hósdagur 1. mai 2014síða 42
‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Sosialurin nr. 49 · 2. mai 2014
10
VIKUSKIFTI
hugsað
um Frigg
Tað var skjótt frá tanka til gerð, tá Barbara Holm fekk í boði at gerast
partur av Frigg-festivalinum. Seinastu 10 mánaðirnar hava fyrireikingarnar
til Frigg verið meira og minni konstant á tonkunum, og nú gleðir hon seg
bara til mikudagin, tá byrjað verður at lata Kongens Have í festival-búnan
Frigg-festival
Jákup Mørk
jakup@sosialurin.fo
Tað eru fýra føroysk nøvn, sum standa
handan Frigg-festivalin, sum um eina
viku fer av barkastokki í Kongens Have
í Keypmannahavn.
Steintór Rasmussen, sum tey flestu
kenna frá hópin av tiltøkum og út
gávum í Føroyum, umframt at hann
sjálvandi er ein av høvuðsmonnunum
handan Summarfestivalin. Annika
Biskopstø, sum hóast unga aldurin
longu hevur staðið fyri fleiri stórum
átøkum, eitt nú lívsstílsstevnu. Hans
Petur í Brekkunum hevur í fleir ár verið
høvuðssamskipari í føroyingahúsinum
í Keypmannahavn, og hevur her havt
áburgdina av nógvum tiltøkum. Og so
Barbara Holm úr Vági, sum vit mest
kenna úr fjølmiðlaheiminum, har hon
við Planet-Awards og síðani FMA eisini
hevur verið í samskiparaleiklutinum.
Fantastiskt konsept
Tað er einki at ivast í, at Barbara er
novisan millum fyriskipararnar, men
hon ivaðist ikki at taka av, tá møgu
leikin at gerast partur av Frigg beyðst.
– Fyri mítt viðkomandi byrjaði
hetta á Summarfestivalinum í fjør. Tá
tosaði Steintór við meg um hugskotið
handan Frigg, og vit gjørdu av, at vit
skuldu tosa nærri um hetta, tá hann
stutt eftir skuldi til Danmarkar. Tá var
Festivalurin fyrst og fremst eitt hugskot,
men stóru linjurnar vóru teknaðar, og
hesar ljóðaðu somikið spennandi, at eg
ivaðist ikki í, at eg vildi verða partur av
hesum, sigur Barbara.
– Fyrst og fremst, so haldi eg, at
hetta konseptið er genialt. Tað at fáa í
lag samstarv millum hesi fýra londini
er nakað, sum altíð hevur tiltalað eg.
Sjálv helt eg alt fyri eitt, at konseptið er
heilt fantastiskt, og faktiskt undrar tað
meg, at eingin hevur gjørt hetta fyrr.
Staðsetingin í Kongens Have er eisini
framúr, so eg var als ikki í iva.
– Og so kenni eg meg eisini trygga
við samansetingini av okkum fýra.
Royndirnar, sum tey hava framum
meg, fáa meg at kenna meg tryggari,
og hinvegin kann eg kanska koma við
onkrum frískum hugskotum til teirra,
heldur Barbara.
Non-stop í 10 mánaðir
Ofta føra fólk fram, tá tey fara undir
nýskapandi tiltøk, at arbeiðstímarnir
handan átakið gjørdust nógv fleiri,
enn tey høvdu droymt um. Men tað
heldur Barbara ikki hevur verið støðan
hesaferð.
– Eg var fullgreið yvir, at hetta
kravdi nógv. Og tú flytur ikki veruliga
nøkur ting, um tú ætlar tær at arbeiða
t.d. tríggjar tímar um dagin við hesum.
í 10 mánaðir