hósdagur 1. mai 2014síða 46
‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Sosialurin nr. 49 · 2. mai 2014
14
VIKUSKIFTI Siðsøga
við Óla Jacobsen
eingin kirkja
var á kirkju
Útoyggjarnar eru við at doyggja út. Tí er tað umráðandi at fáa
niðurskrivað mest møguligt frá teirri tíðini, tá ið hesar oyggjar veruliga
høvdu lív. Frá at hava verið í Hattarvík verður nú farið til Kirkju
E
liesar Sørensen var føddur
23.11.1905 á Kirkju. Hann gjørdist
nærum 100 ár og fór til gravar
sjálvan hundrað ára føðingar
dagin.
Á ellisárum hansara komu vit at kennast
og gjørdust rættuliga væl. Hann var so óførur
at greiða frá, og hetta kundu lesarar av FF-
blaðnum gleðast um.
Nú vit í hesi røð hava havt áhugaverda
frásøgn hjá Símun Gullaksen í Hattarvík,
kann tað vera hóskandi at taka aftur í frá
søgnini hjá Eliesari um lívið á Kirkju.
Tey vóru átta systkin. Elsti beiggin var
Zacharias Sørensen, f. 1894, sum í eitt manna
minni var skúlastjóri og deknur í Havn. Hann
giftist við Poulu Næss úr Vági.
Meðan Zacharias gjørdist landkrabbi,
blivu allir hinir beiggjarnir fiskimenn.
Hini systkini vóru:
Sigga Sofia f. 1897. Giftist við Jákup
Hendrik Hendriksen á Kirkju.
Signa Katrina f. 1899, ógift.
Elias f. 1902. Giftist til Svínoyar i 1938
við Elsebeth Malene Heinesen d. 1947. Hann
giftist aftur í 1950 við Evu Zachariassen.
Mourits f. 1908. Giftist við Kristionnu
Rasmussen norð í Stovu á Kirkju. Hann
gjørdist 100 ára gamal.
Pætur Franklin f. 1910. Giftist við Hjørdis
Guttesen í Skopun.
Sunneva Elisabeth f. 1911. Ógift.
Eliesar vaks upp hjá sínum ógiftu pápa
systkjum, Eliasi og Malenu, í húsunum, har
abbin Zacharias hevði búð. Sonur Eliesar,
Líggjas (í Bø), er eisini uppkallaður eftir
teimum báðum. Her inni búði eisini omman
Elisabeth.
Abbin fekk ug
Pápin var Søren Pram Zachariassen. Mamman,
Sunneva Eliassen, var úr Kelduhúsunum í
Hattarvík. Hetta var grannahús hjá Símuni
Gullaksen.
Børnini fingu Sørensen til eftirnavn eftir
fornavninum hjá pápanum, sum var tað van
liga fyrr.
Abbin á Kirkju var lærarin Zacharias
Michelsen. Fyri at búgva seg til starvið hevði
hann verið eina tíð á Viðareiði hjá Sørensen
presti, og í Havn hevði hann eisini lært mill
um annað hjá tí kenda skúlavininum, prest
inum Christian Pram Gad. Tað var fyri at
heiðra hesar menn, at hann kallaða ein son,
pápa Eliesar, fyri Søren Pram. Hetta er tískil
søgan aftanfyri, at tað fleiri í Føroyum fingu
navnið Søren Pram Sørensen.
Zacharias er umrøddur í bókini Tórshavnar
Skúlasøga. Tað einasta fráfaringarprógv, sum
er funnið, er hansara. Hann fær heilt framúr
ummæli. Allar lærugreinir hevur hann klárað
til »udmærket godt«, og síðan verður sagt:
Indbemeldte Zacharias Michelsen, der
saaledes i tre Aar har nydt Undervisning
i Thorshavn Skole, har i denne Tid vist sig
som en udmærket sædelig Dicipel.
Hans Forstands Evner kan henregnes til
de meget gode; man har derfor været meget
tilfreds med hans Skolegang, og da han nu
har fuldendt samme, anbefales han paa det
varmeste og ledsages ved Afskeden med de
bedste ønsker om en blid og hældig Fremtid.
Thorshavn Skole, den 20de Maii 1829
C. Pram Gad
J. G. Effersøe
Illvild móti skúlanum
Zakarias var lærari í Fugloy frá 1834-49. Hann
byrjaði 20 ára gamal, og tá var hann bæði
lærari og deknur. Hann var einsamallur í húsi
við mammuni, Ada Zachariasdatter, sum tá
var 60 ára gomul. Zakarias gavst í 1849, eina
mest tí at illviljin var so stórur móti skúl
anum, og tað gekk so illa at fáa lønina. Hon
var bert 1 mørk um árið, sum J. Símun Hansen
roknar úti til at vera kr. 15,51. Men fyri hesar
pengar fekst í 1840 knøpp ein gyllin í jørð.
Zakarias legði ikki lærarastarvið heilt
frá sær, sjálvt um hann ikki helt skúla. Børn
gingu av og á til hansara at lesa, og eitt skifti
um 1870 gjørdi hann nógv við lærarastarvið.
Hann doyði í 1878.
Ein ættargrein hjá Zakarias gjørdist allir
teir kendu Zachariassen menninir, sum
serliga er kendir fyri teirra mentanarliga og
politiska virksemi.
Tveir handlar
Tað fyrsta Eliesar mintist, vóru 27 hús á
Kirkju. Fólkatalið lá um 100 í 1890, og longu
í 1921 er fólkatalið komið uppá umleið 150
fyri síðan at minka aftur eftir kríggið.
Tað vóru tveir handlar á Kirkju. Sum
vanligt var tá, keyptu og virkaðu teir fisk.
Annan handilin hevði pápi Eliesar, Søren
Pram Zachariassen.
Hann handlaði fyri Vágsbotnshandilin.
Eliesar mintist bátarnar hjá handlinum Eli og
Surprice. Teir komu við vøru úr Havn og tóku
fisk inn aftur til Havnar. Ein av teimum, sum
sigldu við, var Hanus í Smiðjustovu. Hann
kom Eliesar at kenna, eftir at hann var farin
at sigla út frá Havnini.
Síðan hendi tað, at Vágsbotnshandilin
fór fallitt. Eftir hetta fór Søren at handla
fyri Jørgen Bech og Sønner, tann sokallaði
Klaksvíkshandilin, har tann kendi Faktorin,
Johan Christian Djurhuus, var oddamaður.
Men hendan fyritøkan fór eisini, og kostaði
hetta alt pápanum nógvan pening. Síðan fór
Søren Pram at handla fyri seg sjálvan.
Hin handilin var hjá Gullak Matras.
Kona hansara, Karolina, var lærari í Fugloy.
Handlarnir keyptu fisk, sum varð flaktur og
saltaður. Í handlinum hjá Søren Pram var ikki
neyðugt at biðja fólk til arbeiðis. Tey vóru
nógv fólk í húsi, og eftir tørvi máttu øll í hús
unum hjálpa til.
Alt av fiskinum kom til sættis
Um veturin róðu teir út við fýra áttamanna
førum. Um summarið róðu bert smærri bátar
út. Tá vóru teir flestu menninir burtur til
skips. Tað vóru sera ring lendingarviðurskifti
á Kirkju. Men allir hjálptu hvørjum øðrum,
og hetta var eisini neyðugt.
Tá fiskurin varð hagreiddur, kom alt av
fiskinum til sættis sum t.d. livurin, sum í
dag nóg illa verður tikin. Hon varð koyrd í
tunnur, sum vóru sendar til Klaksvíkar. Tá ið
pápin flakti, tók hann sundmagan burtur úr
fiskinum. Sundmagin varð turkaður og nýttur
til lím. Hann varð spentur á brettir, sum so
vórðu sett upp at turka. Onkuntíð turkaðu
teir inni.
Lítið av jarðarbrúki
Kirkja var ognarbygd. Har vóru bert tvey
smá kongsfesti. Annað var hálva triðju og
hitt hálva mørk. Tað var sjálvsagt neyðugt at
hava kúgv, men hjá nógvum var so smábýtt,
at tey máttu vera tvey hús um eina kúgv.
Eliesar Sørensen 1. partur
Bygdin Kirkja í 1920, uttan kirkju