mánadagur 5. mai 2014síða 8
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Mánadagur 5. mai 2014 · Nr. 50
8
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
Jón Brian Hvidtfeldt
Hóast bæði ófullfíggjað og
avmarkað, so staðfestir frá
greiðing hjá advokatinum
Eyðfinni
Jacobsen,
at
nevndin fyri Eik Grunnin
hevur ikki hildið roknskap
arreglurnar, hevur handlað
móti viðtøkunum fyri grunn
in og veitt tilsøgn um fleiri
sera ivasom útlán. Hetta
fór fram, uttan at føroyska
grunnaeftirlitið, Skráseting
Føroya, gjørdi nakað sum
helst.
Herfyri lat Skráseting Før
oya fútanum niðurstøðurnar
í kanningini. Men haðani kom
kanningin retur við tí grund
geving, at málið er fyrnað.
Hóast Skrásetingin hevur
rætt til at kæra fyrningina,
so verður tað ikki gjørt. Tað
váttaði Jógvan Thomsen í
Sosialinum 24. apríl.
Sum landið liggur í løtuni
ber tí til at siga, at almennu
Føroyar eru við at leggja lok
á føroyska partin av gøluni í
gamla Eik.
Støðan vekir undran hjá
Jørn Astrup Hansen, sum
hevur hug at minna føroying
ar á sína egnu samtíðarsøgu.
– Tann fíggjarliga sera
sterki sjálvsognarstovnurin
Føroya Sparikassi varð gjørd
ur um til eitt partafelag í
2002, og harfrá tók tað bara
átta ár, til alt varð burtur.
Alt hetta fór fram, meðan
føroyska samfelagið hevði
eftirlitið við grunninum, sum
átti og stýrdi øllum, sigur
Jørn Astrup Hansen.
Eftir hansara tykki hevði
eitt væl virkandi grunna
eftirlit givið eina greiða
mynd av støðuni í Eik.
– Tað sigi eg, tí gjøgnum
Eik Grunnin var møguligt
at fáa kvalifiserað innlit í
trupulleikarnar í bankanum.
Men hinvegin var munandi
verri hjá eftirlitinum at fáa
innlit í trupulleikarnar í
grunninum gjøgnum bank
an.
Jørn
Astrup
Hansen
var stóri í Føroya Banka
frá 1993 til 2005, frá 2006 til
2008 var hann formaður í
Búskaparráðnum, og eftir
skrædlið í Eik setti Finansiel
Stabilitet Jørn Astrup Han
sen at rudda upp í bankanum.
Hann var stjóri frá á heysti
2010 til Súni Schwartz Jacob
sen tók yvir á vári 2011. Jørn
Astrup Hansen situr fram
vegis í nevndini fyri Eik
Banka, umboðandi Finansiel
Stabilitet.
Hann hevur í fleiri um
førum úttalað seg um, at tað
var skeivt av Eik Banka at
fara á keypsskálan, havandi
í huga bygnaðin við Eik
Grunninum, sum átti bankan.
Astrup hevur í áravís ávarað
móti slíkum samansetingum,
ið eftir hansara tykki eru
beinleiðis óhepnar.
– Tað er ein trupulleiki,
at bankin sambært lóg má
roknast
at
kunna
stýra
grunninum, ið sum høv
uðspartaeigari má roknast
at kunna stýra bankanum.
Hetta er ein undarligur
logikkur. Og í praksis hevur
samansetingin alt ov ofta
havt við sær, at bankin hev
ur flutt partar av sínum
virksemi, oftast teir mest
ivasomu partarnar, upp í
grunnin. Á henda hátt er
tað eydnast at leggja partar
av virksemi bankans utt
an fyri roknskapin, utt
an
fyri
lógarverkið
um
”finansiel virksomhed” og
uttan fyri arbeiðsøkið hjá
Fíggjareftirlitinum. Tað er
næstan óskiljandi, at nakar
kann samtykkja eina so
tápuliga lóggávu, sigur Jørn
Astrup Hansen og sipar til
lógarverkið frá 1988, sum gav
gomlu sparikassunum loyvi
at skipa sítt virksemi við
einum grunni, ið kom at eiga
ein banka.
– Gongdin síðani lógar
broytingina
í
1988
talar
fyri seg. Í somáta er Føroya
Sparikassi einki eindømi,
sigur Jørn Astrup Hansen
og vísir á, at av teimum 18
sparikassunum, sum valdu
at broyta seg til partafelag,
eru bara fýra eftir á lívi í
dag. Restin eru farnir fallit,
ella hava verið noyddir at
selja seg sjálvar til onkran, ið
kundi bjarga teimum undan
húsagangi.
Ruskspannin
Sambært avmarkaðu frá
greiðingini hjá advokatinum
Eyðfinni
Jacobsen
fór
nevndin
fyri
gamla
Eik
Grunnin rættuliga langt út
um sínar heimildir, uttan at
nakar rópaði varskó og fekk
steðgað hesi vána umsiting
av virðunum hjá gamla spari
kassanum.
– Tað er mín fatan, at
leiðslan í bankanum skilti
grunnin sum eitt amboð, ið
skuldi tæna endamálinum við
bankanum. Kanska leiðslan
hevur verið í góðari trúgv.
Ferðslan
millum
bankan
og grunnin var tó vælkend.
Grunnurin læt á hvørjum ári
myndugleikunum eina árs
frágreiðing, og eg haldi meg
eisini minnast, at fleiri av
flytingunum millum bankan
og grunnin vórðu umrøddar
í fjølmiðlunum, sigur Jørn
Astrup Hansen.
Advokatfrágreiðingin
vísir á fleiri sera ivasamar
avgerðir hjá nevndini í Eik
Grunninum. Eitt dømi um
dispositión hjá nevndini fyri
Eik Grunnin er tilsøgn um at
læna tveimum íslendskum
kundum tilsamans 100 milli
ónir evrur, svarandi til um
leið 750 milliónir krónur, ið
skuldu brúkast til at keypa
partabrøv
í
Kaupthing.
Tilsøgnin varð samtykt á
nevndarfundi í Eik Grunnin
um 26. mai 2008.
– Frágreiðingin sigur einki
um, hvørt flytingin nú eisini
varð gjøgnumførd. Var hon
tað, so hevði hon heilt givið
verið ólóglig. Her má væl
roknast við, at grunnurin
førdi seg fram vegna bankan.
Ov seint skuldi tað vísa seg,
at grunnurin eisini førdi seg
fram fyri bankans váða. Men
sambært lóg um ”finansiel
virksomhed” kundi bankin
ikki átaka sær ein váða á
100 milliónir evrur uppá
Kaupthing Bank, staðfestir
Jørn Astrup Hansen.
Dømini
í
advokatfrá
greiðingini hjá Eyðfinni Ja
cobsen eru fleiri. Sambært
frágreiðingini
samtykti
nevndin fyri Eik Grunnin
at keypa tvey lán, sum Eik
Banki hevði veitt íslendskum
kundum. Talan var um lán á
30 milliónir krónur til felagið
Kista og 25 milliónir til felagið
Exista. Hesi lán samtykti
nevndin fyri Eik Grunnin at
keypa frá Eik Banka, so seint
sum 18. november 2008.
– Tað kann illa tulkast
øðrvísi enn at grunnurin her
royndi at sleppa bankanum
undan einum tapi. Exista var
høvuðspartaeigari í Kaup
thing Bank, og virðini hjá
Kista vóru sett í partabrøv
í Exista. Lánini umboðaðu
tí eina konsentreraða risiko
uppá
Kaupthing
Banka,
sum jú var farin konkurs 8.
oktober 2008, vísir Jørn Ast
rup Hansen á.
Eftirlitið
Eik Grunnurin hevði ongan
stjóra ella beinleiðis leiðslu.
Nevndin fyri Eik Grunnin,
sum var tann sama sum fyri
Eik Banka, hevði í staðin eina
umsitingaravtalu
við
Eik
Banka, sum skuldi umsita
grunnin sambært galdandi
reglum
og
lóggávu.
Ein
óheppin samanseting, sam
bært Jørn Astrup Hansen:
– Ja, tað er ein trupulleiki,
tá bankin og grunnurin hava
somu nevnd. Lutfallið millum
grunn og banka er tá uttan
tað, ið vanliga verður nevnt
”checks and balances.” Hevði
grunnurin havt sína egnu
nevnd, so kundi man fyri
sovítt latið bankan umsita
grunnin. Men ein nevnd,
ið var óheft av bankanum,
hevði neyvan góðtikið at
grunnurin í november 2008
yvirtók lánini, sum bankin
hevði veitt Exista og Kista,
sigur Jørn Astrup Hansen.
Eik Grunnurin hevur ver
ið undir føroyskum eftirliti
øll árini. Jørn Astrup Hansen
vil tó ikki taka støðu til,
júst nær og hvar føroyska
grunnaeftirlitið átti at havt
lagt uppí:
– Nei, eg vil ikki taka støðu
til, nær grunnaeftirlitið átti
at havt lagt uppí. Eg kenni
ov lítið til lógarverkið kring
grunnarnar til at kunna út
tala meg neyvt um tann
spurningin. Men tað stendur
greitt, at tær dispositiónir
hjá grunninum, ið vit longu
hava umrøtt og sum vórðu
Astrup eftirlýsir
sjálvrannsakan
– Eftir mínum tykki hevði tað verið sunt fyri føroyska samfelagið, um skrædlið hjá Eik
Banka og Eik Grunninum hevði ført við sær eitt sindur meira av sjálvrannsakan. Tað sigur
Jørn Astrup Hansen, nú almennu Føroyar leggja lok á føroyska partin av gøluni í gamla Eik
TÍÐINDI
Eitt væl virkandi grunnaeftirlit
hevði givið eina greiða mynd av
støðuni í Eik. Tí gjøgnum Eik Grunnin
var møguligt at fáa kvalifiserað innlit
í trupulleikarnar í bankanum. Men
hinvegin var munandi verri at fáa
innlit í trupulleikarnar í grunninum
gjøgnum bankan
Jørn Astrup Hansen