Sosialurinarkiv
Sosialurin 2014-05-01, síða 14
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 1. mai 2014síða 14

‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

14 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 Fríggjadagur 2. mai 2014 · Nr. 49 Arbeiðaradagurin 2014 er farin framvið. Dagur teirra stríðandi og tímaløntu. Dagur teirra, ið summi kalla tey á niðastu rókunum. Stríðsdagurin: arbeiðarin mótvegis kapitalinum. Bardagin fyri at fáa uppibornan lut av køkuni og rímulig kor. Og hinvegin hava vit hoyrt, - ofta sagt av fólki í klædningi, at klassakampurin er ein farin tíð. Men hvussu sær so út, um vit blaða um til veruleikan? Er dagsins samfelag eitt samfelag, har øll hava tað einastandandi gott. og har øll enntá fáa sín góða part av køkuni og av teimum fyrimunum, ið samfelagsskipanin KANN geva? Hava vit ikki fingið eina flata skattaskipan, ið ger mun á fólki, so at tey sum hava, skulu fáa meir? Og hesi, sum fáa meir, fáa tey ikki eisini lut í teim fyrimunum, ið eru at fáa? Landsins kosnu eiga at tola, at hugt verður at teimum, og tí kunnu vit spyrja – eftir ársins arbeiðaradag, hvussu nógv av okkum, landsins borgarum, fáa koyripening ella frían bil, fría telefon og góða løn, umframt ymiskt afturat, eitt nú alt eftir, hvussu nógvum nevndum navnið dukkar upp í? Tað eru tey,sum sigla millum leyst arbeiði og dagar í ALS, og hvør ársløn ikki sæst aftur, um vit nevna tað, sum ávís onnur fáa í koyripeningi og/ella frádrátti, og hvørs tøl eru alt ov fløt til at koma upp á tal, tá vit tosa um nær fyrimunir við flatskattaskipanini byrja at vísa seg. Á Herberginum hjá Frelsunarherinum í Havn, sum fyri stóran part er bygt og fíggjað av peningi uttan úr heimi, ja, skommin er fullkomin , – har fyllist, heldur enn tømist, og býarmyndin er av sonnum vorðin ein sigandi mynd, ið sigur meira enn túsund orð. Tí, hvat nýtta røðarar mótvegis røvarum?, ber til at spyrja. Jú, orð eru hvøss og viljin er hvast svørð. og samanhald gevur styrki!!! Men kanska er tað júst í hesum síðsta, samanhaldinum, at vit ikki standa royndina. Tað er tíðarandin at vera ( í hvussu er við jøvnum millumbilum) single, at búgva í egoist-íbúðum og at alt mítt er als ikki títt. Øll hava vit fingið ein hjartatransplantatión, so hjørtuni nú sita longur til høgru. Klassakampurin er av, tey ríku fáa meir, alt meðan heimligi ódugnaskapurin ikki fær avleiðingar, men verður turkaður upp á ein tøkning í Canada. Ráð eru ikki til at kanna heimligar bankagølur, og slagorðið á Vaglinum kann passandi ljóða: Bye Bye 1. mai!! Og so spyr onkur, HVÍ føroyingar allir leypa á bláman??!! Dagfinn Olsen lærari EYGA MÁLIÐ Bye Bye 1. mai – Hvat nytta røð­ a­rar mótvegis røvarum? Stjóraskiftið í Atlantic enn eitt ógreitt mál kjak Býráðið hevur samtykt Musikkskúla í Sortudíki Halla Samuelsen býráðslimur fyri Javnaðarflokkin í Tórshavnar býráð Musikkskúlin hevur verið mítt hjartamál og havi eg arbeitt fyri at fá ein nýggjan Musikkskúla líka síðan eg kom í býráðið. Tí harmar tað meg sera nógv, at byggingin av nýggjum Musikkskúla nú í longri tí hevur verið á “stand by.” Orsøk til hetta er millum annað, at fyrireikingarnar hava tikið longri tíð enn vænt­að, men eisini tí, at nakrir býráðslimir hava verið frammi við, at teir ivast í um staðsetingin í Sortu­díki er tann rætta, og at Musikk­ skúlin verður ov dýrur at byggja har. Í desember í fjør bleiv tað einmælt samtykt, at fíggj­ arkarmurin fyri at byggja Musikkskúla í Sortudíki, er uppá 67 mio.kr. At byggja ein Musikkskúli er ikki tað sama sum at byggja ein vanligan skúla, har eru nógv viðurskifti at taka hædd fyri. Serligan dent havi eg lagt á, at akustisku viðurskiftini í skúlanum eru í lagi. Hetta er ein íløga, ið er sjálvsøgd til ein Musikkskúla, so lærarar og næmingar kunnu fáa mest nyttu burt­ ur­úr. Hetta setir serlig krøv til byggingina, og tí er einki løgið í, at tað er dýrari at byggja ein Musikkskúla enn ein vanligan skúla. Eri bangin fyri, at halda vit ikki fast við núverandi ætlan í Sortudíki, men fara at flyta Musikkskúlan á annað stað, og ikki kunnu nýta núverandi ætlan á tí stað­num, so koma vit at bíða leingi afturat til vit fáa ein Musikkskúla. Vit, allir býráðslimir hava til hvørt val skrivað grein­ar upp og niður og lovað okkara børnum, for­ eldrum og lærarum ein nýggj­an Musikkskúla, tí ver­andi hølisumstøður eru ótíðarhóskandi og forðar fyri víðari menning. Haldast eigur tí fast við gjørdar býráðssamtyktir um Musikkskúlan í Sortudíki og ta frálíka prosjektið, sum fyriliggur, og fara í gongd við at byggja Musikkskúlan í Sortu­díki sum skjótast. Ólavur Hátún Mong vóru vit, sum í no­ vember mánaði í fjør hvukku við av kring­varps­tíð­ind­um um, at Magni Arge var sagdur úr starvi sum flog­ferðslu­ stjóri og ann­ar maður fyribils settur í hansara stjórasess. Hví so ógvisligt stig var tikið móti einari fyritøku, sum so eyðsýniliga var í góð­ um hondum, var ilt at skilja. Í 2004 hevði Atlantic fingið føroyska skoðsmálið at vera ”Ársin Átak”, í 2007 ljóðaði, at danir høvdu kosið Atlantic at vera ”Årets Læreplads”, og so seint sum í fjør kulmineraði, tá føroyska flogfelagið varð fyri tí altjóða heiðuri at vera kosið at vera ”The European Reginal Airline of the Year 2012-2013”. Grundgevingin fyri hesum seinasta var tvinn­anda: 1) Føroyska felagið hevði á serstakan hátt dugað at skipa fyri professionellum flogsambandi til og frá smásamfelag sum okk­ ara. 2) Atlantic hevði sermerkt seg við at ganga undan í at taka nýtíðar flogtøkni í nýtslu í Europa. Ikki var tað sørt, at vit vóru errin av okkara flog­ferðslu­ stjóra, so væl og greitt hann bar seg bæði í heimligum og í altjóða umhvørvi, hvussu hann við nýggjum, rúmligum flogførum veruliga hevði fingið okkara flogfelagi luft undir veingirnar, og hvussu hann støðugt fann okkum nýggjar leiðir út í heim. Hví júst hann skuldi fáa durafjórðingin úr sínum eftir øllum at døma vælfungerandi starvi, hava vit onga nøktandi grundgeving fingið fyri. Fyri páskir varð málið reist á tingi við fyrispurningum til Jóhan Dahl, landsstýrismann; men tey svar, sum hann gav, vóru ikki sannførandi: Samstundis sum hann t.d. bedýraði, at hann onki hevði havt við hetta mál at gera, legði hann tó dent á tann týdning, tað hevði, at nevndin í flogfelagnum hevði fyrilit fyri tí, sum aðalognari felagsins (t. e. Føroya Lands­ stýri) ynskti. Vit vita eisini, at landsstýrismaðurin bland­aði seg beinleiðis upp í nevnd­ ar­arbeiðið, tá hann vrakaði formannin, sum nevndin hevði kosið sær, og kravdi annan settan. Summa summarum í hes­ um máli fær tí illa verið ann­ að, enn at Jóhan Dahl av eini­ hvørjari orsøk hevði sett sær fyri at reka Magna Arge frá sum flogfelagsstjóra. Almenningurin stend­ur tí enn spyrjandi, hví lands­ stýrismaðurin í flogmálum gjørdi hetta óvæntaða inn­ trivið í flogleiðsluni, og hvat hann hevur í hyggju at fremja, sum ikki bar til við Magna Arge sum formanni. Nýsetti útlenski for­mað­ urin hevur enn lítið og onki latið hoyra frá, men aðrar vegir frættist, at nú skal far­ ast út í heim at finna okkara flogfelag ”nýggja stategi”. Sum nevnt omanfyri fekk Atlantic heiðursprís júst fyri nýhugsan. Og er tann strategi ikki tann tryggasta, sum við kvalificeraðum innliti í, hvat ið fer fram aðrastaðni, tó støðugt byggir á heimligar royndir? Mær rennur í huga, tá landsstýrið uttan atlit at heimligum viðurskiftum læt serfrøðinginum Finn Nor­man Christensen upp í hendur at evna til ein stjórnar­skip­ anarleist fyri Føroyar eftir stórsamfelagsligum fyri­ myndum uttanlands. Eigur ikki mangt í royndunum av tí nú at vekja til umhugsni?