Sosialurinarkiv
Sosialurin 2014-05-01, síða 17
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 1. mai 2014síða 17

‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

17 Fríggjadagur 2. mai 2014 · Nr. 49 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 Arbeiðið fevnir um alt tað dagliga virk semið í kaffistovuni: at matgera, baka, vera um gestirnar og at halda tað reint og ruddiligt í køkinum, og har borðreitt verður í húsinum. Eisini verður tú við til at menna matarskránna, sum í stóran mun lagar seg til árstíðirnar, til norðurlendskar merkisdagar og til mentanar virksemið, sum er í húsinum. Umframt matgerð á staðnum, sam­ starvar SMAKKA við framúr góða køkin á Hotel Hafnia, sum dagliga fer at veita rættir til kaféina. Førleikakrøv: Tú verður við til at mynda SMAKKA frá byrjan. Tú mást tí duga væl at matgera og hava serligan áhuga fyri heilsugóðum mati. Tað er ynskiligt, at tú hevur áhuga fyri og royndir í at matgera rawfood og vegetar­mat.  Harumframt skipar SMAKKA í heyst fyri skeiði í at matgera heilsugóðan mat og dessertir/køkur. Tú hevur breiðan mentanarligan áhuga, og tær dámar væl at samskifta við nógv ymisk fólk á fleiri málum. Eitt fólk verður sett skjótast til ber og eitt 1. september ella eftir nærri avtalu við møguleika fyri at arbeiða nakað  í summar. Løn eftir avtalu. Skrivlig umsókn skal sendast til: hildur@smakka.fo  Umsóknafreistin er 16. mai 2014 StarvSfólk til nýggjU kaffiStovUna í norðUrlandahúSinUm Um tú ynskir at hoyra meira um starvið ert tú vælkomin at ringja til hildur Eyðunsdóttir á tel. 511606 Smakka letur upp mentanar náttina 6. juni Søkt verður eftir røskum, eldhugaðum og tænastu­ sinnaðum fólkum til fast starv í nýggju norðurlendsku kaffi stovuni í norðurlandahúsinum. vilt tú, saman við okkum, vera við at skapa eina nýggja norður lendska kafé við løttum og spennandi heilsu góðum mati, og trívist tú í einum livandi mentanardepli við fjølbroyttum kunda skara, kann tað vera tær, vit sóknast eftir. Smakka verður livandi kaffistovan í býnum; har fært tú gott te og kaffi, góðan morgunmat, lættar rættir á døgverða eins og á kvøldi, tá ið tiltøk eru í húsinum. Stórur dentur verður lagdur á grønmetisrættir og á, at rávørurnar, ið nýttar verða, altíð eru fyrsta floks