hósdagur 1. mai 2014síða 47
‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Sosialurin nr. 49 · 2. mai 2014
15
VIKUSKIFTI
Fuglur hevði eisini nakað av týdningi, men
neyvan meira enn til húsbrúks.
Eliesar var frá eini tíð, tá ið skógvarnir
vóru húðaskógvar úr neytaskinni. Teir vórðu
brúktir til alt brúk, og tá teir vóru slitnir
øðru megin, vórðu teir klossaðir, t.v.s. teir
vórðu vendir og seymaðir saman í erva og
kruvdir í neðra. Vanliga var tað uppgávan hjá
pápanum at seyma húðaskógvar. Rotuskógvar
úr seyðaskinni vórðu eisini brúktir, men hetta
var til innanduranýtslu og til børn.
Fólk høvdu svartaskógvar, men hetta var
bert til sunnudagsnýtslu, og tá farið varð í
kirkju ella líknandi.
Andaligt lív og mentan
Tað var nógv andaligt lív á Kirkju og annars
á Fugloynni. Brøðrasamkoman kom tíðliga
hagar, og møtisalur varð bygdur. Hann varð
bygdur av Tróndi Simonsen, sum m.a. var
pápi Esmar Simonsen í Fuglafirði. Salurin
varð málaður av Andrew Sloan, sum plagdi
at dvølja har úti. Av øðrum, sum komu, vóru
Victor Danielsen og Jens Klæmint Isaksen.
Ein lokalur talari var Jógvan Lydersen. Her
komu nógv fólk, og fólk gingu úr Hattarvík
á møti. Men nú er so lítið fólk eftir, at salurin
verður ikki brúktur regluliga.
So merkiliga tað ljóðar, var eingin kirkja á
Kirkju í heili 100 ár, frá 1832 til 1933. Støðan
var vánalig á Kirkju fyrst í 19. øld. Í 1818 gekk
ein bátur av Kirkju burtur við seks monnum.
Hetta vóru stórt allir teir fullføru menninir
í bygdini.
Tá varð avrátt varð at flyta kirkjuna til
Hattarvíkar, millum annað við teirri grund
geving, at tað vóru ikki skikkað fólk á Kirkju
at varða av kirkjuni. Tískil varð lestur lisin
í skúlanum, fyrst tá ið Eliesar mintist. Tá
prestur kom, var gudstænasta við altargongd
í Hattarvík, so hagar varð farið til altars.
Tað var eisini annað upplýsandi virksemi.
Tey gingu í ávís hús at fáa søgur, og hevur
hetta verið eitt slag av kvøldsetum. Tá
postur kom, var fragd at hoyra læraran lesa
úr teimum nýkomnu bløðunum. Men pápin
fekk eisini bunkar av bløðum frá Zakariasi,
sum var lærari í Havn, og var hetta spennandi
lesnaður. Pápin helt eitt danskt blað, sum
kallaðist Ugens Nyheder. Har vóru eisini
andaktsstykki, sum hann las hvønn sunnudag.
Kirkja var trettandabygd, og tá var lív í
bygdini. Eliesar minnist bæði sundamenn,
viðingar og svínoyingar koma higar á trett
anda. Nógv varð dansað, men bert føroyskan
dans. Tá vitjað varð millum bygdirnar á
oynni, varð fylgt á leið, tá fólk fóru heimaftur.
Annars lat Eliesar væl at sambandinum
millum bygdirnar á Fugloynni. Serliga ung
dómurin kom nógv saman, og tað eru ikki
heilt fá hjúnaløg, sum hava verið millum fólk
úr báðum bygdunum.
Av oynni at skera torv
Uppgávurnar vóru nógvar í eini slíkari bygd.
Ein var at fáa brenni til vega, og hetta var
torv. Men torvið á Kirkju var ringt, so tað
var ikki annað at gera enn at skera torv á
Svínoynni. Hagar var róð yvir við báti, og tá
torvið skuldi fáast til høldar, varð tað flutt við
báti yvir á Kirkju. Hóast hetta var opið hav
er einki frætt um vanlukkur, soleiðis sum tað
hevur verið fleiri aðra staðni.
96 ára gamla Anna Malena Christiansen,
sum er ættað úr Svínoy, minnist hetta væl.
Mamma hennara var ættað úr Fugloy, og hon
plagdi at senda Annumallu, sum hon verður
nevnd, við drekka og pannukøkum, tá ið
menn av Kirkju vóru í Svínoy og skóru torv.
Annars mintist Eliesar, tá vatnið varð inn
lagt, so sigast kann, at hann upplivdi alla ta
menning, sum yvirhøvur hevur verið í sam
felagnum.
Hann mintist eisini, at tey veltu korn.
Hetta kundi ikki minst vera galdandi undir
1. heimsbardaga, tá einki korn varð innflutt.
Skúlagongdin
Eliesar fór so í skúla sjey ára gamal. Lærarin
var Símun Michael Zachariassen, sum var
pápabeiggi hansara. Símun Michael var
kendur sum mentamaður, og hetta hevur
eisini merkt skúlan. Símun Michael var við
í teimum rørslum, sum vóru tá. Umframt í
tjóðskaparrørsluni var hann eisini við í frá
haldsrørsluni. Lærarin mátti eftir reglunum
enntá undirvísa á donskum, men hetta tók
Símun Michael ikki so tungt. Tað var eisini
sonur hansara, Louis, sum um hendan
spurning segði: »Lóg er lóg og lóg skal
brótast«. Nakað um ta tíðina, tá Eliesar fór
úr skúlanum, gjørdist Karolina Matras lærari.
Hon lærdi næmingarnar føroyskt, og hetta
hevur ávirkað so mikið, at Eliesar kom eisini
at lesa og at skriva føroyskt.
Í skúlanum var bara ein flokkur, og í
hvussu er í 1925 vóru úti við 30 børn í skúla
num. Lærarin skuldi eisini røkja skúlan í
Hattarvík, so skúlagongdin hevur verið hálv.
Lívið hjá børnunum var annars arbeiði og
spæl. Tað vóru nógv børn í bygdini, og tey
spældu tey spølini, sum vóru vanlig tá. Tá
grasið var sligið, varð spælt á bønum. Men
hetta varð ikki dámt um várarnar, tá grasið
skuldi hava frið at vaksa fram til hoyggingina.
Børnini hjálptu til heima, tá ið tey vóru so
fræg, og tað var almikið at gera. Tey skuldu
gera alt vanligt arbeiði, sum gjørt varð í eini
vanligari bygd. Um tað so var at bera tøð,
sluppu børnini ikki undan.
Til Svínoyar at ringja
Eitt sum vísir, hvussu langt av landi skotin
tey búðu, sást av tí, at eingin regluligur
postur gekk til Fugloyar fyrr enn í 1914.
Undan tí fingu tey postin, tá tey fóru inn í
Sund eftir agni ella øðrum ørindum. Pápin
var kommunalforstandari bæði fyri Fugloy
og Svínoy. Hevði hann ørindi, fekk hann sær
skjúts inn á Norðtoftir. Um nakar hevði brúk
fyri at kom til Fugloyar, varð boðað frá við
breiddum laki, sum varð lagt so sjónliga á
Svínoyarlandinum, at tað sást á Kirkju. Tá var
at manna bát at fara til Svínoyar. Tað sama
var við grindaboðum. Tá varð lakið breitt á
ymiskum støðum, alt eftir hvar grindin var.
Men tað var skjótt, at barndómurin var
av. Eliesar verður konfirmeraður á Viðareiði
í 1920, og tá var bert eitt at gera hjá einum
14 ára gomlum dreingi, og tað var at fara
til skips.
Komandi partur:
Í komandi parti verður millum
annað greitt frá útróðri.
Skúlin á Kirkju uml 1925. Lærararnir eru Símun M. Zachariassen og Karolina Matras
Torvheiðar hjá fugloyingum í Svínoy
Foreldrini hjá Eliesari, Søren og Sunneva
Her avskipaðu teir torvið í Svínoy
Eliesar Sørensen 98 ára gamal