Sosialurinarkiv
Sosialurin 2014-05-05, síða 6
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 5. mai 2014síða 6

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Mánadagur 5. mai 2014 · Nr. 50 6 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 Eirikur Lindenskov Sambært nýggjastu veljara­ kanningini, so høvdu vit fing­ið nýggja leiðslu í Tinga­ nesi. Kanningin, sum er ein lemjandi ósigur til ser­ liga Sambandsflokkin, sum missir 9 prosent, og Fólka­ flokk­in, sum missir 4,7 pro­ sent. Samgongan hevði havt 14 tingesessir aftan fyri seg, með­an andstøðan hevði havt 19. Søguliga afturgongd Størsti taparin sambært kann­ing­ini, sum Gallup gjør­ di fyri ting.fo, er Sam­bands­ flokk­ur­in. Flokkurin hevði mist heili 9 prosentstig í mun til seinasta val. Tá fekk Sambandsflokkurin 24,7 prosent. Í kanningini fær hann bert 15,7 pro­sent. Hetta hevði givið Sam­bands­flokki­ num fimm tingsessir í mun til níggju, sum flokkurin hevur nú. Tá skal sigast, at flokk­urin fekk átta umboð vald á ting á valinum, men hev­ur níggju, síðani Gerhard Logn­berg varð koyrdur úr Javn­að­arflokkinum og fór upp í Sambandsflokkin. Afturgongdin hjá Sam­ bandsflokkinum er søguliga stór. Ongantíð hevur flokk­ urin mist so nógvar atkvøður frá einum vali til annað, sum hann hevði gjørt, um hendan kanningin var valúrslit. Og ongantíð hevur flokkurin fingið so laka undirtøku, sum hesaferð, 15,7 prosent. Sa m ba n d s f l o k ku r i n hev­ur bara tvær ferðir fing­ið undir 20 prosent av ­atkvøðunum. Tað var á vali­ num í 1974, tá hann fekk 19,1 pro­sent og í 1998, tá hann fekk 18,1 prosent. Í 1974 hevði Sambandsflokkurin sitið í sam­gongu saman við Javn­ að­ar­flokkinum og Sjálv­ stýris­flokkinum við Alta Dam sum løgmanni. Í 1998 hevði Sambandsflokkurin havt leiðsluna í Tinganesi við Edmundi Joensen sum løg­manni. Hin stóri taparin í veljara­k­anningini er Fólka­ flokkur­in, sum hevði mist 4,7 prosentstig. Sam­bært kann­ing­ini fær Fólka­flokk­ urin 17,7 pro­sent. Hetta hevði givið Fólka­flokk­inu seks ting­sessir í mun til teir átta, sum flokkurin fekk á valinu sein­ast – ella teir níggju, sum flokk­urin hevur nú, síðani Janus Rein fór úr Framsókn upp í Fólkaflokkin. Aftur størsti flokkur Stóri vinnarin í kanningini er Javnaðarflokkurin, sum hevði fingið eina framgongd upp á 7,4 prosentstig – úr 17,7 upp í 25,1 prosent. Hetta hevði givið Javnaðarflokkinum átta tingsessir, sum er tveir aftur­at í mun til seinasta val, ella tríggjar afturat teim­ um fimm, sum flokkurin nú hevur, síðani Gerhard Logn­ berg varð koyrdur úr flokki­ num. Javnaðarflokkurin hevur áður verið størsti flokkurin á tingi og havt oman fyri 25 prosent av atkvøðunum. Tað var í 1958, at flokkurin á fyrsta sinni gjørdist størsti flokkur og skipaði sam­ gongu. Flokkurin helt støðu­ na sum størsti flokkur næs­tu 20 árini. Í 1978 gjørdist Sam­ bands­flokkurin við Paula Ellefsen á odda størsti flokk­ ur. Tjóðveldi vinnur innaftur Hin stóri vinnarin í kann­ ingini er Tjóðveldi, sum hevði havt eina framgongd upp á 4,7 prosentstig og farið úr 18,3 prosentum á seinasta løgtingsval til 23 prosent. Hetta hevði givið Tjóð­veldi­ num tveir ting­sessir afturat. Tjóðveldi hevur bert tvær ferðir verið størsti flokkur á tingi. Fyrra ferðin var í 1998, seinna ferðin í 2008. Men flokkurin hevur ongantíð havt leiðsluna í Tinganesi, ongan­tíð havt løgmann. Tað er bara Tjóðveldi av teim­ um stóru flokkunum, sum ongantíð hevur havt løg­ mann. Ein afturat til Miðflokkin Miðflokkurin er einast sam­ gongu­flokkur, sum hevði havt framgongd. Á seinasta løg­tings­vali fekk flokkurin 6,3 prosent, sum gav flokki­ num tveir tingsessir. Hend­ veljarakanning Fólkaflokkurin 63 5 2 0 0 0 0 1 0 2 0 Sambandsflokkurin 1 62 1 0 0 0 0 0 0 2 0 Javnaðarflokkurin 4 20 73 1 1 0 1 2 0 6 1 Sjálvstýrisflokkurin 1 2 0 8 0 0 0 0 1 0 0 Tjóðveldi 5 2 5 0 96 0 0 2 1 1 5 Miðflokkurin 2 0 0 0 1 11 1 1 0 1 1 Framsókn 4 2 1 0 1 0 8 1 1 0 0 Veit ikki 17 17 4 2 2 1 1 9 0 3 3 Vil ikki svara 0 0 0 0 0 0 1 1 0 0 1 Fer ikki a val 2 4 2 1 1 1 0 3 0 12 1 Blankt 2 0 0 0 1 0 1 0 4 0 0 Ikki valrætt Fólkaflokkurin Sambandsflokkurin Javnaðarflokkurin Sjálvstýrisflokkurin Tjóðveldi Miðflokkurin Framsókn Minnist ikki Stemmadi ikki / blankt Var ikki á vali Ikki valrætt Mánaðir síðan síðsta val: 30 Nýggir veljarar: 0,8 Vandrings- matrisa Løgtingsvalið okt 2011 29-10-2011 22,5 24,7 17,8 4,2 18,3 6,3 6,2 8 8 6 1 6 2 2 19 14 Gallup desember 2011 30-11-2011 19,2 24,9 20,2 2,7 18,9 5,9 8,4 7 8 7 0 6 2 3 17 16 Gallup februar 2012 21-02-2012 19,0 24,4 20,2 3,3 20,8 4,9 7,4 6 8 7 1 7 2 2 17 16 Gallup juli 2012 03-07-2012 15,7 22,2 23,1 2,9 22,1 7,2 6,8 5 8 8 0 8 2 2 15 18 Gallup november 2012 09-11-2012 19,6 23,5 20,8 2,7 21,8 5,8 5,9 7 8 7 0 7 2 2 17 16 Gallup februar 2013 25-02-2013 19,3 21,7 22,5 2,6 22,0 6,9 5,1 7 7 8 0 7 2 2 16 17 Gallup september 2013 16-09-2013 17,2 22,1 21,7 4,5 23,6 5,3 5,7 6 7 7 1 8 2 2 15 18 Gallup mai 2014 17,8 15,7 25,1 4,1 23,0 7,7 6,5 6 5 8 1 8 3 2 14 19 Undirøtka í mun til valið -4,7 -9,0 7,3 -0,1 4,7 1,4 0,3 Fólkaflokkurin Sambandsflokkurin Javnaðarflokkurin Sjálvstýrisflokkurin Tjóðveldisflokkurin Miðflokkurin Framsókn Fólkaflokkurin Sambandsflokkurin Javnaðarflokkurin Sjálvstýrisflokkurin Tjóðveldisflokkurin Miðflokkurin Framsókn Samgongan tils. Andstøðan til s. Kelda: Gallup Føroyar / ting.fo Kelda: Gallup Føroyar / ting.fo Samgongan triðingin av tingsessunum Feskasta veljarakanningin gevur Sambandsflokkinum søguliga vánaliga undirtøku Vandringsmatrisan vísir, hvussu veljarar flyta ímillum flokkarnar. Serliga at leggja til merkis er, at Javnaðarflokkurin fær serliga nógvar veljarar frá Sambandsflokkinum, meðan 73 veljarar eru teir somu. Hjá Tjóðveldisflokkinum sæst, at 96 veljarar eru teir somu, meðan Sambandsflokkurin og Fólkaflokkurin varðveita ávikavist 62 og 63 veljarar