Sosialurinarkiv
Sosialurin 2014-05-01, síða 44
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 1. mai 2014síða 44

‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Sosialurin nr. 49 · 2. mai 2014 12 VIKUSKIFTI Iris taldi hvalir á Iris Thomsen úr Sandvík hevur gjørt hvalateljingar á Falklandsoyggjunum. Hon hevur skrivað okkum hesa ferðafrásøgn Ferðafrásøgn Iris Thomsen post@sosialurin.fo Tað eru fleiri orðatøk um, hvussu alt ikki altíð gongur eftir ætlan. Og so var eisini hjá mær. Men eg haldi tó, at hóast tað ikki gongur eftir ætlan, so gongur tað nokk so, sum tað átti at ganga ,uttan at eg visti av tí sjálv. Eg eri ættað úr Sandvík og havi lisið bachelor í havlívfrøði á Universitetinum í Aberdeen. Í 2012/2013 tók eg masters í havsúgdjóravísindi á Universitetinum í St. Andrews. Hetta er ein ógvuliga spenn­andi útbúgving, sum einans 12 næm­ingar verða tiknir inn á árliga, so eg kendi meg sera heppna. Tá ið tað kom hartil at vit skuldu velja evnið til masters uppgávuna hevði eg gjørt av, at eg skuldi hava eitt føroyskt evni. Vit hava so nógv spennandi tilfar í Føroyum, og innanfyri nærmastu fram­ tíð vil eg helst búsetast har, so eg helt at tað var passandi at fordjúpa meg í ein­um føroyskum evni. Eg valdi at gera eina føðikanning av grindahvali, tí hetta hevur ikki verið kannað í 20 ár, so tað kundi verði sera spennandi at kanna, um nakrar broyt­ ingar eru farnar fram og hví. Eg var heima í Føroyum og arbeiddi uppá til­far til uppgávuna og var komin í helvt, tá ið eg fekk sera óvæntað boð fra Universi­tetinum í St. Andrews – mítt upp­gávu­evnið hevði ikki fingið etiska játtan. Hetta var ein sannur smeitur. Tað vóru einans tveir mánaðir, til uppgávan skuldi latast inn, so eg hevði ikki tíð at kæra avgerðina hjá universitetinum. Eg var sjálvsagt ikki samd við teirra av­gerð, men eg dugi at skilja, at tey vildu verja seg sjálvi. Tað var bara ógvu­liga harmuligt, at tað skuldi ganga út­yvir meg. Eg skuldi nú byrja heilt av nýggjum. Skúlin hevur nú boðað mær frá, at arbeitt verður við at broyta etisku reglur­nar, og mín vantandi góðkenning er orsøk til, at tey vilja hava eina meira smidliga skipan, so slíkt ikki hendir aftur. Vánaligir vegir Í samráði við mín vegleiðara á universi­ tetinum fekk eg eitt nýtt uppgávuevni. Eg skuldi sniðgeva eina hvalateljing fyri Falklandsoyggjarnar. Fyri at gera eina langa søgu stutta, so var uppgávan latin inn í august 2013, og eg fekk í boði at koma til Falklandsoyggjarnar at gera hvalateljangina í februar/mars 2014. Eg fleyg suður við einum bretskum hernaðar­flogfari tann 12 februar. Hetta er einasta beinleiðis flúgvileiðin til Falkands. Flogferðin tók 20 tímar við ein­um 2 tímar steðgi á Ascension Island. Fyrsta inntrykkið av oyggjunum var, at tær vóru eitt sindur líkar Føroyum. Landslagið er eitt sindur berligt, ongi trø, men fjøll og líðir. Tó eru fjøllini ikki høg, har eru ongi berg, men nógvar víkir inn í landið. Flogvøllurin er á bretsku hernaðarstøðini einar 45 minuttir frá høvuðstaðnum og einastu bygdini, Stanley. Eini 2.100 fólk búgva í Stanley, og beint undir 3.000 folk eru búsitandi á oyggjunum tilsamans. Tað eru nógvir bóndagarðar kring oyggjarnar, og verða hesir kallaðir Camp. Vegakervið er ógvuliga vánaligt. Meginparturin av vegunum er grúsvegir, og um ein skal til Camp, skal ein ofta koyra eftir grasi og ongum vegi. Nógvastaðni fram við vegnum eru øki merkt av við minu­ ávaringarskeltum. Hetta eru leivdir frá Falklands­krígnum. Øki verða støðugt reinsað fyri minur, og ímeðan eg var har, vitjaði eg eina fløtu, sum einans hevði verið opin í 3 ár. Eg vitjaði inni hjá einum pari, sum búðu í Camp, og tá eg segði, hvaðani eg var, hugsaði konan seg um eina løtu, og so segði hon, at tað var »absolutely disgusting what they do to the dolphins up there«. So tosaðu vit ikki meira um tað, og tey vóru sera blíð. Summarið á sunnaru heimshálvuni er av og heystið er um at byrja. Tó vóru tað uppí 25 hitastig teir fyrstu dagarnar, eg var her. Djóralívið er ríkt og ikki trupult at koma framat. Bilur skal tó til, og helst onkur, sum er staðkendur, at koyra hann – vegir ikki eru allastaðni, so hetta er ikki fyri ein og hvønn. Teir fyrstu dagarnar – uttan at fara langt frá Stanley – sá eg bæði delfinasløgini, sum kanningin skuldi fokusera uppá. Hundrað­vís av pingvinum og eisini sjó­leyvir spæla sær í taranum inni í bygdini. Fyrsta sunnudagin fór eg í kirkju í sunnasta katedrali í heiminum. Eg kom inn júst sum klokkan sló 10, og guðs­tænastan var um at byrja. Eitt stórt ferða­manna­skip var inni hendan dagin, so nakað av ferðafólki hevði eisini leitað sær í kirkju. Presturin byrjaði við at ynskja øllum vælkomin, og so spurdi hann, hvaðani tey vitjandi vóru. Ein maður segði, at hann var úr Hollandi. Tá ið eg segði, at eg var úr Føroyum, sá presturin heilt bilsin út og endurtók »Faroe Islands. From one island community to another. We bid you a special welcome«, og so bað hann øll klappa fyri mær og ynskja mær væl­komnari. Hetta var ein heilt ser­lig móttøka, og um eg ikki hevði veri so sól­brend fra degnum fyri, so høvdu øll helst sæð, hvussu eg rodnaði. Síðan havi eg verið í kirkju hvønn sunnudag (ímeðan eg havi verði á landi) og aftaná drukkið te við kirkju fólkinum. Øll hava víst stóran áhugað fyri Føroyum, og presturin hevur biðið meg senda nógvar blíðar heilsanir til Føroya, so tann heilsan er nú farin. Dagarnar fyri hvalateljingina fóru Falklandsoyggjunum Iris og hini umborð á Condor undir hvalateljingunum Ávaringar um minur frá Falklands­ krígnum eru at síggja nógvastaðni Her á Mount Tumbledown vóru nakrir av harðastu bardøgunum, tá ið Ongland og Argentina stríddust um oyggjarnar