mánadagur 5. mai 2014síða 9
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
9
Mánadagur 5. mai 2014 · Nr. 50
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
gjørdar 2-3 ár áðrenn bankin
fór á heysin, eru greið tekin
um, at alt fór ikki rætt fram,
sigur Jørn Astrup Hansen.
Eyðfinnur Jacobsen stað
festir í síni frágreiðing fleiri
ferðir, at nevndin fyri Eik
Grunnin sæst ikki at hava
fingið loyvi frá Skráseting
Føroya til at veita tey ítøki
ligu lán, ið eru umrødd í frá
greiðingini.
Tað
reisir
spurningin,
hvussu aktivt eitt grunna
eftirlit eigur at vera.
– Tað er uppgávan hjá
nevndini fyri grunnin at
søkja myndugleikarnar um
loyvi, um ein ítøkilig dis
positión kann metast at vera
uttan fyri heimildirnar fyri
grunnin. Ivaleyst má man
ganga út frá, at myndug
leikarnir kunnu røkja sína
eftirlitisskyldu við at hyggja
eftir, um tað virksemi, ið
verður lýst í ársfrágreiðingini
fyri grunnin, eisini liggur
innan fyri viðtøkurnar fyri
grunnin, sigur Jørn Astrup
Hansen.
Frágreiðingin
staðfestir
somuleiðis, at ásetingar í
roknskaparreglunum
eru
ikki hildnar. Til dømis er
virðið
á
partabrøvunum
hjá grunninum í Eik Banka
skeivt ásett. Partabrøvini eru
mett út frá ”innara virðinum”,
heldur enn søluvirðinum. Og
eisini eftirlýsir frágreiðingin,
at grunnurin ikki gjørdi
konsernroknskap, ið eisini
umfataði Eik Banka. Jørn
Astrup Hansen hevur ikki
somu fatan av støðuni:
– Avgerandi er væl, at
nevndin upplýsir í rokn
skapinum,
hvussu
parta
brøvini í Eik Banka eru
virðissett. Og viðvíkjandi
konsernroknskapinum
hevði tað eftir mínum tykki
verið meira relevant, um
bankin hevði tikið grunnin
við í sín konsernroknskap.
Tí reelt var tað jú bankin,
sum stýrdi grunninum, og
ikki umvent. Hevði man
styrkt roknskapirnar, so
leiðis at roknskapirnir hjá
bankanum og grunnunum
vórðu settir upp saman við
einum
konsernroknskapi
fyri bankan, so hevði tað
langt frammanundan verið
avdúkað, at Eik var á sam
anstoytskós við lógina um
finansiel virksomhed. Bankin
hevði tá ikki havt møguleika
at brúka grunnin sum rusk
spann, soleiðis sum tað nú
endaði, sigur Jørn Astrup
Hansen.
Drálið
Meðan danska fíggjareftir
litið og Finansiel Stabilitet
hava sett í verk umfatandi
kanningar í kjalarvørrinum
av húsaganginum hjá Eik
Banka, og har ovasta leiðslan
er drigin í rættin, so hevur
gingið øðrvísi við føroyska
partinum av skrællinum í
Eik. Grunnaeftirlitið er, sum
fleiri ferðir nevnt, eitt før
oyskt málsøki.
Advokaturin
Eyðfinnur
Jacobsen hevur síðani síðst
í 2011 kannað Eik Grunnin,
eftir umbøn frá føroyska
grunnaeftirlitinum, sum er
Skráseting Føroya. Í fyrstu
atløgu
játtaði
løgtingið
300.000 krónur til kanning
ina. Síðani gekk rúm tíð við
at diskutera, at henda upp
hæddin var ov lítil, og eitt
lítið ár seinni játtaði tingið
300.000
krónur
afturat.
Advokaturin metti kann
ingararbeiðið at kosta 1,5
millión, hann hevur í fleiri
umførum
eftirlýst
fleiri
pengar, og ger í síni frá
greiðing til Skrásetingina
fleiri ferðir varug við, at
pengar vóru ikki til at
kanna ymisk viðurskifti, ið
áttu at verið kannað nærri.
Við Sosialin 24. apríl, segði
Jógvan Thomsen, stjóri á
Skrásetingini, at hann hevur
onga meining um, hvørt
kanningararbeiðið skal halda
fram:
– Mítt sjónarmið er sum
so ikki so áhugavert. Vit hava
ikki fingið játtan til meira, og
so kunnu vit ikki gera meira,
segði Jógvan Thomsen, sum
ikki vildi siga sína meining
um, hvørt kanningin er nøkt
andi.
Í somu samrøðu váttar
Jógvan Thomsen, at Skrá
setingin fer ikki at kæra
avgerðina hjá fútanum um,
at málið um dispositiónirnar
hjá nevndini fyri gamla Eik
Grunnin er fyrnað. Tí verður
ikki farið í rættin við nevnd
arlimunum í grunninum.
Gongdin,
soleiðis
sum
føroyska samfelagið hevur
valt at rudda upp eftir
skrædlið í Eik, vekir undran
hjá Jørn Astrup Hansen.
– Tað undrar meg, at eitt
heilt ár gongur, frá grunn
urin fer á heysin, til myndug
leikarnir taka avgerð um
at kanna viðurskiftini. Tað
undrar meg, at man tvey ár
seinni ikki var komin víð
ari. Og so undrar tað meg
eisini, at tað skal kosta 1,5
millión krónur at granska
eitt avmarkað tal av trans
aktiónum, sum sam-bært
tí, ið vit higartil hava fingið
upplýst, eru at meta sum
rímuliga ”triviellar,” sigur
Jørn Astrup Hansen.
Sjálvrannsakan
Hóast løgmaður í kjalarvørr
inum á skrædlinum hjá Eik
segði, at ”hvør steinur skuldi
vendast,” so tykist føroyska
uppruddingararbeiðið at vera
av. Skráseting Føroya ger ikki
meira við málið, fyrningin
verður ikki kærd, og politiska
skipanin er passiv.
Tað er óheppið, metir
Jørn Astrup Hansen, sum
enn einaferð minnir før
oyska samfelagið á sína sam
tíðarsøgu:
– Føroyar yvirtóku eftir
litið við vinnurekandi grunn
um fyrst í nítiárunum. Síðani
tá hevur man, frá tíð til aðra,
fjeppast uppi í tankanum
um eisini at gera eftirlitið
við bankunum til føroyskt
málsøki. Eg má minna á, at
tað tók bara átta ár, frá tí at
sera sterki Føroya Sparikassi
varð gjørdur um til eitt
partafelag, til alt var burtur.
Alt fór fram, meðan føroysku
myndugleikarnir høvdu eftir
litið við grunninum, sum átti
og stýrdi øllum. Eg rokni við
at tær røddir, ið tosa fyri at
gera eftirlitið við bankunum
til føroyskt málsøki, eru
tagnaðar fyri eina stund,
sigur Jørn Astrup Hansen
og heldur fram:
– Eftir mínum tykki hevði
tað verið sunt fyri føroyska
samfelagið, um skrædlið hjá
Eik Banka og Eik Grunninum
hevði ført við sær eitt sindur
meira
av
sjálvrannsakan
í
føroyska
samfelagnum.
Hesaferð var skrædlið ikki
bara eitt danskt málsøki.
TÍÐINDI
– Tann fíggjarliga sera sterki sjálvsognarstovnurin Føroya Sparikassi varð gjørdur um til eitt partafelag í 2002, og harfrá tók tað bara átta ár,
til alt varð burtur. Alt hetta fór fram, meðan føroyska samfelagið hevði eftirlitið við grunninum, sum átti og stýrdi øllum, sigur Jørn Astrup
Hansen, sum eftirlýsir eitt sindur av sjálvrannsakan, nú føroyska samfelagið leggur lok á sín part av skrædlinum í Eik.