mánadagur 5. mai 2014síða 4
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Mánadagur 5. mai 2014 · Nr. 50
4
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
ÁKÆRDUR FYRI DRÁPSROYND
Leo Poulsen
Tá ungi maðurin kemur inn
ar í kamarið hjá gentuni,
fer ákærdi ímóti honum, og
ákærdi maðurin hevur ein
knív í hondini.
Ákærdi sat á lørunum á
gentuni, sum lá á búkinum.
Hurðin var afturlatin og
ungi maðurin sá ikki knívin
beinanvegin. Ákærdi mað
urin var eisini í svørtum
handskum.
Teir báðir vóru annars
bestu vinir, og sjálvt um teir
ikki altíð vóru samdir, vóru
teir kortini ikki óvinir. Hann
hevði heldur ikki sæð ákær
da fullan ofta.
Hann langar út við knivi
num, sum rakar unga mann
in í hálsin og síðani verður
hann stungin nakrar ferðir í
ryggin, áðrenn ákærdi aftur
fær hondina og knívin fram
um aftur. So verður ungi
maðurin stungin fleiri ferðir
í búkin og í lærið.
Ungi maðurin fær so tikið
ákærda í albogan innanvert,
og verður tá stungin í armin
nakrar ferðir, men ungi mað
urin fær tá felt ákærda niður
í einar trappur, sum ganga
upp á í miðhæddina.
Hann bað fleiri ferðir
ákærda um at gevast, og
hann metti ikki, at ákærdi
var glaður um at síggja seg.
Meðan
ungi
maðurin
heldur ákærda niðri í trappu
ni, rennir gentan fram við
teimum inn í kamarið hjá
systir unga mannin og fer út
gjøgnum vindeygað.
Ungi maðurin slepti so
ákærda, men reyk avstað aft
an á gentuni og fór sama veg
út gjøgnum vindeygað.
Hann fór so upp á og inn í
køkin, og hann ætlaði sær at
ringja eftir politinum. Men
hann lat seg í staðin í skógv
arnar og fór til gongu yvir til
ommu og abba sín.
Hann legði til merkis, at
tað var blóð á hondtakinum
á úthurðini. Hann merkti,
at hann bløddi illa, og hann
merkti, at hann misti máttin.
Ungi maðurin fór síðani
innar og upp í kamarið hjá
teimum gomlu, og sá, at
omman troystaði gentuna.
Ákærda sá hann ikki aft
ur.
Hann segði tað vera ógvu
liga hart, at tað skuldi vera
sín góði vinur, sum hevði
gjørt hetta ímóti sær, men at
hann hevði tað gott nú.
Tað er eisini ógvuliga
sannlíkt, at ungi maðurin
bjargaði lívinum hjá gentuni.
Leo Poulsen
Hon greiddi frá, at tey
tørnaðu inn um miðnátt
ina, og hon raknar ikki
við, fyrr enn unga gentan
vakir hana os sigur, at
onkur roynir at kvala
hana.
Hon fær vakt mann
sín, men verður so burtur,
tí ákærdi maðurin legði á
hana.
Hon segði seg vera
burtur eina løtu, men
raknaði við aftur, meðan
maður hennara tosar í
telefon við politiið.
Tað gekk tó ikki leingi,
til hon aftur bleiv burt
ur. Hon sigur seg ikki
minnast
serliga
nógv
frá tí, sum fór fram. Hon
minnist tó, at ákærdi
maðurin legði seg oman
yvir seg.
Hon minnist eisini, at
unga gentan legði seg á
koddan aftan fyri høvd
ið á sær. Hon segði seg
hinvegin ikki varnast at
verða stungin, fyrr enn
hon ætlaði sær úr seing
ini.
Hon var við í einari
endurskapan av hending
ini, sum politiið tók upp á
video, og hon gekk heilt
niður í smálutir.
Leo Poulsen
Maðurin í húsinum greiddi
frá, at tey altíð plagdu av
læsa hurðina, tá tey tørnaðu
inn, men hetta kvøldið var
yngsti sonur teirra úti, so
tey roknaðu við, at hann
fór at læsa huðrina, tá hann
kom heim.
Men hann var farin inn
ar í stovuna at hyggja at
sjónvarpi, og var sovnaður.
So úthurðin stóð óløst.
Hann vaknaði av, at unga
gentan kom innar í kamarið,
og fór aftur um høvdalagið
hjá konuni at goyma seg.
Henni á baki kom ákærdi
maðurin og hann gekk yvir
um seingina og legði seg
oman á konuna.
Hann undraðist á, at
gentan hevði málað seg um
kroppin, tí hann dugdi ikki
at ímynda sær, at talan var
um blóð.
Hann legði eisini til
merkis, at unga gentan var
nakin, bara ílatin trussur.
Tá ákærdi maðurin hevði
lagt seg oman á konuna róp
ti hon beinanvegin, at hann
hevði stungi seg.
Hann leyp úr seingini,
men komin á fótalagið,
sortnaði tað fyri honum, og
hann veit ikki, hvussu leingi
hann hevur staðið har so
leiðis.
Tá hann raknar við aftur,
stendur ákærdi andlit til
andlits við ákærda, men av
einihvørjari orsøk vendir
ákærdi sær og hyggur inn í
veggin. Tá meddar maðurin
til í nakkan á ákærda, ið
líkasum hoyknar nakað, og
síðani fer ákærdi maðurin
til dørs, og gongur róliga
yvir móti demninginum og
síðani hvørtur um hann.
Stóð um lív
Maðurin fer tá eftir tele
fonini og ringir 1-1-2. Meðan
hann ger tað, fer hann út úr
kamarinum og hyggur yvir
móti Hvannasundi. Hann
sær tá ákærda mannin gan
ga róliga yvir móti demn
inginum og hvørtur um
hann.
Tá hann er liðugur at
tosa við politiið hyggur
hann niður og sær tá, at
tað flýtur undir honum við
blóði, og tástaðni varnast
hann, at eisini hann er
stungin.
Hann hevði í uppruna
boðunum til politiið sagt,
at tað vóru tvey, sum vóru
stungin, nú vóru tey so trý,
og stutta løtu seinni kemur
so abbasonurin, sum eisini
bløðir illa.
Tað gekk bert stutt tíð,
til politiið var á staðnum,
og maðurin turnaði aftur og
fram. Tann eini pollitisturin
var ættaður haðani, og hann
bað mannin um at seta seg
niður, og hann so gjørdi.
Stutta tíð seinni komu so
sjúkrabilar, og maðurin fór
sum tann fyrsti avstað.
Hann greiddi frá, at
hann kendi seg sum so væl
fyri, og komin á sjúkrahúsið
ringdi hann til dóttir sína í
Danmark at siga henni frá
standinum.
Men
ein
sjúkrasystir
tók telefonina frá honum,
og meðan hon stendur og
høsnast við telefonina fær
maðurin eina øgiliga pínu,
og hann var so koyrdur inn
á skurðstovuna beinanveg
in.
Hann hoyrdi seinni, at
tað var komið hol á eina
gøgn í búkinum, og at tað
fleyt hálvurannar litur av
blóði í maganum.
Tað stóð tí um lív hjá
manninum, og var hann ikki
komin undir læknahond so
skjótt kundi hann lættliga
havt mist lívið.
Hevur ávirkað
Hendingin hevur havt stóra
ávirkan á mannin. Hann
greiddi frá í rættinum, at
hann hevði sagt við gentu
na, tá hon kom saman við
abbasoni teirra, at hon skul
di altíð verða hjartaliga væl
komin í teirra heim.
Hann segði, at hann var
glaður fyri, at hurðin ikki
var læst hesa náttina, tí
tað hevði verið ræðuligt at
vakna upp tann morgunin
og funnið gentuna deyða á
trappuni.
Hann vildi illa siga frá,
hvussu hendingin hevði
ávirkað hann, men hann
greiddi frá, at ta einu nátt
ina vaknaði hann av, at
konan rópti: Lat vera, lat
vera. Hann varnaðist tá, at
hann hevði ligið og sligið
konuna.
Tað vóru slíkar hending
ar, ið komu fyri, men hann
vildi ikki siga meira um tað.
Hann hevði eisini verið
óarbeiðsførur í tveir mán
aðar, og tað hevði kostað
honum 41.000-42.000 krónur
í mistari arbeiðsinntøku.
Bjargaði helst
lívinum hjá gentuni
Hann vaknaði av rópunum frá gentuni, og tá hann kemur
innar í kamarið sær hann, at ákærdi situr oman á henni
Mintist ikki nógv
frá hendingini
Eldra kvinnan minnist ikki nógv
í dag frá tí, sum hendi hendan
sunnumorgunin, 14. juli í fjør
Smekkaði til ákærda
Maðurin vaknaði, tá unga gentan kemur inn í kamarið, og beint í hølunum av henni kemur ákærdi maðurin