hósdagur 1. mai 2014síða 40
‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Sosialurin nr. 49 · 2. mai 2014
8
VIKUSKIFTI
LURTA LES & UPPLIV
lagt til rættis: Eyðun Klakstein
Tim Grass, sum er kendur
søgufrøðingur og doktari
í kirkjusøgu, hevði fyri
stuttum hetta ummælið um
bókin »Brøður í Føroyum« í
fródligum bretskum tíðarriti
Tórður Jóansson:
Brøður í Føroyum:
Ein evangelikansk rørsla,
merkisverdi vøkstur
hennara og varandi ávirkan á
eitt fjarskotið oyggjasamfelag
Ensk útgáva:
Fróðskapur 2012.
Føroysk útgáva: Sprotin 2013.
329/356 blss. ISBN
978-99918-65-46-1
og 978-99918-76-55-9
Tá ið ein doktararitgerð verður flutt
yvir í bók, gerst úrslitið mangan
torført at lesa, serliga fyri tey, ið
ikki eru fakfólk. Hendan ritgerð
(tilnevnd á Lærda Háskúlanum
í Glasgow) er tó eitt frískligt
undantak. Høvundurin er, eins og
nógvir oyggjabúgvar, ein føddur
frásøgumaður, og hetta verk
hansara er sera áhugavert, ikki
minst, tí tað setir at summum
fordómum og stereotýpum um
hugburðir Brøðrarørslunnar. Mest
bíta vit merki í, at Brøðrasamkomur
í Føroyum virkið stuðlaðu undir
evningina í sambandi við tjóð
skaparliga samleikan heldur enn
at vísa slíkt frá sær (bls. 202).
Ætlan høvundans, sum ein, ið ikki
er innan rørsluna sjálvur, er at veita
lesarum eina meira javnvigaða og
fródliga framløgu um føroyska
brøðrarørslu enn ta, sum higar til
hevur verið tøk; og eg, sum ein,
vóni, at hendan bók fer at slóða
fyri einum ráki, sum granskarar
úti í heimi fara at taka eftir.
Umskifti
Brøður komu til danska økið
Føroyar í 1865 við kristniboðan
skotska trúboðarans William G.
Sloans. Hóast kirkjan í oyggj
unum var vorðin luthersk við
Protestantisku Reformatiónini, so
var hon tarnað av longu frástøðuna
frá Danmørk og av tí, at hon
nýtti danskt heldur enn føroyskt,
eitt mál, sum í størri mun hevur
røtur í gamla norrøna málinum.
Strategi Sloans kemur greitt
til sjóndar við tað, at Brøðurnir
vóru fyrsta kristna rørslan, sum
gjørdist heimarunnin. Brøðrarørslan
framleiddi og gav út fyrstu før
oysku bíbliutýðingina, og óhefti
frymil teirra við sjálvstýrandi
samkomum gjørdu enda á
tvørleikunum, sum stóðust av
fjarstøðu frá miðdeplum.
Tíðin hevði eisini avgerandi
týdning, tí rørslan tók seg upp
í einum tíðarskeiði, tá ið stórar
rembingar fóru fram við tjóð
bygnaði, har stór umskifti broyttu
alt samfelagið bæði búskaparliga
og sosialt, og samfelagið fór frá at
hava landbúna til at hava fiskiskap
og fiskavirking sum grundstøði.
Sum tað vísti seg, bar væl til
seta samkomur á stovn í hesum
broytingartíðum. Flestu samkomur
og salar teirra komu í fyrru helvt
av tjúgundu øld, og so við og við
kom Brøðrarørslan at fevna um
ikki minni enn fimtan prosent av
íbúgvum oyggjanna – eitt hægri tal
enn nakrastaðni í heiminum og í
sjálvum sær ein virkin mótsøgn til
smábólka-hugmyndina aðrastaðni.
Tann týdningur, sum familju
sambond hava í lívinum í einum
oyggjabólki, gav amboðini at bera
brøðraboðskapin út um landið, og
hetta tryggjaði, at limir vóru ongan
tíð púra avbyrgdir frá samfeløg
unum, har tey livdu. Afturat hesum
spruttu úr rørsluni fleiri oddafólk
innan samfelagsviðurskifti, politikk,
vinnulív og mentan. Við sermerkta
hugburði rørslunnar viðvíkjandi
Tónleikur hjá Eivør verður brúkt til
lýsingar fyri heimskendari sjóvarpsrøð
Kendur danskur plátuvendari er skuldsettur
fyri at hava hackað og lúrt eftir vinfólki
– Hvat skal eg siga
við pápa tín?
Tað er afturvend
andi spurningurin,
sum Gabriel García
Márquez fær frá mammu síni, tá
ið tey bæði fara til heimbygdina,
har tey ikki longur búgva, fyri
at selja gamla barnaheimið.
Márquez hevur ikki sæð
mammu sína í longri tíð, og hon
kemur at leita eftir honum fyri at
fáa hann at hjálpa sær við søluni
av húsunum. Veruligu ørindini
tykjast tó verða at tosa Marquez
til rættis, eftir at hann er givin við
hægri lesnaðinum fyri at brúka
tíð og orku upp á at skriva.
Tað dámar pápanum einki, tí
hann vil hava sonin at fáa sær
útbúgving, og síðani velja sína
lívsleið, sum honum líkar. Og
mamman átekur sær uppgávuna
at fara at tosa við sonin.
Nú um daganar doyði
kolumbiski rithøvundin Gabriel
García Márques 87 ára gamal.
Hann er ein av bestu og best
umtóktu latínamerikansku
rithøvundunum og fekk í 1982
Nobel bókmentaheiðurslønina.
Hann er ein av undangongu
fólkunum og bestu umboðunum
fyri skrivingarháttin, sum verður
róptur magisk realisma.
Í bókini Living To Tell The
Tale (Vivir Para Contarla) greiðir
Gabriel García Márques frá fyrsta
partinum av lívi sínum, og tað ger
hann við sínum vanliga fangandi
og hugtakandi skrivingarlagi.
Hann sigur smáar søgur um seg
og familjuna, hann setur lívið
á bygd í Kolumbia inn í størri
perspektiv, og hann greiðir frá,
hvussu hann bleiv rithøvundur.
– Sig við hann, at tað einasta,
sum eg ætli mær at verða í lív
inum, er rithøvundur, og tað er tað,
eg fari at verða, svarar Marquez
umsíðir mammu síni, eftir at
hann hevur roynt mýkja støðuna
við meira varligum svarum.
Og rithøvundur bleiv hann –
ein av teim bestu í okkara tíð.
Living To Tell The Tale er
ein fantastisk ferð ígjøgnum
lívið hjá Gabriel García Márquez
og ein uppløgd bók at lesa, nú
Marquez hevur lagt pennin.
Náttarlívið í Keypmannahavn
hevur fingið ein kvøkk, eftir at
ein kendur DJ er skuldsettur fyri
hava hackað teldur hjá vinfólki
og kenningum. Blaið Vice veit at
siga, plátuvendarin hevur fingið
atgongd til teldur, harddiskar,
vevkamera, Facebook, Skype og
persónligum fílum hjá vinum.
Tað hevur hann gjørt við
at senda fólk ein sonevndan
»trojanskan hest« umvegis inn
bjóðingar, mp3-fílar ella annað.
Fjalda forrtitið hevur so givið
honum atgongd til teldurnar
hjá eitt nú tónleikarum, vinum,
modellum, klubbeigarum
og plátufelagsfólki.
Løgreglan váttar fyri blað
num Vice, at tey kann málið,
men meira vilja tey ikki siga.
Heldur ikki plátuvendarin
hevur hug at úttala seg.
Vice vil verða við, at plátu
vendarin hevur ikki havt
fíggjarligan vinning fyri eyga
við at lúra eftir vinunum.
Tá ið miðlafyritøkan HBO í farnu
viku lýsti fyri komandi pørtum av
sjónvarpsrøðini Game of Thrones,
var tað Eivør og framleiðarin
Cato, ið stóðu fyri ljóðsíðuni.
Game of Thrones er ein av
heimsins best umtóktu sjónvarps
røðum, og tað hyggja millum 6 og
7 milliónir fólk at røðini, hvørja
ferð ein partur verður sendur á
amerikansku sjónvarpsrásini HBO.
Ein nýggj sesong er júst
byrjað, og tað eru lýsingar fyri
hesa sesong, ið brúka lagið »So
Close To Being Free« hjá Eivør,
ið upprunaliga var á fløguni
»Larva«, men nú er re-mixað av
Cato, ið er kendur tónasmiður
og framleiðari, ið hevur gjørt
tónleik til hópin av filmum.
Niels Uni Dam
LES!
Eg skal verða rithøv-
undur og einki annað
Plátuvendari eygleiddi vinfólk
Eivør í lýsing fyri sjónvarpsrøð
Bók um
brøður kann
slóða fyri
Kolumbiski rithøvundin Gabriel
García Márques sigur søguna um
fyrsta partin av lívi sínum