hósdagur 1. mai 2014síða 43
‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Sosialurin nr. 49 · 2. mai 2014
11
VIKUSKIFTI
Sjálvandi havi eg eisini havt onnur ting
enn Frigg á skránni, men veruleikin er,
at festivalurin hevur fylt sín stóran part
av tonkunum 24 tímar um samdøgurið
teir seinastu 10 mánaðirnar. Og tað veit
eg eisini, at hann hevur gjørt hjá hinum
trimum.
– Tað er eisini nakað av tí, sum alt
fyri eitt tiltalaði meg við projektinum.
At vit í somikið góðari tíð kundu byrja
at fyrireika, tí tað ber eisini við sær,
at tú veruliga fært allar detaljur við.
Sjálvandi er tónleikurin miðdepilin í
festivalinum, og har haldi eg veruliga,
at vit hava fingið nøkur góð nøvn. Men
tað hevur sera stóran týdning, at smá
lutirnir eisini eru í lagi. Alt frá lampum
í ymsu básunum til uppsetingina av
stóra pallinum er hugsað ígjøgnum og
diskuterað fleiri ferðir, tí vit vilja fegin,
at hetta verður nakað serligt, sigur vág
bingurin í Frigg-toyminum.
Nakað fyri seg
Júst tað at vera nakað serligt, er eisini
nakað, sum hevur fylt nógv í fyrireik
ingunum til Frigg-festivalin.
– Keypmannahavn hevur jú so nógv
at bjóða, og tí gjørdu vit okkum tíðliga
greitt, at talan skuldi verða um eitt
tiltakt, sum var heilt serstakt.
– Tað er ikki er bara sum at siga tað,
tá tú ert í einum slíkum stórbýi, men
eg haldi, at hetta hevur eydnast okkum.
Mentan, list og snið eiga sín stóra part
av myndini, og tað ger maturin eisini.
Júst maturin var annars nakað, sum vit
høvdu avtalu við ein heildarveitara um,
men í tilgongdini komu vit ásamt um,
at vit eisini vildu bjóða nakað serligt á
hesum økinum, og við føroyska Gutta
Winther saman við einum donskum
stjørnukokki halda vit, at vit hava
nakað, sum tú annars ikki fært her á
leiðini.
– Eisini hetta vísir, hvussu væl vit
øll hava arbeitt saman. Vit tora at hugsa
óvanligt og stórt, og vit tora at siga tað
hart. So kann tað væl vera, at okkurt
hugskot fellur aftur til jarðar, men tað
er týðandi, at vit kunnu koma við øllum
hugskotum, soleiðis at vit fáa sum best
burturúr, heldur Barbara.
Gleðir seg til seinastu vikuna
Nú greinin verður skrivað, er bara ein
góð vika eftir, áðrenn fyrstu nøvnini
seta hol á festivalin, og Barbara er av
gjørd, tá vit spyrja, um hon nú er spent,
bangin ella kanska enntá er við at fáa
kaldar føtir.
– Kaldar føtir er talan avgjørt ikki
um. Eg haldi ongantíð, at eg havi verið
heitari um beinini enn tað sama.
– Kenslan er sera góð, og fyrst og
fremst gleði eg meg til mikudagin, tá
vit sleppa inn í Kongens Have at rigga
til. Seinastu 10 mánaðirnar hava vit
arbeitt við hesum og ímynda okkum,
hvussu alt fer at taka seg út. Nú sleppa
vit veruliga at síggja úrslitið av arbeið
inum, og tað gleði eg meg ótrúliga nógv
til, sigur Barbara.
Og hóast hon ivaleyst fær sítt at
síggja til, tá festivalurin er ígongd, so
ætlar hon sær avgjørt eisini at njóta
tað, sum festivalurin hevur at bjóða.
– Eg haldi vit hava eina góða skrá,
har tað eru fleiri nøvn, sum eg gleði
meg til. Swangah fer at gera nógv
burtur úr síni framførslu, og tað gleði
eg meg nógv til, eins og nøvn sum Páll
Finnur Páll, Eivør og Týr eisini tiltala
meg sera nógv. Hartil eri eg sera spent
upp á íslendska Kaleo, sum eg havi
lurtað nógv eftir seinastu tíðina. Teirra
tónleik haldi eg vera heilt fantastiskan.
Og so er tað sjálvandi Medina, sum fer
á pallin við øllum tí, sum hoyrir ein
popdrotning til, sigur Barbara.
– Og so vil eg bara vóna, at allir
festivalgestirnir eisini fáa eina framúr
góða og serstaka uppliving. Fram til
nú hava vit einvíst merkt positivar
reaktiónir. Sølan av atgongumerkjum
hevur gingið rættiliga væl, og danskir
miðlar gera eisini nógv burturúr. Kom
andi vikuna hava vit hópin av avtalum
við ymsar miðlar, so tað tykist, sum vit
fáa eitt hampuliga stórt fokus, og enntá
tykist veðrið at verða av tí allarbesta. So
kenslan er heilt fantastisk, nú vit fara
inn í seinastu vikuna av fyrireiking
unum, staðfestir Barbara Holm.
myndir: Rebekka Rafael
Tað er eingin tilvild, at navnið á nýggja
festivalinum í Keypmannahavn gjørdist Frigg.
Fyrst og fremst, so er talan um orð – ella
kanska heldur bókstavir – sum eru settir
saman av bókstavunum fyri Føroyar, Ísland og
Grønland.
Hartil er Frigg eisini navnið á konu Óðins í
norðurlendsku gudalæruni. Frigg var í flestum
lutum eins vís og maður sín, og ofta varð hon
biðin um at siga sína hugsan, tá Óðin hevði
stórar og truplar avgerðir at taka.
Tað var ikki so ofta, at hon av eintingum tók
orðið, men undantakið var, tá hon í royndini
at broyta vølvuspá bað allar verur í heiminum
um at eira soninum, Baldri. Og tá hetta ikki
eydnaðist, bað hon somu verur um at gráta
fyri soni sínum.
Frigg er hartil eitt navn, sum uttan stór
vegis hóvasták ber til at framføra á øllum
teimum norðurlendsku málunum, og so er tað
kanska eisini hóskandi, at festivalurin byrjar
ein fríggjadag. Fríggjadagurin er nevnliga
navngivin eftir frúnni Frigg.
Fornt og fyndugt
– Vit tora at hugsa óvanligt og
stórt, og vit tora at siga tað
hart, sigur Barbara Holm