Sosialurinarkiv
Sosialurin 2014-05-01, síða 45
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 1. mai 2014síða 45

‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Sosialurin nr. 49 · 2. mai 2014 13 VIKUSKIFTI við ymiskum fyrireikinum, so sum at gera onkrar broytingar og keypa proviant. Teljingin var sniðgivin til at verða í 10 dagar. Vit skuldu vera sjey fólk um­borð – skiparin, konan og fimm teljarar. Hvalakanningin Tá ið ein sniðgevur eina hvalateljing, eru ymiskar vegleiðingar, sum ein skal halda seg til. Og tá ið kanningin verður gjørd, eru somuleiðis vegleiðingar til, hvat data skal samlast. Hetta var fyrsta hvalateljanin sum er gjørd fyri Falklands­oyggjarnar, og var hetta eisini ein undan­kanning fyri eina møguliga størri kanning. Kanningin var sniðgivin við para­ lell­um linjum, sum fóru út fra landi við einum vinkli á áleið 90 stig og ikki longri enn 10 km frá landi. Linjurnar høvdu eitt tilvildarligt byrjunarstøði og allar áleið sama avstand frá hvørjari aðrari. Linjur vóru sniðgivnar til ymisk øki kring oyggjarnar fyri at fáa eina met­ing av, um tað eru ymiskleika í teimum ymsu økjunum. 25. februar flugu vit við einum 8 mans flogfari frá Stanley til Carcass Island, sum er á útnyðringssíðuni á oyggj­unum. Tað var ein stór uppliging at síggja oyggjarnar frá flogfarinun, og eg var heppin og slap at sita við síðuna av flog­skiparanum. Einans fýra fólk búgva á Carcass Island. Parið sum eigur oynna, hevur havt hana í 40 ár. Tey hava ofta vitjan av ferðafólki, og tí hava tey eitt chilenskt par búgvandi hjá sær, sum hjálpir teimum við ferðafólki, ið koma á vitjan. Teir flestu bóndagarðarnir uttan­fyri Stanley eru sjálvforsyrgjandi við streymi og hita. Tey flestu brenna torv og hava vindmyllur til streym. Fyri ein­ans 20 árum síðani brendu tey eisini torv í Stanley. Á Carcass Island møttu vit bátinum, sum vit skuldu búgva á teir komandi 10 dagarnar. The Condor er ein gamal týskur fiskibátur. Umstøðurnar um­ borð vóru trongligar, vit vóru 3 um at sova í einum lítlum rúmi frammi í gron. Restin svav í einum rúmi undir galluni. Vesið var í einum lítlum rúmi úti á dekkinum, og har var eisini eitt hand­vask. At verða uttan brúsu í 10 dagar var ein avbjóðing. At skula sigla eftir teimum linjunum, sum eg hevði sniðgivið, var ein heilt serlig uppliving. Falklandsoyggjarnar eru umringaðar av nógvum tara, og tí var tað til tíðir lættari sagt enn gjørt at koma til júst tað punktið, har eg hevði sniðgivið at ein linja skuldi byrja ella enda. Men skiparin Mike var lokalur og hevur til starv at sigla ferðafólk kring oyggjarnar, so hansara vitan var sera virðis­mikil fyri okkum. Vit vóru ógvuliga heppin við góð­ um veðri. Ikki var tað brennandi sól og blikalogn í 10 dagar, men nóg gott veður til, at vit sigldu allan dagin hvønn dag. Bert eina dagin góvust vit um trý­ tíðina, tí tann nógvi vindurin gjørdi tað ov sjaskut fyri okkum at síggja hval og delfinir. Tað var eitt stórt upplivilsi at síggja delfinirnar, sum eg hevði lisið og skrivað um bæði ígjøgnum mínar út­ búgv­ingar, og meðan eg sniðgav kann­ ingina. Kanningin var serliga sniðgivin til at leggja dent á Commerson’s og Peale’s delfinir, sum eru tær talmestu kring oyggjar­nar. Vit sóu yvir 400 Commerson’s delfinir og áleið 150 Peale’s delfinir. Bæði delfinasløgini eru sera tiltrekt at bátum, og tær dámdu ógvuliga væl at svimja um kapp við bátin hjá okkum. Av tí sama sóu vit tær ógvuliga nær, og tað hendi meira enn so, at tær vístu okkum ymisk kynstur, so sum at sláa sveivin í vatnið ella at svimja í spiral. Vit sóu eisini áleið 80 sei hvalir á kanningini. Hetta er nokk minst líka so áhugavert sum delfinirnar, tí sei hvalir­ nir eru á IUCN listanum kata­gori­ser­ aðir sum at verða í vanda. Á hesum sama listanum eru bæði delfinsløgini katagoriserað, tí tað eru ikki nóg nógvar upplýsingar at gera eina bólking av teimum – tí var okkara kanning sera týdningar­mikil. Ein av sei hvalunum kom upp at anda beint við síðuna av bátinum. Vit kvukku øll við. Ongin náddi at fáa mynd av honum, helst tí at ongin hevði roknað við hesari kempuni beint við síðuna av bátinum. Teir flestu av sei hval­unum vóru upp til 100 til 700 metrar frá bátinum, men av tí sama bar tað til at eygleiða teir og síggja, hvønn veg teir ferðaðust. Eftir hvalakanningina Aftaná hvalakanningina hevði eg eina viku í Stanley. Hesa vikuna hjálpti eg til hjá Falklands Conservation við til dømis at telja rusk og annað, sum rekur upp á strendur og at kanna myndatól, sum taka myndir av pingvinum. Komandi mánaðirnar skal eg brúka úrslitini frá kanningini til at gera eina meting av, hvussu nógvar delfinir eru kring Falklandsoyggjarnar, og hvar tær serliga halda til. Eisini skulu úrslitini brúkast til at sniðgeva eina størri hvala­teljing, sum fer at verða kring allar Falklandsoyggjarnar. Vit vita ikki, um hendan teljingin verður veruleiki enn, tað verður tengt at, um fígging verður givin. Møguleikin er til staðar, tí Falklands­oyggjarnar eru ávegis at leita eftir olju, og týdningarmikið er at hava nógvar upp­lýsingar um havsúgdjórini, áðrenn ein møgulig oljuvinna fer av bakka­stokki. Eg legði sniðgevingina og nøkur úrs­lit frá kanningini fram á einari ráð­ stevnu í St. Andrews síðst í mars mán­ aði. Tað er altíð gott at tosa við onnur innan fakið og fáa input frá teimum. Delfinunum dámdu væl at svimja kapp við skipið Nógvir pingvinar eru at síggja á Falklandsoyggjunum Iris Thomsen úr Sand­vík lesur á universieti í Onglandi og hevur gjørt hvala­ teljingar á Falklands­ oyggjunum