hósdagur 1. mai 2014síða 48
Tekstur á síðuni
Sosialurin nr. 49 · 2. mai 2014
Í ranga
strúpan
Rockkvøld í Havn
Enska rocklegendan Ken Hensley vitjar í hesum
døgum í Føroyum, og leygarkvøldið kann hann
upplivast í Dansifrøi í Havn. Har fer eisini Åge Sten
Nielsen, sum er kendur úr bólkinum Wig Wam,
at hava eitt Queen show, og gomlu føroysku
rockararnir í Devon gera comeback í eitt kvøld.
Rockkvøld
Dansifrøi í Havn
Leygarkvøldið 3/5 kl. 20.00
Harmonikuhugni
Leygarkvøldið fer harmonikutónleikur at runga í
ítróttarhøllini á Hálsi alt kvøldið og langt út á náttina.
Tað er Harmonikufelag Føroya, sum skipar fyri
harmonikuhugna, tey kalla. Eitt nú luttaka Tvøroyrar
Harmonikulið, Poul Hammer, Regin Jacobsen, Hákun
Hansen, Kallar og Spælimenninir úr Havn.
Harmonikuhugni
Ítróttarhøllin á Hálsi í Havn
Leygarkvøldið 3/5 frá kl. 20.00
Ikki altíð
gongur
eftir vild
Hesir báðir fylgjandi tíðinda
stubbarnir á In.fo vísa, at ikki altíð
gongur sum prestur prædikar.
Vónirnar vóru stórar, tá ið talgilda
landsroyndin varð sett í gongd, men
alt endaði í kaos og avlýsing.
baksíðan...
lagt til rættis: Eyðun Klakstein
– Hóast nógv hava granskað
spurningin, so er tað eingin, sum
kennir svarið uppá, hvussu tú
setir eina slíka rørslu í gongd
Helgi Rasmussen, sálarfrøðingur,
um at leypa á sjógv
Transatlantisk
konsert
Norðurlandahúsið letur leygarkvøldið enn einaferð dyrnar
upp fyri einari elektrokonsert. Byrta eru biðin um at
framføra enn einaferð í Norðurlandahúsinum, og afturat
teimum verða eisini Byrnjolfur, Greta Svabo Bech og
íslendsku Retro Stefson.
Transatlantisk konsert
Norðurlandahúsið í Havn
Leygardagin 3/5 kl. 21.0
Mannfólka
renning
Annað árið á rað skipar frælsafelagið
Hvirlan fyri mannfólkarenning. Tey halda
til við Sandá, og bæði einstaklingar og
lið kunnu kappast í renningini.
Mannfólkarenning
Við Sandá í Havn
Leygardagin 3/5 kl. 13.00
– Hetta kann
gerast ein máti
at fáa sín tónleik
út um Føroyar
Eivør Pálsdóttir
um Frigg festivalin
í Keypmannahavn
Liggjandi mál?
Andrew sendir eitt gott skot í
tvørstongina og niður í málið.
www.hb.fo
Gloym avlurtingarpakkan!
Starvsfólk á sjúkrahúsum skulu
avdúka yvirgangsmenn
In.fo
Ikki ørum!
Ungur maður við knívi leitaði eftir
einum øðrum manni sunnunáttina
Kringvarp.fo
Svartkjafturin sær gott út í ár!
Sær gott út: Nógvur svartkjaftur at síggja
Portal.fo
Tosa vit um streymslit?
2013 var gott ár hjá SEV
nordlysid.fo
Hvat verður
tað næsta?
Pensjónistar noyðast at
rinda skatt tvær ferðir
In.fo
Hvat?
Fleiri pápar enn mammur
hava bæði lægsta og
hægsta útbúgvingarstøði
Netavisin.fo