Sosialurinarkiv
Sosialurin 2014-05-01, síða 13
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 1. mai 2014síða 13

‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

13 Fríggjadagur 2. mai 2014 · Nr. 49 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 tíðargrein til Felagið Nótaskip máta, hvussu stórt yvir­skotið er. Fyrsti hátturin at máta yvirskotið uppá er egin­pen­ings­avkastið. Hetta merkir, at um tú setir eginpening í eitt felag, so vísir hetta talið, hvussu stórt prosentvís avkast tú fært av eginpeninginum. Sum tølini vísa, so hava skipini havt so stór yvirskot, at eginpeningurin longu er forrentaður fleiri 100 prosent í hesum skipunum. Í vinnum við kapping hendir hetta ikki, tí eitt slíkt yvirskot hevði ført til, at fleiri fyritøkur høvdu komið inn at roynt seg í kappingini. Eitt so stórt yvirskot kemur bert fram, tí landsstýrið gevur tilfeingið burtur til nakrar fáar fyri einki. Niðurstøðurnar eru fýra. 1. Fyrsta er, at yvirskotini fleir­ duplast frá 2009 og frameftir, tá vit taka okkum rættin til hægri makrelkvotu, og landsstýrið síðan gevur rættindini til nakrar fáar reiðarar. 2. Næsta er, at yvirskotini í pelag­ isku vinnuni eru so stór, at tey geva avkast, sum er fleiri ferðir tað, sum er í øðrum vinnum. 3. Triðja niðurstøðan er, at tað er eitt stórt yvirnormalt av­ kast í pelagisku vinnuni. Ein tilfeingisrenta er eitt yvir­ skot, sum er útyvir eitt van­ligt yvirskot í tí ávísu til­feingis­ vinnuni, sum stavar frá einum einkarrætti at gagnnýta eitt náttúrutilfeingi. 4. Fjórða niðurstøðan er, at yvir­ skotið í pelagisku vinnuni mest stavar frá, at landsstýrið gevur teimum eina dýra og nógv verda gávu, nevniliga fiskirættindi, fyri einki. Yvirskotini eru so stór, at skipini kundu verið útgoldin eftir 4 árum. Næsti hátturin at máta yvirskotini er at máta, hvussu nógv er avkastið upp á samlaðu íløguna í skip og upp­keypt veiðirættindi. Hetta sigur nakað um, hvussu skjótt tú kanst útgjalda íløguna í skipið og keyptu veiðirættindini. Her síggja vit, at avkastið er oman fyri 25 prosent av samlaðu iløguni. Tað ber sostatt til at gera eina íløgu í eitt skip, og útgjalda øll bankalán eftir 4-5 árum. Úr hesum fáa vit tvær niður­ støður. 1. Fyrsta niðurstøðan er, at yvir­ skotini eru nógv størri enn í øðrum vinnum. 2. Onnur niðurstøðan er, at yvir­ skotini eru sera stór, tí tá ein ger íløgu í skip verður vanliga mett, at tey halda í 20 ár. Í pelagisku vinnuni eru yvirskotini eru so stór, at skipini (tvs. bæði lán og eginfígging) kunnu aftur­ gjaldast eftir 5-6 árum. Yvirskotið í pelagisku vinnuni er stórt, tí tað stavar frá einari gávu Jógvan Jespersen, sum er talsmaður fyri felagið Nótaskip sigur, at yvirskotini eru so stór í pelagisku vinnuni, tí reiðararnir í pelagisku vinnuni hava rationaliserað, og duga væl at planleggja. Alt gott um reiðararnar. Teir, sum eg kenni, eru skilamenn. Men vilja Jógvan Jespersen og Fe­lag­ ið Nótaskip veruliga hava okk­um at trúgva, at teir eru fleiri ferð­ irnar dugnaligari enn øll onnur í vinnu­lívinum? Ella vilja teir vera við, at øll onnur vinnulívsfólk eru ódugnalig? Hesin pástandurin er sjálvandi skeivur. Tað rætta er sjálvandi, at ein partur av yvirskotunum (nor­ mal­yvirskotið) í pelagisku vinn­ uni stavar frá dugnaligari leiðslu í pelagisku vinnuni. Men størri part­ urin av vinninginum (yvir­normala yvirskotið) stavar frá, at landsstýrið útlutar stór virðir ókeypis til vinn­ una. Yvirskotið í pelagisku vinnuni er so stórt, tí landsstýrið gevur reiðarunum ein fiskirætt fyri einki, sum er fleiri hundrað milliónir verdur hvørt ár. Landsstýrið forðar øðrum at sleppa inn, og tí er hetta eitt reint monopolyvirskot. Annars eru fleiri pástandir, sum eg ikki skilji, hvar Jógvan hevur frá: Uppáhald 1. “Tí er avgerandi, at vit ikki økja um fiskiorkuna, sum summi mæla til.” Svar: Eg trúgvi ikki, at nak­ar búskaparfrøðingur hevur mælt til at økja fiskiorkuna. Jógvan veit kanska at siga, hvør tann skuldsetti er. Uppáhald 2: “Somu búskapar­ frøðingar siga, at málsetningurin má vera, at tey dugnaligastu reiðaríini yvirliva. Tað er væl tað sum er hent í nótaflotanum.” Svar: Hetta uppáhald er púra skeivt. Eingin kapping er, sum ger, at tann sum dugir best at fáa burtur úr rávøruni sleppir framat. Veiðirættindini verða givin soleiðis, at tað í besta lagi er rættiliga tilvildarligt, hvør verður útnevdur av landsstýrinum til at verða milliardingur. Í ringasta føri er tað tey, sum hava best samband til landsstýrismannin ella samgongumenn. Verandi skipan mótarbeiðir, at tað eru tey, sum duga best, ið sleppa at gagnnýta føroyska fiskatilfeingið. Uppáhald 3: “Vinningurin, sum hevur verið eftir hjá reiðaríunum hesi árini, er allur farin til nýggjar íløgur.” Svar: Reiðaríini í Felagnum Nóta­ skip fara sambært Jógvan Jespersen væntandi at gera íløgur á 700 mió. kr. í árunum 2008-14. Tað ljóðar gott, men eg vóni, at vit øll høvdu gjørt nógvar íløgur, um vit fingu so stórar gávur frá landsstýrinum. Her er tó eisini tað at siga, at fyri at gera íløgur upp á 700 mió. kr. er vanliga ikki neyðugt at nýta meir enn umleið 175 mió. kr. í eginpeningi frá konsernmóðirfelagnum sjálv­ um, svarandi til 25 prosent av íløguni. Tað hevði verið áhugavert, um Jógvan Jespersen greiddi frá, hvussu nógv feløgini hava brúkt av sínum egnu pengum fyri at gera hesar íløgurnar upp á 700 mió. kr. Í sama tíðarskeiði, 2008-14, sum feløgini fara at gera íløgur fyri umleið 175 mió. kr., fara reiðaríini við óbroyttari lóggávu at vinna sær einar 1400 mió. kr. Annars verður sagt í greinini, at milliardin í vinningsbýti varð til 5 milliónir. Hetta er ikki rætt. Í greinini tók eg greitt fyrivarni fyri, at eg ikki hevði kannað, hvat móðirfeløgini nýttu peningin til. Sitat: “Tølini skulu takast við tí fyrivarni, at summi feløg hava eitt holdingfelag, har tey kunnu seta pengar sínar inn. Tað kunnu tískil vera gjørdar íløgur í vinnuna við hesum pengunum uttan at tað sæst á roknskapunum.” Hetta fyrivarni stóð enntá tvær ferðir. Kortini varð hetta lagt út, sum at eg ikki dugdi at rokna. Eitt sindur unfair. Nokkso vanligt, tá onkur ikki ynskir at tosa um tað, sum tað veruliga snýr seg um. Trupulleikin er jú ikki, at fe­ løgini taka stór vinningsbýti úr pelagisku reiðarínunum. Tað sum er galið, er, at yvirskotini eru so ovurstór, tí landsstýrið gevur gávur (veiðirættindi) upp á hundraðtals milliónir árliga til nakrar fáar, sum so kunnu takast út úr pelagisku vinn­uni. Hetta hevur einki við dugna­semi at gera. Til seinast. Jógvan Jespersen sigur, at nótaflotin er í andgletti. Persónliga trúgvi eg ikki tað er rætt fatað. Eg rokni við, at tey flestu klára at gjøgnumskoða hetta, og síggja, at teir sum tað er nakað galið við, er teir politikararnir, sum verja verandi samfelagskaðiligu fiski­ vinnuskipan. dagur 4. apríl 2014 · Nr. 40 indi verða bara latin, fyri at stovn ar nir ikki skulu av­ oyðast. 2,2 milliardir í fórið Nýggja makrelavtalan førir við sær, at yvirskotið í pelag­ isku vinnuni verður enn størri, tí føroyingar fáa betur at gongd til stovnin. Har­ aftrat eru endurmetingar av stovn inum gjørdar, og tað merkir, at veiðan verður enn størri og tískil verður avreið­ ingar virðið størri. – Yvirskotið hjá upp­ sjóvar flotanum hevur verið um 250 mió. kr. seinastu ár ini og eigararnnir hava sein astu árini tikið um 150 milliónir út í vinningsbýtið um árið. Kom andi 4­5 árini fer yvir­ skotið í pelagisku vinn uni at vera góðar 750 milliónir krónur árliga, so roknast kann við, at eigararnir fara at taka sær um 5­600 milliónir út úr vinnuni um árið, sigur Kári Petersen. – Hetta merkir, at yvir eitt fýra ára skeið kunnu eigar arnir taka sær um 2,2 milliardir út í vinningsbýti. Hyggja vit at tølunum, hava fel øgini seinastu trý árini r ni 7 Fríggjadagur 4. apríl 2014 · Nr. 40 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 tikið alt yvirskotið út, so tað er sann líkt, at teir gera tað fram yvir eisini, sigur Kári Petersen. Útflutningsvirðið hækkar Útflutningsvirðið hjá pel­ ag iska flotanum var 400 milliónir í 2008­2009 og kom uppá 1,03 milliardir í 2013. Frá og við í ár fer út­ flutnings virðið at vera góðar 2 milliardir krónur orsak að av nýggju makrel av taluni og endur met ingum av stovn­ inum. Tað er tí líkt til, at makrel­ veiðan í nøkur ár verður væl størri, enn hon hevur verið seinastu árini. – ICES­fiskifrøðingar hava hildið makrelstovnin verið um leið 4 milliónir tons. Norð menn halda hann vera umleið 9 milliónir tons. ICES mælti í fjør til, at heildar veiðan kundi vera 544 túsund tons. Nú heldur ICES, at ráðiligt er at fiska 890 tús und tons, sigur Kári Petersen. – Hetta kundi verið eitt gott høvið til at sett gjald á til feingið. Avreiðingarvirði økist við 1.600 milliónum saman borið við 2009, har tað lá á 400 milliónum, men hetta hevur ikki fingið politk arar at broyta kós. – Føroysku politikararnir velja heldur at taka hesa upp hædd frá Føroya fólki og geva eina milliardagávu til nakrar fáar ríkar reiðarar í staðin fyri at selja veiði­ rættindini og geva vanligum løntakarum ein skattalætta á 2.500 kr. um mánaðin, sigur Kári Petersen. 3 milliardir úr pelagisku vinnuni Leggja vit tær 500 miliónirnar aftrat, sum longu eru tiknar út úr pelagisku vinnuni, so eru vit uppi á 2,5 ­ 3 milliardum, sum nakrir einstaklingar kunnu taka sær til privata nýtslu bara í pelagisku vinnuni. Eru eigararnir umleið 10, so eru einar 275 milliónir krónur í part. Kári Petersen sigur seg hava torført við at skilja, at politikararnir í Føroyum halda tað gagnar vinnuni í Føroyum, at nakrir fáir vinnu lívs menn fáa 2,2 milliardir. Hann hevur fyrr verið inni á, at mátin, sum fiski vinnan verður stýrd í Føroyum ríkar nøkur fá tilvildarlig fólk, og vit enda við at fáa eitt fámannaveldi. Tað vil siga, at at nøkur fá koma at eiga milliardir og har við koma at eiga alt vinnulívið og koma at taka allar stórar avgerðir í sam­ felag num. – Tað hevði verið nógv betri fyri føroyska búskap­ in, um politikararnir tóku eitt tilfeingisgjald, sum svar­ aði til virðið á veiðirættind­ unum, og góvu fólki ein skatta lætta uppá 5­600 milliónir. Hetta hevði merkt, at skatturin hjá vanligum løn takarum hevði verið um 2.500 kr. minni um mánaðin. Ein familja við tveimum inn­ tøkum hevði sostatt kunna havt um 5.000 kr. meir í tøkari inntøku um mánaðin, sigur hann. Vilja ikki loysa trupuleikan Ein slíkur skattalætti hevði eisini økt keypsorkuna nógv í Føroyum og fingið virksemið í gongd aftur og kundi fingið fólkastreymin at vent aftur til Føroya í staðin fyri støð­ ugu fráflytingina, sum hev ur kostað Føroyum 2300 netto­ fráflytingar seinastu 10 árini, heldur Kári Petersen. – Niðurstøðan má vera, at meirilutin av føroyskum politik arum ikki vil geva Føroya fólki skattalættan, sum kann geva hvørjari fam­ ilju 5.000 kr. eyka meira um mánaðin at liva fyri. Teir vilja ikki hava gongd á búskapin aftur. Teir vilja heldur hava fólkafráflyting enn fólka­ tilflyting. Meirilutin av før­ oyskum politikarum vil held­ ur geva nøkrum fáum ríkum reiðarum 5­600 milliónir krónur um árið komandi fýra árini, so teir kunnu heva sær 2,2 milliardir út úr fiski­ vinn uni, sigur Kári Petersen. Jørgen Niclasen, fíggjar­ málaráðharri, hevur sagt, at tað ikki er gott fyri sam­ felags búskapin, at koyra eitt stórt tilfeingisgjald bein­ leiðis inn í fíggjárlógina, men hetta nýtist ikki at vera nøkur forðing, sigur Kári Petersen. – Tað er møguligt at gera hesar broytingar í stigum, og tað er eingin ivi um, at selir lands stýrið veiðurættindini til fiskivinnuna sum heild, er hetta ein varandi inntøka, sigur Kári Petersen. Tey tølini, sum hann byggir út­ rokn ingar nar, sum her eru nevndar á, eru ein ans frá pelagisku vinnuni. marjun@sosialurin.fo fiskivinnupolitikkur Avreiðingarvirðið er farið úr 400 milliónum og upp í 2 milliardir, men landsstýrið vil ikki taka pengar fyri nýggju veiðirættindini uppsjóvarvinna – Eigararnir av pelagiska flotanum hava seinastu fýra árini tikið 500 milliónir út úr feløgunum sum vinningsbýti. Framyvir kunnu teir taka umleið 5-600 milliónir út um árið, í øllum førum næstu 4-5 árini, sigur Kári Petersen 2008 2009 2010 2011 2012 2013 2014 2015 Útflutningur av pelagiskum fiski 381 407 706 1102 1312 1346 2050* 2050* Søla 548 443 776 1027 1075 1150* 1850* 1850* Aðrar útreiðslur 238 167 266 379 428 430* 430* 430* Starvsfólkakostnaður 180 141 237 306 319 345* 555* 555* Avskrivingar 66 86 92 99 100 100* 100* 100* Úrslit áðr. óvanligt -34 0 160 235 214 275* 765* 765* Óvanlig inntøka 312 Skattur 49 6 30 48 46 61* 168* 168* Úrslit eftir skatt 229 -6 130 188 168 200* 597* 597* Vinningsbýti 74 70 125 151 146 150* 550* 550* Eginogn 425 120 135 369 420 Tøkur peningur 193 149 251 310 228 Tal av skipum 11 9 8 11 11 Keldur: Grannskoðaravirkið Januar, Hagstovan, tølini fyri 2013 til 2015 eru egnar útrokningar *METT Kári Petersen, búskaparfrøðingur, hevur mett um avreiðingarvirðið í pelagisku vinnuni fyri 2014 og 2015. Haraftrat hevur hann hugt eftir, hvussu nógv er tikið út sum vinningsbýti í fiskivinnnuni sum heild og í pelagisku vinnuni seinastu 10 árini. Tølini skulu takast við tí fyrivarni, at summi reiðarafeløg hava eitt holdingfelag, har vinningsbýtið verður koyrt í. Tað kunnu tískil vera gjørdar íløgur í vinnnuna við hesum pengum uttan at tað sæst í roknskapinum. Hinvegin kunnu eisini stórar nøgdir av peningi vera tiknar út, uttan at tað sæst í tølunum, til dømis um skip verða seld við loyvum fyri fleiri hundratals milliónir. Vinningsbýtið hjá pelagiska flotanum