mánadagur 5. mai 2014síða 5
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
5
Mánadagur 5. mai 2014 · Nr. 50
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
Áki Bertholdsen
Tað er ógvuliga ósannlíkt, at
hann einki minnist frá hend
ingini.
Maðurin, sum er ákærdur
fyri drápsroynd í Norðdepli
tann 14. juli í fjør, hevur alla
tíðina tvíhildið um, at hann
einki minnist frá hendingini.
Hann hevði ”black out”,
sum hann kallaði tað. Men
tað var einki nýtt, at hann
fekk ”black out” tá ið hann
ballaðist, tí tað fekk hann
hvørja ferð.
Men hetta trúgva ser
læknar í Danmark einki upp
á.
Bæði blóðroynd og land
roynd vórðu tikin av manni
num stutt eftir at hann varð
tikin, ella góðan hálvan
annan tíma eftir, at fólkini í
Norðdepli vórðu álopin.
Tá varð promillan máld til
1,06, men royndirnar vórðu
endurtiknar fyri at beina
allan iva burtur.
Hinvegin vórðu eingi spor
av heilivági ella rúsevnum at
finna.
Ógvuliga ósannlíkt
Men
allir
upplýsingarnir
vórðu sendir niður til Dan
markar til rættarlæknar at
taka støðu til.
Og teir hava mett, at tá ið
illgerðin í Norðdepli fór fram,
frá áleið klokkan átta, til
klokkan 8.33 um morgunin,
hevði hann 1,28 promillu í
blóðinum.
Tað svarar til at hann
hevði drukkið fimm ella seks
vanligar øl, sigur ákærin.
Og rættarlæknarnir halda
at tað er ”overvejende sand
synligt” at tað ikki passar, tá
ið hann sigur, at hann einki
minnist frá hendingini.
Hinvegin hava læknarnir
eisini staðfest, at hann er
ikki sinnissjúkur og hann
var heldur ikki, tá ið fólkini í
Norðdepli vórðu álopin.
Øll offrini í málinum
eru avhoyrd og tey hava øll
staðfest, at tað var ákærdi
maðurin, sum leyp á tey
hendan sunnumorgunin og
særdi tey so illa, at summi
teirra vóru í heilt álvarsligum
lívsvanda.
Og samstundis staðfesta
tekniskt prógv, at hann hevði
blóð av onkrum av offrunum
á klæðunum, hann var í, tá ið
hann varð handtikin.
Áki Bertholdsen
Rættarmálið ímóti manni
num, sum er ákærdur fyri
drápsroynd í Norðdepli,
líður nú ímóti endanum.
Alla farnu viku hevur
ákærin brúk til at leggja
teknisk prógvini fram í
málinum og tey eru nógv.
Heilt serstakt er tað,
at fyri at lýsa málið, er øll
hendingin
endurskapa
á filmi. Talan er um ein
film, sum varar í hálvan
triðja tíma og hann varð
spældur í brotum í rætti
num fyri nevningunum.
Annars hava ákæri og
vitni avhoyrt eini 14-15 vit
ni, sum eru løgreglufólk,
fólk, sum hava sæð tann
ákærda hendan morgun
in og fólk, sum kenna til
hansara viðurskifti.
Dagin í dag skuldu
ákærin og verjin brúkast
til at taka samanum og so
fara teir 12 nevningarnir
í einrúm at taka støðu
til um hann er sekur ella
ikki.
Koma nevningarnir til
ta niðurstøðu, at maðurin
er sekur, skulu ákæri og
verji aftur siga sína hugs
an um, hvør revsing er
hóskandi, og so fara nevn
ingar og dómari aftur
í einrúm at taka støðu
til, hvussu dómurin skal
vera.
Talan er um eitt um
fatandi mál og tað er
ómøguligt at siga, hvussu
langa tíð nevningarnir
brúka upp á at viðgera
málið, men tað er væl trú
ligt, at ongin avgerð fellur
fyrrenn seinnapartin í
vikuni.
ÁKÆRDUR FYRI DRÁPSROYND
Ógvuliga ósannlíkt
Tað er ikki ógvuliga ósannlíkt, at maðurin einki skal minnast frá hendingini, staðfesta rættarlæknar í Danmark. Maðurin
hevur verið í Føroya Rætti alla síðstu viku og málið heldur fram tað mesta av hesi vijuni eisini
Trúgva einki
upp á at hann
einki minnist
Serlæknar trúgva einki upp á, at maðurin, sum er ákærdur fyri
drápsroyndir í Norðdepli, einki minnist frá hendingini
Nú liggur tað
í hondunum á
nevningunum
Nú stendur tað til teir 12
nevningarnir at gera av um
maðurin er sekur ella ikki