Sosialurinarkiv
Sosialurin 2014-05-01, síða 29
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 1. mai 2014síða 29

‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

29 Fríggjadagur 2. mai 2014 · Nr. 49 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 ítróttur Merkisvert er tað, at hóast stigatalvan sigur, at fyrstu umførini ikki hava ver­ið serliga sannførandi hjá Víkingi, so hava teir í Serpu­ gerði vunnið úrtøku fýra tær seinastu ferðirnar. Hetta sam­an við 3-0 sigrinum á KÍ gevur sjálvsálit undan vitjan­ini úr Fuglafirði. Higartil hevur ÍF spælt fimm ferðir á heimavølli og bara eina ferð á útivølli. Sein­ ast var tað stórt vónbrot, at B36 vann 5-2 í Fløtugerði eftir í eina løtu at hava verið framman­fyri 4-0. Hóast avhølvingina letur Albert Ellefsen ikki so illa at: – Vit spældu ímóti fram­ úr góðum B36 liði. Í hálv­leik­ inum var 3-0, og tá segði eg við mínar menn, at vit høvdu tapt, og at vit kundu brynja okkum til framtíðina við góð­um avriki í 2. hálvleiki. Eg eri nøgdur við, at tað í 2. hálv­leiki endaði 2-2. Í fjør vann Víkingur tvær ferðir á heimavølli við einum máli ímóti ÍF. Vónbrotið skal vaskast burtur Einasta uppgerðin leygar­ kvøldið verður tann við Løkin í Runavík, har NSÍ fær vitjan av KÍ. Felags fyri hesi bæði lið­ini er, at úrtøkan í fyrstu um­ før­unuym í landskapp­ing­ini hevur verið hampulig – KÍ er á triðja plássi við 12 stig­ um, og NSÍ er á fjórða plássi við 10 stigum – og at tað í fjórðingsfinaluni í steypa­ kappingini síðsta sunnudag endaði við tapi. – Tað sá gott út, tí vit vóru frammanfyri 3-0, tá ið tað restaðu gott og væl tíggju minuttir. Vit høvdu tað í pott­inum, og møguleikar vóru fyri uppaftur størri leiðslu. Tí var talan um øgiligt vónbrot, tá ið tað end­ aði við tapi. At vit í tveimum dystum við Margáir hava víst, at vit spæla betri enn EB/Streymur, kunnu vit ikki brúka til nakað í steypa­kappingini, men í landskappingini kunnu vit taka góðu avrikini við okkum, og nú snýr tað seg um KÍ við Løkin, staðfestir Helgi L. Petersen, sum er hjálpar­venjari hjá NSÍ. Higartil í ár hevur NSÍ spælt tvær ferðir á heima­ vølli, og úrtøkan er tveir sigrar við málmuninum 4-0. Í Klaksvík royna teir av vaska 3-0 steypatapið í Gøtu av sær, meðan teir umhugsa, hvussu farast skal undir av­ bjóðingina í Runavík. – Vit spældu 4-4-2 í Gøtu, eftir at tað tvær ferðir hevði riggað væl í lands­ kapp­ingardystum á heima­ vølli. Tað riggaði ikki hesa ferð, og tí skiftu vit aftur til 4-3-3 í 2. hálvleiki. Kanska eiga vit at hugsa meiri um mótstøðuliðið, og hvussu tað spælir, heldur KÍ lið­for­ maðurin Hjalgrím Elttør. Í fjør vóru uppgerðirnar millum NSÍ og KÍ í Runavík ógvuliga undirhaldandi. KÍ vann 3-2 fyrru ferðina, og NSÍ vann seinnu ferðina 4-3. Botnurin á Svanga- skarði í kvøld Í kvøld fær B68 vitjan av Skála. Talan er um uppgerð mill­um uppflytararnar, og støðu­talvan sigur, at tað eru botnliðini, sum bresta saman. Gongdin higartil kundi bent á, at tað verða hesi bæði liðini, sum saman við AB skulu kappast um at sleppa undan niður­flyt­ing­ ini. Fyri B68 var talan um lykla­sigur í síðsta umfari, tá ið tað eydnaðist at vinna 3-2 á heimavølli ímóti AB. Tá var stinni miðverjin Mads Rosen­berg leikbannaður. Nú er hann tøkur aftur. Eftir 1-1 ímóti bæði AB og Víkingi tapti Skála seinast 1-0 í Klaksvík. Felags fyri venjararnar báðar, Jógvan Martin Olsen í B68 og Eliesar Olsen á Skála, er, at teir halda, at tað hevur gingið rætta vegin, hóast úr­tøkan ikki hevur verið so stór, og at teir halda, at tað serliga eru royndirnar í fremstu røð, sum resta. Tað er stuttligt at vera í EB/Streymi EB/Streymur fær í Gunda­dali seint seinna­partin sunnu­ dagin høvi at vísa, at tað ikki bara er í steypakappingini, at tað kann ganga væl. Í lands­kapp­ingini hevur tað tvær tær seinastu ferðirnar verið soltið. Eftir 3-0 tap í Fuglafirði endaði tað við mál­leysum javnleiki á heima­ vølli ímóti NSÍ, sum hevði góðar møguleikar at vinna øll stigini. Framúr síðsta løtan í steypadystinum ímóti NSÍ styrkir um vónirnar, nú EB/ Streymur skal royna seg á útivølli ímóti toppliðnum B36: – Hatta var fantastiska stuttligt. Vit spældu ikki væl í 1. hálvleiki ímóti NSÍ. Men tá ið vit minkaðu um munin til 3-1, kendist fjáltur at koma á mótstøðumenninir, og so eydnaðist tað kortini, hóast tað leingi sá svart út. Í EB/Streymi geva teir ikki skarvin yvir, og tað kemur væl við, at vit hava so vandamiklar álopsspælarar, sigur Jónas þór Næs. Eftir fleiri ár í útlegd er hann aftur í føroysku kappingini og í EB/Streymi. Tá ið hann seinast spældi í føroysku kappingini, umboðaði hann B36. Tað var í 2010. Í B36 hvíldu teir frá kapp­ ingum síðsta vikuskifti. Tá var teambuilding, sum tað verður rópt, á skránni. Higar­ til hevur tað gingið sum eftir ánni. Tølin tala fyri seg. Síðstu tvær ferðirnar hevur talan verið um útisigrar – 4-2 á Toftum og 5-2 í Fuglafirði. Ser­liga í 1. hálvleiki í Fugla­ firði í 6. umfari var talan um sannførandi avriki. Tindurin er vunnin, hóast fleiri í verjuni hava verið skaða­plágaðir. Nú sær betri út, tí Klæmint Matras er kom­in fyri seg aftur. HB venjarin kann velja og vraka HB er ikki meiri enn komið heimaftur um ánna, so liggur leiðin út aftur á Argir. Sunnudagin endaði tað við sannførandi 2-0 sigri í fjórð­ingsfinaluni í steypa­ kapp­ingini. AB miðvallarin Kári Nielsen heldur, at bæði dygdin og breiddin á HB lið­ num var avgerandi: – Á pappírinum er stórur munur á liðunum. Teir settu í 2. hálvleiki Símun Samuelsen, Levi Hanssen og Trónd Jensen inn. Hetta eru spælarar, sum alla aðra staðni høvdu verið sjálv­ skriv­aðir millum teir fyrstu ellivu. HB hevur eitt sera gott lið, men tá vit royndu at leggja meiri í álopspartin í 2. hálvleiki, høvdu vit ein­ stakar møguleikar, sum vit ikki megnaðu at fáa úrtøku burturúr. Tað mugu vit, um vit skulu hugsa um at fáa stig hesa ferð, heldur AB mið­ vallarin. HB er altíð favorittur ímóti AB. Í fjør var úrslitið 3-1 í fyrra dystinum á Argjum. Púra óvæntað var tað, tá ið AB í 22. umfari vann 2-1 á FM favorittunum. Sambært Andrew av Fløtum vóru teir í HB ikki heilt álvuligir við støðuna síðsta sunnudag, fyrrenn tað tíggju minuttir undan leik­loki eydnaðist honum at økja til 2-0. Men talan var als ikki um AB hóttan: – Tá støðan framvegis er munur upp á eitt mál, so kann alt koma fyri. Vit hildu upp á bóltin. Ferðin var ikki høg, men tað eydnaðist teim­um illa at fáa bóltin frá okkum. Nú fara vit út aftur í áliti á, at tað aftur skal eydnast at vinna fulla úr­ tøku, men sjálvandi skulu vit ar­beiða fyri søkini, sigur HB vete­ran­urin. HB er FM favorittur og ósigrað, og í flestu førum hevur HB stóran part av tíð­ ini verið leikliga omaná. Men fleiri ferðir hevur tað kiksað síðstu løt­una, tá ið sigurin er gloppin av hond­um. Síðsti lands­kapp­ingar­dyst­ ur­in, sum var á heima­vølli ímóti Víkingi, er gott dømi um hetta. Tá var HB greitt omaná og framman­fyri 2-0, inn­til tað rest­aðu tjúgu min­ uttir. Kort­ini endaði tað 2-2! joannes@sosialurin.fo fótbóltur VIT TIPPA Tróndur Arge tippar... Næsta umfar tippar Heri Simonsen 1: Heimasigur X: Javnleikur 2: Útisigur Fótbóltsserfrøðingarnir hjá Miðlahúsinum tippa skiftivís um umførini í Effodeildini Effodeildin støðan nr. lið dystir vunni javnt tapt + mál - mál +/- stig 1 B36 6 4 2 0 16 8 +8 14 2 HB 6 3 3 0 13 6 +7 12 3 KÍ 6 4 0 2 10 7 +3 12 4 NSÍ 6 3 1 2 11 7 +4 10 5 EB/Streymur 6 2 3 1 8 6 +2 9 6 ÍF 6 3 0 3 12 12 0 9 7 Víkingur 6 1 3 2 6 8 -2 6 8 AB 6 1 1 4 7 13 -6 4 9 B68 6 1 1 4 6 12 -6 4 10 Skála 6 0 2 4 3 13 -10 2 1 x 2 1 x 2 1 x 2 1 x 2 1 x 2 ÍF Ivasamur: Nenad Saric, Jákup Mikkelsen og Høgni Zachariassen Leikbann: Bogi Reinert Petersen KÍ Allir mans tøkir NSÍ Skaddir: Jens Joensen (keikt fótin, 2-3 vikur) og Jústinus R. Hansen (endurvenjing eftir skurðviðgerð, 2-3 vikur) Skála Allir mans tøkir Víkingur Skaddur: Dánial Pauli Lervig (Langtíðarskaddur, økslin) Leygardagin Kl. 18:00 Dómari: Páll Augustinussen Fríggjadagin Kl. 18:30 Dómari: Eiler Rasmussen Sunnudagin Kl. 17:15 Dómari: Ransin N. Djurhuus Sunnudagin Kl. 15:00 Dómari: Lars Müller Jákup á Borg og oddaliðið B36 taka ímóti EB/Streymi í flutta dystinum sunnudagin