikki, tí hann ikki lurt
aði eftir Olgu Hentze, eigari
av helseklinikken Harmony
og pro-luttakari í Vítt til
veggja. Olga, sært tú, kom til
Føroya við opinberingini, at
“natura medicine, that I am
practising can help any prob
lem [] this is all up to you,
your health is in your hands.
Nobody else. No doctors. No
medicine. No pills [] If you
have cancer you can still live
if you are ready to fight for
your life.”
Lat meg byrja við tí sein
astu erkleringini. Kanska er
tað bara ótoleranti eg, men
eg haldi tað so vera nokkso
harðhjartað at fortelja fólki,
at teirra nærmastu doyðu
“tí tey ikki vóru nóg villug
at berjast fyri sínum lívi”.
Eg sum helt, at tey doyðu av
krabba, av tí at krabbamein
er ein deyðilig sjúka.
Ókey, flest yppa øksl og
ganga út frá, at “alternativur
heilivágur” er eitt óskaðiligt,
vesturlendskt miðalklassa-
njótilsi. Men hvussu kann tað
vera óskaðiligt at fáa vinning
burturúr at selja lygnir til
sjúk og hasi á deyðastrá við
ógvusligari sjúku og deyða
sum fylgju?
So vitja endiliga hasa
næstu Vítt til veggja, men lat
tá vera við at halda, at tú ert
eitt petti betri enn teir cele
brity-deiggjheilar, tú og tínir
vanguard-vinir vanliga flen
na at.
Tað er bert eitt orð fyri “healarar”,
og tað er enskt—crackpots!
Vítt til veggja reklameraði við, hvussu hesar “viðgerðir” kunnu ávirka
kropp og sinn, tá ið tað bert er saldoin, hesar kunnu ávirka