hósdagur 1. mai 2014síða 30
‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Fríggjadagur 2. mai 2014 · Nr. 49
30
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
ítróttur
Tróndur Arge
Bogi er føroya sterkasti
maður og tað sæst, at hann
er til reiðar til kappingina.
Hóast hann er stórur og
kraftmikil á at líta, so er
blíður av lindi. Hann smílist
nógv og smæðist ikki at
reypa eitt sindur um tiltakið,
sum verður í høllini á Hálsi í
kvøld.
– Hetta er elitan í heim
inum, sum kemur til Føroyar,
sigur Bogi Hammer, meðan
hann setur seg niður í stólin.
Bogi kundi ikki koma til
samrøðu
beinanvegin,
tí
hann skuldi heinta 20 kilo av
bananum, sum ein av luttak
arum hevur biðið um.
– Eg má forkela teir, nú
teir koma hendan vegin,
sigur Bogi brosandi. Hann
hevur fyrr skipað fyri fleiri
líknandi kappingum, men
tað kann blíva eitt sindur
trupult, tá hann sjálvur skal
luttaka. Tí hevur hann fólk,
sum nú taka yvir partar av
fyrireikingini, so hann kann
hvíla og gera seg kláran.
Stóra stjørnan
er úr Íslandi
Tað er nakrir av teimum
sterkastu í landinum, sum
koma til Battle of the North.
Tað eru sterkastu menninir
úr Íslandi, Svøriki, Norra,
Danmark, Onglandi og so
Bogi Hammer úr Føroyum.
Stóra stjørnan og favo
ritturin at vinna kappingina
er Hafþór Júlíus »Thor«
Björnsson. 25 ára gamli ís
lendingurin
er
trífaldur
íslendskur meistari. Bleiv
fyri kortum nummar tvey í
World Strongest Man(WSM),
bara eitt hávt stig aftanfyri
nummar eitt í heiminum.
Hann 2,07 metrar til hæddar
og vigar 190 kilo.
So tað er avgjørt ikki
uttan orsøk, at Hafþór Júlíus
»Thor« Björnsson er favoritt
ur at vinna kappingina.
– Eg vænti, at hann verður
heimsinssterkasti
maður
innan stutta tíð, sigur Bogi
Hammer.
Hvørjir eru hini
Ole
Martin
Hansen
úr
Noregi vann í fjør heitið, sum
sterkasti maður í Noregi.
Ole Martin hevur roynt seg
til undankapping til WSM.
Hann er 1.86 til hæddar og
vigar 150 kilo. Hann er 35 ára
gamal.
Sebastian Davidsson úr
Svøríki. Hann bleiv nummar
tvey í kappingini um at
gerast sterkasti maður í
Svøríki í 2013. Hann hevur
vunnið nógvar kappingar í
Svøríki. Hann er 1.93 metrar
til hæddar, vigar 140 kilo, og
er 34 ára gamal. Maðurin, ið
annars er sterkasti maður
í Svøríki, mátti melda frá
vegna
skaða.
Sebastian
gjørdist nummar 8 til WSM
í fjør, so støðið er rættiliga
høgt í Svøríki.
Nicolai
Hansen
hevur
verið í Føroym tvey tey
síðstu árini, so hann er ikki
ókendur her á leiðum. Hann
hevur vunnið heitið, sum
sterkasti maður í Danmark
fimm tey seinastu árini.
Nicolai er 1.88 metrar til
hæddar, vigar 145 kilo og er
38 ára gamal. Hann hevur
eisini
heimsins
sterkasta
»greb«, ella sagt við øðrum
orðum – hendur.
Laurence
Shahlaei
er
sterkasti maður í Onglandi.
Hann
vann
heitið,
sum
sterkasti maður í Onglandi
í 2010. Laurence gjørdist eis
ini sterkasti maður í Stóra
bretlandi í 2012-2013, og hann
gjørdist nummar fýra til
WSM í 2011. Laurence er 1.89
metrar til hæddar, vigar 156
kilo, og er 33 ára gamal
Seinast, men ikki minst er
at nevna okkara egna Boga
Hammer, ið gjørdist føroya
sterkasti maður í fjør. Bogi
er eisini føroyameistari í
powerlifting í Føroyum í 2012
og 2013. Bogi er 1.93 metrar til
hæddar, vigar 125 kilo, og er
37 ára gamal.
Í mínum lívsformi
Hugskotið til kappingina
fekk Bogi, men hann sigldi
úti.
– Eg hugsaði, at eg var í
mínum lívsformi og at eg
nú kundi takast við onkrar
av teimum sterkastu í heim
inum, sigur Bogi.
Hann
viðurkennur,
at
hann er í eini kapping, har
tað ikki verður lætt at gera
seg galdandi. Hann siglir úti
og er tí bara heima helmingin
av tíðini. Tað ger, at hann
hevur ikki eins nógv tíð at
fyrireika seg og venja.
– Hetta er elitan í heim
inum, so kappingin er hørð,
men eg vóni at eg ikki endi
aftast. Eg fari hvørtfall at
gera mítt besta, sigur Bogi
Hammer.
Altjóða tiltøk krevja
eina altjóða multihøll
Fyrireikingarnar til kapp
ingina hava gingið væl. Bogi
letur væl at fólkunum og
samstarvinum, men eins og
hondbóltsføroyar, so saknar
hann eina altjóða høll, sum
líkur størri krøv. Hann vísir
eitt nú á, at ber illa til at fáa
stórar bilar í høllina, tí hurð
arnar eru ov lágar.
Hetta er ein afturvend
andi trupulleiki í Føroyar,
at ongin høll verður bygt,
sum kann koma undir heitið
multihøll. Serliga hondbólt
urin hevur víst á trupulleika
í samband við hondbólts
finalurnar
og
hondbólts
landsdystirnar.
Bogi vísir eisini á, at tað
hevði givið honum fleiri
møguleikar, tá hann skipar
fyri slíkum kappingum.
Battle of the North verður
í kvøld í høllini á Hálsi.
trondur@sosialurin.fo
styrki Battle of the north
Í kvøld fara seks norðuratlansrisar at stríðast um heitið sum sterkastur í norðuraltantshavinum. Tað er
føroysa sterkasti maður, Bogi Hammer, sum bæði skipar fyri kappingini og skal luttaka vegna Føroyar
Norðuratlants risar
stríðast um vikuskiftið
Tær fimm greinarnar eru:
1 Koppa dekk
2 Hála lastbil, sum stendur í gear
3 Greb. Halda tunnu, sum vigar 180 kilo
4 Powerstaris. Trý 200 kilo lodd,
sum skulu berast upp nakrar trappir
5 Deadlift. 320 kilo byrjunar vekt
– Eg vænti, at hann verður heimsins sterkasti maður innan stutta tíð, sigur
Bogi Hammer, um stóra íslendingin og favorittin, Hafþór Júlíus »Thor« Björnsson