hósdagur 1. mai 2014síða 15
‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
15
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
Fríggjadagur 2. mai 2014 · Nr. 49
S
kúlin hevur verið nógv í
miðlunum seinastu mánað
irnar. Tað er ikki bert PISA og
inklusjón í fólkaskúlanum, vit hoyra
um. Rektarin í Hoydølum segði
nýliga í viðtalu við kringvarpið, at
fleiri av næmingunum tørva eyka
stuðul, og hann legði aftrat, at tey
nærum hvørja viku finna ein nýggj
an næming, ið er orðblindur.
Sum tað var nevnt í kringvarp
inum, so er greitt, at tað ikki bara
gongur sum eftir ánni, at so stórt
tal av ungum á hvørjum ári skulu á
miðnám, sum eisini er tann politiski
viljin í dag. Í løtuni ganga t.d. yvir
700 næmingar í Hoydølum. Fakfólk
meta, at 5% av hvørjum árgangi eru
orðblind á onkran hátt.
Hóast alt tykist skilagott, sum
higartil er komið fram, so skerst
ikki burtur, at mong hugsa: Var ikki
gjørligt at loysa nakrar av hesum
trupulleikum í fólkaskúlanum? Og
hvussu er tað, er tú orðblindur, tá
tú kemur á miðnám, er tú so ikki
eisini orðblindur, tá tú kemur í
skúla? Og hvat kostar tað fyri sam
felagið, at 50 fólk um árið verða
fangað sum orðblind, tá tey koma á
miðnámsskúla? Og hvørjar ósigrar
hava børn og ungfólk okkara verið
fyri í 9 ár, áðrenn trupulleiki teirra
var staðfestur?
Okkurt bendir á, at tað var røtt
avgerð, tá leiðslan fyri DUGNA
seinasta heyst gjørdi av at avtaka
2 ára FHS fyri ístaðin at fara undir
eitt skúlaár við grundleggjadi skúla
fakum. Hetta komst millum annað
av, at talið av ungum, ið søkja inn
á fráfaringarroynd fólkaskúlans
við Áir hevur verið væl hægri enn
pláss er fyri, og bíðilistin seinasta
ár var ógvuliga langur. Endamálið
við fyrireikingarflokkinum er at
geva grundleggjandi lesi-skrivi- og
rokniførleikar og hjálp til at hand
fara avbjóðingar, so næmingarnir
eru førir fyri at halda fram í 9.
flokki við Áir.
Eisini er Føroya Handilsskúli
farin undir 2 ára FHS (fyrireiking til
HH) sum eina roynd. Møguleiki fyri
fráfaringarroynd fólkaskúlans fæst
annars eisini á kvøldskúlanum, har
ALS saman við kvøldskúlanum í
Havn hevur stutt skeið fyri arbeiðs
leysum. Hetta verður sagt at rigga
væl.
Umsíðir eri eg, har eg ætlaði
at byrja, nevniliga við dreingjum,
ið ikki trívast í fólkaskúlanum.
(Gentur finnast sjálvsagt eisini.)
Dreingir sum annaðhvørt skulka
ella verða útkoyrdir úr tímanum,
og sum hareftir hava lítið gott at
minnast um skúlan. Summir eru
kanska orðblindir, men langt frá
allir. Dagarnir fara við telduspølum
til langt út á náttina, og í skúlanum
sita teir kanska og hálvsova. Teir
fingu lítið og onki burturúr skúl
anum. Eg kendi nakrar í mínum
arbeiðslívi. Og haraftrat ráðaleys
foreldur, tá dreingirnir eru farnir
úr skúlanum, og summir liggja og
sova dagin langan og sita kanska
við telduna um náttina.
Fótbóltsflokkurin
Millum annað hesir dreingir hava
givið íblástur til fótbóltsflokkin í
Tórshavn. Tað er sera áhugaverdur
lesnaður at lesa um henda flokk í
seinasta skúlablaðnum nr. 2 í ár og
um, hvussu hugagóðir næmingarnir
eru og leggja sær nær fyri at sleppa
í fótbóltsflokkin, og at tað hevur ja
ligt árin á onnur fak.
Ei heldur eru trupulleikar við at
møta til tíðina ella við disiplin.
Dreingir á tromini
Varð so upplyft, tá eg nýliga las um
summarskúlan - nevndur Drenge
akademiet
www.loekkefonden.
dk. Eitt tilboð til dreingir, ið eru
hugaðir at brúka tríggjar vikur av
skúlasummarfrítíðini til summar
skúla, ið er ein kostskúli, har dagurin
byrjar kl. 7 á morgni og endar kl. 10
á kvøldi, og har alt er skemalagt.
Endamálið er at geva teimum eitt
eymligt fakligt spark uppeftir, fyri
at teir kunnu trívast í skúlanum og
kenna seg viðurkendar.
Fyrsta roynd av hesum slagi var
gjørd í Danmark við 23 dreingj
um summarið 2012. Urslitið var so
einastandandi, at seinasta summ
ar vóru 100 dreingir úr øllum land
inum í summarskúla í 3 vikur.
Verkætlanin hevur samantvinnað
intensiva fakliga venjing við menn
ing av persónligum lyndi ella muru
og við at bøta um dagligar vanar.
Teim bilti ei magn og mót
Niðurstøðan av hesum trimum
vikunum er m.a.:
• Áhugin fyri at ganga i skúla er
munandi vaksin.
• Dreingirnir hava munandi bøtt
sítt fakliga støði í at lesa, at
stava og í støddfrøði svarandi
til 1-3 ára luttøku í vanliga
skúlanum.
• Munandi betri trivnaður
• Sjálvsvirðingin er munandi
hækkað hjá teim flestu.
• Sum heild eru sosialu
førleikarnir vorðnir betri og
• Deingirnir eru meira sosialir, og
hava størri vón um framtíðina.
Nógv annað gott er at siga um hesa
verkætlan, ið fær drúgva umrøðu
á nevndu heimasíðu. T.d. dámar
teimum, at tað verða sett mørk og
at tað fær fylgir, um tað, ið avtalað
er, ikki verður hildið. Eftir stendur
spurningurin, um fongurin heldur
við, tá dreingirnir koma aftur í
skúla. Endamálið er sjálvsagt, at tað
skal hann, og at teir fara at koma
longur á leið í lívinum, fylgja sínum
dreymum og fara í læru ella undir
miðnám, tá fólkaskúlin er av.
Summarskúli í Føroyum?
Hava vit møguleikar at royna hetta,
um áhugi er fyri tí?
Spell er, at vit framvegis ikki hava
fingið ofta umrødda eftirskúlan.
Tí so høvdu karmarnir verið har.
Hinvegin so er ikki eiðasørt, hóast
skúlaheimini
kanska
stundum
verða brúkt til ferðafólk um summ
arið, sum eisini stórur tørvur er
fyri.
Sjálvandi skulu vit ikki renna á
leistum, men vit eiga at kanna hesa
verkætlan nærri. Tí um tað veruliga
ber til, at so nógv kann fáast av
skafti t.d. frá 1.-21. juli, so eru iva
leyst bæði foreldur og dreingir, ið
halda hetta vera sera áhugavert.
Hetta kann verða altavgerandi fyri
framtíðina hjá summum dreingjum.
At sleppa til skips, tá tú ert 14-15 ár
er ikki so einfalt longur, og kanska
heldur ikki altíð so áhugavert hjá
ungum í dag, sum tað var fyrr, tá
dreingir fóru til skips og ofta komu
aftur sum menn.
Skúlin við Áir?
Hann er nýliga gjørdur í stand og
hevur 8 kømur. Men her eru so
summarskúlamøguleikar, ið verd
ir eru at hugsa um. Skúlin liggur
passaliga fjarskotin, og tað er ikki
nakað, ið freistar av øðrum til
boðum. Skúlaheimini í Klaksvík
og Havn eins og Háskúlin kundi
kanska eisini veri eitt boð í hesum
høpi.
Okkara framtíð
Vit hava ikki ráð til at sleppa teim
ungu uppá fjall, ið stundum ikki
tykjast at passa inn í ta skipan,
sum fólkaskúlin bjóðar. Í mongum
førum fáa tey ikki teir kjansir og
teir møguleikar, tey hava uppiborið.
Umframt tað, at skúlin kann gerast
ein plága, so kann tað vera so mangt
annað á leiðini eitt nu í heiminum,
sum tey hava at stríðast við. Vit
verða at kenna okkara vitjanartíð
á hesum øki. Alt gott um tað, at nú
verður farið at linka treytirnar fyri
at flyta inn fremmand faklærd úr
EU til Føroyar, men tað er ikki nóg
gott, at so mong av okkara ungu onki
hava at fara upp til og í ringasta føri
ongatíð koma á arbeiðsmarknaðin.
tíðargrein
Karin Kjølbro
fyrrverandi løgtingskvinna
Tórbjørn
Jacobsen
Karin
Kjølbro
Hans Pauli
Strøm
Sámal Petur
í Grund
Jógvan
Sundstein
Edmund
Joensen
Summarskúli til summar dreingir
Jógvan
við Keldu
Vit hava ikki ráð til at sleppa teim ungu
uppá fjall, ið stundum ikki tykjast at passa
inn í ta skipan, sum fólkaskúlin bjóðar. Í
mongum førum fáa tey ikki teir kjansir
og teir møguleikar, tey hava uppiborið
Úr oddagrein skúlablaðsins nr. 2, 2014: Herálvur
Jacobsen, formaður Føroya Lærarafelags.
Úrslitini í seinastu Pisa-kanningini vísa, at
talið á næmingum, sum fakliga klára seg illa
ella ónøktandi, er alt ov høgt, meðan talið av
úrmælingum er sera lágt, fyri ikki at siga onki.
Skemaið í summarskúlanum
kl.07.00: uttandura morgunsangur. Sálarlig- og
likamlig venjing, síðani bað. Ymisku
arbeiðsbólkarnir gera sínar skyldur. Nakrir
hjálpa til við morgunmatinum.
kl. 08.00: Morgunmatur
kl. 08.30: Morgunfundur í borðstovuni
kl. 09.00: Faklig undirvísing
kl. 12.00: døgurði. Fartelefonirnar handaðar og tiknar
innaftur, áðrenn undirvísingin byrjar aftur.
kl. 13.00: kropsvenjingar
kl. 14.00: Faklig undirvísing
kl. 17.00: Frí og nátturði
kl. 18.30: Kvøldfundur og prát um, hvussu dagurin
gekk. "Dagsins maður". "Hægst hæddarlop
hesa vikuna"," besti vinmaður hesa vikuna"
tilnevndir.
kl. 19.00: Venjingarcafé
kl. 20.00: Skriva logbók og umhugsan
kl. 20.30: Fríløta t.d. fótbóltur
kl. 22.00: Allir í song
Tey 7 námsfrøðiligu lyndiseyðkennini, ið
arbeitt verður við á á summarskúlanum
• Sjálvstamarhald
• Áhugi (engagement)
• Ágrýtni
• Sosialt vit og skil
• Forvitni
• Takksemi
• Bjartskygni