hósdagur 1. mai 2014síða 28
‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Fríggjadagur 2. mai 2014 · Nr. 49
28
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
ítróttur fótbóltur upptakt
Jóannes Hansen
Eftir
at
landskappingin
síðsta vikuskifti helt frí, er
fótbóltur í Effo-deildini á
skránni í kvøld, leygardagin
og sunnudagin.
Síðsta vikuskifti hildu
fýra lið frí. Skála og B36
spældu ikki, tí tey longu í
fyrsta umfari vórðu varpað
úr steypakappingini, og B68
og ÍF spældu ikki, tí fjórðings
finalan á Svangaskarði varð
útsett. Nú er tað greitt, at
oyggjauppgerðin
verður
mikukvøldið 14. mai ella
eina viku frammanundan at
fyrru hálvfinalurnar verða
spældar.
At spæla í landskapping
og steypakapping er heilt
hvør sítt. Í fjórðingsfinaluni
í steypakappingini verður
alt avgjørt í einum og sama
dysti,
meðan
úrslitini
í
hvørjum einstøkum dysti
telja við, tá ið landskappingin
verður uppgjørd eftir 27
umfør, og tað fæst at vita,
hvør er meistari, hvør hevur
vunnið rætt at luttaka í
altjóða kappingum, og hvør
skal flyta niður.
Hvussu tað kann laga seg,
tá ið trongda liðið í steypa
kappingini spennir álops
bogan, sást í fjórðingsfinal
unum síðsta sunnudag.
Á Argjum legði heimaliðið
verjukent fyri. Eftir at HB
legði seg framum, royndi AB
at svara aftur, men mótstøð
an var ov stór, og so endaði
tað við 2-0 HB sigri.
Í Gøtu royndi KÍ at
spenna álopsbogan, eftir at
Víkingur var komin framum.
Tað var nær við og næstan,
men í staðin økti Víkingur
um leiðsluna. So slepti KÍ
uppaftur meiri í verjupart
inum, og tað endaði 3-0 til
heimaliðið.
Í Streymnesi var heima
liðið illa kroyst. NSÍ var
frammanfyri 3-0, og EB/
Streymur legði nógv fyri í
álopspartinum og legði lítið í
verjuspælið. NSÍ hevði fleiri
møguleikar at økja upp
aftur meiri um leiðsluna.
At tað ikki eydnaðist komst
fyrst og fremst av, at EB/
Streymur í René Tórgarð
eigur ein tann besta – og
kanska tann besta yvirhøvur
– málverjan í Føroyum. At
tað eydnaðist EB/Streymi
at sleppa upp í part aftur
og at javna og í yvirtíðini
at skora sigursmálið til 4-3
komst fyrst og fremst av, at
Arnbjørn Hansen, sum hevur
meiri í sær enn nakar annar
álopsspælari í Føroyum, við
trimum málum staðfesti, at
nú er hann komin fyri seg
aftur eftir drúgvan skaða
steðg. Fyri møguleikarnar
hjá
EB/Streymi
í
bæði
steypakappingini og lands
kappingini er tað avgerandi,
at Arnbjørn ikki aftur verður
darvaður av skaðum.
Gundadalur
kappast um toppin
Eftir seks umfør er B36
topplið, og støðutalvan sigur,
at HB er næstfremst. Hvørki
liðið í Gundadali er higartil
farið av vøllinum uttan
úrtøku. B36 er oddalið, tí
árstalsfelagið hevur vunnið
fýra ferðir, meðan HB hevur
vunnið tríggjar ferðir og
tríggjar ferðir spælt javnt.
Enn er kappingin ung, og
royndirnar frá undanfarnu
árum vísa, at tað kann verða
so skjótt, at tað sum vendir
niður, fer at venda upp.
Síðsta kappingarár er dømi
um hetta. Tá ið 2013 kapp
ingin var seks umfør gomul,
var KÍ næstfremst – tvey stig
aftanfyri oddaliðið HB . Tá ið
27 umfør vóru farin, var HB
framvegis topplið, meðan
klaksvíkingar vóru dotnir
aftur á 8. plássið.
Um útgangsstøði verður
tikið í støðutalvuni, so eru
avbjóðingarnar næstu vikur
nar hjá teimum báðu fremstu
ólíkar. B36 skal spæla ímóti
teimum trimum, sum í løtuni
eru næst teimum báðum í
Gundadali – EB/Streymi á
heimavølli og KÍ og NSÍ á
útivølli. HB skal spæla ímóti
teimum trimum, sum í løtuni
eru niðast á støðutalvuni –
AB og B68 á útivølli og Skála
á heimavølli.
Undan 7. umfari er B36
tvey stig undan HB. Um
B36
eftir
tíggju
umfør
framvegis verður tætt at
oddasessinum, so hevur liðið
við vandamiklasta álopinum
– B36 hevur higartil skorað
16 mál (trý fleiri enn HB) –
staðfest, at tað skal roknast
við báðum feløgunum í
Gundadali í kappingini um
FM heitið.
Higartil
hava
bygda
feløgini ikki víst, at tað skal
roknast við teimum í FM
stríðnum. Tey hava ikki
vunnið meiri enn aðru hvørja
ferð. Undantakið er KÍ, sum
hevur vunnið fýra ferðir,
og sum nú fær møguleika í
Runavík at vísa, at tað skal
roknast við teimum bláu.
Finnur funnið flogið
Sunnudagin tryggjaðu tví
faldu steypavinnararnir í
Víkingi sær atgongd til hálv
finaluna í steypakappingini.
Einki er at siga til, at
Víkinga venjarin Sigfríður
Clementsen var ógvuliga
lættur og fegin, tí gongdin
í
landskappingini
hevur
higartil verið trilvandi.
At tað hesa ferð koppaði
Víkingi til fyrimunar, sum í
undanfarnu uppgerðum ofta
er koppað mótstøðuliðunum
til fyrimunar, komst fyrst
og fremst av, at nú er tað
vorðið veruleiki, sum Finnur
Justinussen fyri stuttum
segði í hesum teigi:
–
Tað
ræður
um
at
søkja møguleikarnar og so
vóna, at tað fer at gleppa.
Um hol kemur á, so venda
málini aftur, segði Finnur
Justinussen, sum nú hevur
skorað fýra ferðir í tveimum
dystum – í landskappingar
dystinum í Gundadali ímóti
HB og í steypadystinum
ímóti KÍ.
Talan verður um satt fótbóltsvikuskiftið. Rás2 sigur frá ikki færri enn trimum dystum.
Rás2 sigur fríggjadagin frá botnbrakinum á Toftum millum B68 og Skála. Leygardagin
sigur Rás2 frá dystinum millum NSÍ og KÍ. Sunnudagin sigur Rás2 frá dystinum á Argjum
millum AB og HB, samstundis sum vit fylgja gongdini í Gøtu millum Víking og ÍF. Vit
fylgja eisini gongdini í Gundadali millum B36 og EB/Streym, meðan 3. Hálvleikur er.
Fríggjadagin
kl. 15-17: Seinnapartssending
við Fótbóltspanelinum
kl. 18: Upptakt og beinleiðis
frásøgn B68-Skála
Leygardagin:
kl. 17.45: Upptakt og
beinleiðis frásøgn NSÍ-KÍ
Sunnudagin:
kl. 14.30-17: Upptakt og
beinleiðis frásøgn AB-HB
kl. 17.00: 3. Hálvleikur.
Tikið verður samanum 7.umfar
og vit fylgja gongdini millum
B36-EB/Streymur
LIÐ TÍÐINDI
AB
Skaddir: Jóan Símun
Edmundsson (Lærkrikin, óvist),
Morten Overgaard (Úti fyri árið)
og Leivur Holm Joensen (Ryggurin)
Ivasamir: Sorin Anghel (baklær/lærkirikin)
og Bárður Olsen (Lærkrikin)
B36
Skaddir: Símun Joensen
(knæskaði, minst ein vika)
Leikbannaður: Benjamin Heinesen
Tøkur aftur: Klæmint Matras
B68
Allir mans tøkir
EB/Streymur
Skaddur: Arnar Dam
(fótskaði, 1-2 mánaðir)
Ivasamur: Brian Olsen (fótskaði)
HB
Skaddir:
Gunnar Haraldsen (lærkrikin, óvist)
og Alex José dos Santos(fóturin, 2-3 vikur)
Sunnidagur
Kl. 15:00
Dómari: Dagfinn Forná
Eftir framúr byrjan, einki tap og toppsess eftir seks umfør skal B36 nú royna seg ímóti trimum av teimum
fremstu, meðan meistararnir og favorittarnir í HB nú skulu spæla ímóti trimum teimum niðastu á støðutalvuni
Dalurin
kappast
um toppin