hósdagur 1. mai 2014síða 16
‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Fríggjadagur 2. mai 2014 · Nr. 49
16
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
Føroyar fyri øll
1. mai røða hjá Sonju J. Jógvansdóttir
á Vaglinum í Havn hósdagin
Sonja J. Jógvansdóttir
R
aðfestingarnar í dag avgerða,
hvat samfelag vit hava í
morgin.
Hvønn dag skapa vit framtíð
okkara – raðfestingarnar vit gera
í dag avgerð í stóran mun hvar vit
eru í morgin. Handlingar hava av
leiðingar.
Hetta ger seg eisini galdandi
fyri tey, sum sita í løgtingshúsinum
aftan fyri meg her. Tað sum verður
gjørt í dag hevur avleiðingar í
morgin.
Og hvat er tað so fyri eitt sam
felag sum vit fáa í morgin. Well ikki
nakað sum er glæsiligt – ikki nakað,
sum vit sum fólk kunnu breggja
okkum av. Hetta vendi eg aftur til.
Føroyar eru eitt land – Føroyar
eru ikki ein grunnur, ikki eitt
alment partafelag ella ein fyritøka
– Føroyar eru eitt land og Føroyar
mugu rekast sum eitt land. Hetta
hugsi eg onkusvegna er gloymt, tí
tað tykist mangan sum, at Føroyar
í løtuni verður rikið sum um tað var
ein fyritøka, sum um tað er fiskur,
bilar og havragrýn vit hava við at
gera og ikki menniskju av kjøti og
blóð.
Í samfelagnum telja vit øll við –
vit skulu øll telja við og vit skulu øll
vera her, óansæð hvørji vit eru, hvat
vit eru og hvat vit gera. Í mun til
fyritøkuna, sum onkuntíð setir fólk
og onkuntíð koyrir fólk úr starvi,
so skal landið ikki koyra nakran úr
starvi – ongin skal rekast burtur,
tí tey kláraðu ikki at lívbjarga sær
her.
Eyðkenni við góða samfelagnum
er, at vit øll rúmast líkamikið hvat
– vit skulu ikki senda bólkar av
landinum – Vit hava útflutt nóg
mikið av fólki – nú mugu vit taka
okkum saman, soleiðis at tað ikki
verður flutt burtur vegna tvørrandi
umstøður í Føroyum.
__ __ __ __ __
Hvat er tað so sum vit gera sum
samfelag – jú vit hava tað løgnu
støðu at tað er púra í lagi, at
vinnulívsfólk siga, hvønn vinnu
lívspolitikk vit hava – Umboð fyri
ymiskar vinnugreinar banka uppá
hjá
Vinnumálaráðharranum
–
servera honum uppskot, sum vera
borin niðan í løgtingið og atkvøtt
ígjøgnum og sett í gildi sum lóg – tí
tað er vinnan sum veit best, hvønn
vinnulívspolitikk vit skulu hava.
Hetta setir ongin spurnartekin
við – hóast talan er um virðir fyri
hundraðtals milliónir
Reiðarar hava fastan sess uttan
fyri skrivstovuna hjá fiskimálaráð
harranum og reiðarar, sum hava
tlfnr hjá fiskimálaráðharranum
fáa kvotur og avgerða, hvønn fiski
vinnupolitikk vit hava.
Hetta setir ongin spurnartekin
við – hóast talan er um virðir fyri
hundraðtals milliónir um árið, tí
reiðarar halda vit vita best, hvønn
fiskivinnupolitikk vit skulu hava
Hinvegin, tá ið ein persónur, sum
noyðist at liva av sjúkradagpeningi,
onkur sum brek, onkur sum noyðist
at vera fyritíðarpensjónistur ella
onkur, sum av eini ella aðrari orsøk
er á forsorg á Almannastovuni fer
og bankar uppá úti í landsstýrinum,
so fáa tey hurðina aftur í høvdið.
Kundar í almannastovuni sleppa
ikki framat at gera lógaruppskot
ella at avgerða almannapolitikkin,
hóast tey um nakar veit, hvussu
trupult tað er at fáa lívið at hanga
saman, tá ið tú noyðist at liva av
eini almennari veiting.
Hví er tað í lagi, at vinnulívsfólk
avgerða vinnulívspolitikkin
Hví er tað í lagi, at reiðarar
avgerða fiskivinnupolitikkin, tá fólk
sum liva av forsorg ikki eingong
verða eftirspurd um tey klára seg
fyri veitingina.
Ongin spyr heldur eftir um tey,
ið liva av sjúkradagpeningi, klára
seg fyri sjúkradagpeningin.
Tey arbeiðsleysu hava onga
ávirkan á støddina á arbeiðsloysis
stuðlinum.
At spekulantar gera lógir, sum
gera tað lættari at spekulera, er í
opinbart í ordan, men tey sum á
ein hvønn hátt ikki megna at vera
á arbeiðsmarknaðinum, skulu onki
at hava sagt, um ta skipan tey liva
undir – hetta halda vit vera í fínasta
lagi – faktiskt hoyra vit mangan,
at tey skulu vera glað fyri at liva
í einum landi har vit taka okkum
av hvørjum øðrum. Men gera vit í
veruleikanum tað í Føroyum –
Hondina á hjartað - hava vit
nakrantíð tikið okkum ordiliga av
okkara næstum, sum veruliga hava
brúk fyri ein sterkum trygdarneti?
Hevði tú klára at forsyrgt tær
og tveimum børnum fyri 65 kr um
dagin, tí hetta er veruleikin hjá
nógvum sperdum familjum í dag.
Hví er tað so sjálvfylgiligt, at vit
býta út og eru ein gávubúð, tá ið tað
snýr seg um at geva millióna virðir
til summi fólk – men vit mugu
endiliga halda okkum aftur, um
talan er um onkran sum er sjúkur,
ber brek ella er raktur á annan
hátt.
Nei nei nei nei – vit mugu endi
liga ikki geva ov nógv – tí tað skal
loysa seg at arbeiða verður sagt
aftur og aftur.
Eg skal fortelja tykkum eitt
loyndarmál, sum summir flokkar
ikki hava funnið útav enn – og tað
er, at ongastaðni í heiminum verður
so nógv arbeitt, sum har, sum tær
almennu veitingarnar eru høgar.
Tað er ein mýta, at er arbeiðs
loysisstuðulin,
sjúkradagpening
urin, forsorg ella fyritíðarpensjón
høg, so gevast fólk at arbeiða.
Tvørturímóti - tí tað er ferð
eftir ferð eftir ferð ávíst, at tað er
IKKI samband millum støddina av
veitingum og hugin at arbeiða – tað
eru onnur viðurskifti, ið gera seg
galdandi.
Vit í Føroyum hava heimsmet
í at arbeiða, tey sum kunnu, tey
arbeiða. Vit vilja øll gera okkara
íkast, og tí mugu vit sum samfelag
ikki vera bangin fyri, at tá ið vit ikki
fáa verið á arbeiðsmarknaðinum,
so eru skipanir, sum taka hond um
okkum.
Vit hava brúk fyri einum nógv
sterkari trygdarneti enn tað vit
hava í dag. Vit hava eisini brúk
fyri, at til ber at innrætta okkum
soleiðis, at munirnir millum fólk
ikki verður ovurhonds stórir.
Tað er ikki nøkur náttúrulóg, at
munur skal vera á fólki. Munur er, tí
vit avgerða, at munur skal vera.
Trupulleikin í Føroyum í dag er,
at tað seinastu árini eru tiknar alt
ov nógvar avgerðir, sum gera tað
trupult hjá fólki við lágum lønum
og teimum sum eru uttanfyri
arbeiðsmarknaðin at lívbjarga sær
her.
Um ikki broyting kemur í, fara
vit um fá ár, at hava stórar bólkar
av lút fátækum pensjónistum, tí
pensjónina skalt tú sjálvur gjalda,
og tað vita vit, at er lønin lág ella ert
tú uttanfyri arbeiðsmarknaðin, so
er ikki nógv at rinda pensjón við.
Hvør tryggjar vælferðina hjá
okkum øllum? Umbýti av pengun
um í dag er, at tey fátøku lata til
tey ríku – tað er púra galið, sum
samfelagið er broytt, og tað bara
stendur við og versnar.
Tað kann ikki vera rætt, at vit
skulu taka frá láglønarbólkum, so
onnur, sum hava góðar inntøkur,
fáa meir.
Vilja vit hava einar Føroyar,
har munurin á ríkum og fátækum
veksur og veksur, eg haldi ikki, men
tað er tað vit hava og tað er tað vit
fáa, við at velja tey fólk, sum í dag
stýra Føroya landi.
Vit hava tað mest karráða høgra
venda politiska stýrið nakrantið.
Tað er ein vanlagna fyri nógv í
Føroyum.
Men tann størra vanlagnan er, at
vit finna okkum í tí. Vit lata standa
til.
Vinstravongurin
má
finna
saman við tí eina endamálið at
steðga niðurlagingini av okkara
samfelag og teimum sum í dag ráða
fyri borgum.
Avgerðirnar, ið tiknar eru, hava
stóra ávirkan á framtíð okkara,
og uppruddingararbeiðið verður
øgiligt, men eg vóni og vænti, at
onnur koma til, sum kunnu bjarga
okkum landinum. Sum kunnu
støðga ráninum frá framtíðar
ættarliðnum.
Tað snýr seg ikki longur um,
hvørja samgongu vit skulu hava,
tað snýr seg um, hvat fyri samfelag
vit skulu hava.
Endamálið bæði politiskt og
privat má vera, at gera nøkur val
í dag, sum gera samfelagið betri,
rúmmligari og samhaldsfastari í
morgin, tí innast inni ynskja vit
øll einar Føroyar, har pláss er fyri
okkum øllum.
Føroyar eru ikki ein fyritøka –
Føroyar eru eitt land, og í einum
landi hava vit ábyrgdina av hvør
øðrum og vit hava skyldu at skapa
øllum sømulig kor.
Sonja Jógvansdóttir heldur røðu á 1. mai dags haldinum á Vaglinum í Havn
Mynd: Álvur Haraldsen