Sosialurinarkiv
Sosialurin 2014-05-01, síða 41
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 1. mai 2014síða 41

‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Sosialurin nr. 49 · 2. mai 2014 9 VIKUSKIFTI Síðani 2010 hevur bretska sjónvarpsstøðin BBC framleitt og sýnt nýtulkingar av klass­iska detektivinum Sherlock Holmes, sum Sir Arthur Conan Doyle skapti í sínum skaldskapi. Óteljandi filmar og filmsrøðir eru gjørdar við Sherlock Holmes, men nýggju innspælingarnar skilja seg burtur úr rúgvuni, tí talan er um heilt nýggjar tulkingar, har Sherlock er detek­tivur í dagsins Bretlandi. Nøvn, persónar og hendingar ganga aftur frá gomlu søgunum, men alt er sett inn í nýggjan samanhang. Hetta hevur riggað framúr væl, og tað er ikki minst takka veri Benedict Cumberbatch, sum hevur leiklutin sum Sherlock. Hann ger bestu tulkingina av Sherlock Holmes, síðani framúr Jeremy Brett frá 1984 til 1994 í grundini endaliga avgjørdi, hvussu Sherlock Holmes skuldi tulkast sum persónur. Higartil eru 9 partar gjørdir við Sherlock, og til ber at sleppa fram at seks av pørtunum á Netflix. Síðani 2010 hevur bretska sjón­ varps­støðin BBC framleitt og sýnt nýtulkingar av klass­iska detektivinum Sherlock Holmes, sum Sir Arthur Conan Doyle skapti í sínum skaldskapi. Óteljandi filmar og filmsrøðir eru gjørdar við Sherlock Holmes, men nýggju innspælingarnar skilja seg burtur úr rúgvuni, tí talan er um heilt nýggjar tulkingar, har Sherlock er detek­tivur í dagsins Bretlandi. Nøvn, persónar og hendingar ganga aftur frá gomlu søgunum, men alt er sett inn í nýggjan samanhang. Hetta hevur riggað framúr væl, og tað er ikki minst takka veri Benedict Cumberbatch, sum hevur leiklutin sum Sherlock. Hann ger bestu tulkingina av Sherlock Holmes, síðani framúr Jeremy Brett frá 1984 til 1994 í grundini endaliga av­gjørdi, hvussu Sherlock Holmes skuldi tulkast sum persónur. Higartil eru 9 partar gjørdir við Sherlock, og til ber at sleppa fram at seks av pørtunum á Netflix. Tann modernaði Sherlock Se & Hør lagt undir ólógliga sneyting Nýtulkingar av klassiskum detektivi eru frálíkt undirhald Danska vikublaðið, sum skrivar um tey kendu, er komið í álvarsamar trupulleikar Summir tónleikarar, sum eru komnir til árs, halda fram við at skapa og spæla tónleik. Summir fáa onnur áhugamál og skifta mest sum kós, tá ið stórtíðin er løgd afturum. Ein av teimum heilt stóru tón­leikarunum í USA er Paul Simon, sum bæði sum solistur og í bólk­inum Simon & Garfunkel, hevur skapt framúr sangir og verk. Hann hevur vunnið heili 12 Grammy heiðurslønir í síni tíð. Nú um dagarnar var Paul Simon tó í andgletti fyri nakað heilt annað. Amerikanskir miðlar siga, at løgreglan farna vikuskiftið varð boðsent til heimið hjá 72 ára gamla Paul Simon, tí har var húsa­ófriður. Hann og konan, tann 47 ára gamla Edie Brickell, vóru so ósamd, at løgreglan mátti leggja uppí. Bæði vórðu hand­tikin, tí tað skal løgreglan í Connecticut gera, um hon verður boðsend ti húsaófrið. Løgreglan sigur, at bæði Paul Simon og Edie Brickell høvdu víst aggressiva atferð, og bæði vórðu roknað sum offur. Tey eru nú leyslatin aftur. Løgreglan varð boðsend til húsaófrið heima hjá tónleikalegenduni Paul Simon UPPLIV! sjálvstøðu rein hon við samfelagið í heild og eggjaði til sjálvstýri (oyggjarnar fingu heimastýri í 1948) og stuðlaði uppundir áhugan og menningina av føroyska málinum. Alt hetta hevur skapað eina rørslu, har – taka vit ein tátt burturúr – ungfólk eru merkt av jaligum hugburðum (bls. 287). Gott virði Verkið er skift í tríggjar partar. Tann fyrsti veitir virðismiklan inngang um bakstøði og søgu Føroya; annar sigur skilaliga frá uppruna og søgu Brøðrarørslunnar; og triði metir um hana úr trimum sjónarhornum – samfelagsbúskaparliga, mentanar­ liga, og fólkalívfrøðiliga. At hava nakrar stuttar persónssøgur við er ikki til at hejva onkrar »hetjur« í mun til »vanligar« brøður, men av tí veruleika, at í einum lítlum oyggja­samfelag er hetta soleiðis, sum lívið er: har er nógv meira bein­leiðis samskifti millum fólk, og leiðarar innan politikk og vinnu­lív eru als ikki so fjarir, sum teir eru í størri londum. Bókin fer at hava áhuga, ikki einans hjá søgufrøðingum og brøðragranskarum, men eisini hjá teimum, sum granska og hava áhuga fyri vaksandi fakøkinum innan oyggjagransking. Hesin um­ mælari, sum sjálvur býr í einum øðrum sjálvstýrandi oyggja­ sam­felag, á oynni Man, metti ritgerð­ina at hava alstóran áhuga. Har eru vissuliga stakevni og møgu­leikar, sum greidliga lýsa, hvussu Brøðrum hevur hepnast í ymiskum oyggjasamfeløgum kring heimin. Hvat, til dømis, er slagið av samvirki millum politiskt og samkomu­sjálvstýri? Her er eisini nógv at læra og kanna hjá kirkju­leiðarum, søgufrøðingum og trúboða­frøðingum. Kanska eru onkur smávegis lýti at nevna. Arbeiðið brúkar onkrar keldur minni, enn eg hevði væntað, so sum Echoes of Service og savns­ tilfar tess. Bókalistin kundi væl verið ruddiligari, tí onkrar tilvísingar eru ikki fullfíggjaðar, og kunning um støðini, har upplýsingar eru tøkir, kundu verið hentir (bls. 295); og listin við síðum á alnótini veita einans URL og ikki titlar (bls. 313- 316). – Men eftir míni metan hevur granskingin verið væl og gjølla greidd úr hondum, og evnið er borið fram á frálíkan hátt. Og ynski mítt er, at bókin verður lisin víða: hetta er frágera gott virði fyri kostnaðin. ( Í Brethren Historical Review, Vol. 9/2013, blss. 75-77 ) Paul Simon klandrast við konuna