Sosialurinarkiv
Sosialurin 2014-05-05, síða 10
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 5. mai 2014síða 10

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Mánadagur 5. mai 2014 · Nr. 50 10 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 tíðindi Marjun Dalsgaard Hvør steinur skal vendast í Eik-málinum. Tað segði Kaj Leo Holm Johannesen, løg­ mað­ur, í 2010 og hann hevur ikki broytt meingin. - Vit kunnu ikki liva við skommu­ni, um Eik málið ikki verður kannað til ful­nar, sigur Kaj Leo Holm Jo­hanne­ sen. Hann fer at tryggja, at málið verður lagt fram aftur í seinasta lagi á Ólavsøku, og sigur, at pengarnir nokk skulu verða játtaðir. - Eg gevist ikki fyrr enn peng­arnir eru játtaðir. Eg havi ikki broytt meining, her skal hvør steinur vendast, sig­ur hann. Tað tykist tó ikki sum sam­gongan er samd við løg­ manni. Tað eru júst sam­ gongu­limirnir, sum tvær ferðir hava vent tummli­num niður, tá uppskot hevur ver­ið um at játta pening til kann­ ingina. Í 2010 heitti Skráseting Føroya á Eyðfinn Jacobsen sak­førara um at gera eina kannning av Eik Grunninum. Í fyrsta lagi, hvussu nógv hon fór at kosta, og hvør skuldi gjalda hana. Í øðrum lagi, hvussu nevndin hevur um­sitið grunnin. Eyðfinnur Jacob­s­en staðfesti, at ein nøkt­andi kanning av Eik Grunni­num fór at kosta 1,5 milliónur krónur. Í november 2011 vóru 300.000 krónur játtaðar til kann­ingina., men Eyðfinnur Jacob­sen náddi bert at brúka 184.900 krónur av peng­un­ um, tí tá árið var farið, fall játtan­in burtur. Vinnumálaráðið bar síðan eina umbøn um eyka­játtan á 300.000 krón­ur í fíggj­ar­ nevndina veg­na Skrá­seting Føroya í sep­tem­ber 2012. Hetta var játtað, og Eyð­ finnur Jacobsen fekk 300.000 krónur aftrat at arbeiða fyri. Samgongan atkvøddið ímóti Kanningin hjá Eyðfinni Jacobsen vísti nógv óreglu­ semi í Eik Grunninum og hann metti, at skuldu viður­ skift­ini kannast nøktandi, fór tað at kosta eina millión krón­ur aftrat. Sostatt bað Skráseting Føroya enn einaferð um eyka­játtan – hesaferð um eina millión og 15 túsund krónur at gera kanningina lidna fyri. Hetta fall í fíggjarnevndini, og tískil varð ikki meira gjørt við Eik Grunnin. Í decem­ber 2013 lat Eyðfinnur Jacob­sen kanningina av Eik Grunni­ num úr hondum, har hann staði­liga mælti til at kanna fleiri viðurskifti, sum vóru komin undan kavi í sam­ bandi við kanningina. Millum annað vísti kann­ ingin at niðurskrivingar fyri 1,9 milliardir krónur mangl­ aðu í 2009, og at nevndin sum heild hevði ilt við at skilja ímillum, nær hon tók av­gerð­ir vegna Eik Bankan og Grunn­in. Meirlutin í fíggjar­ nevnd­ini umfataði sam­ gon­gu­limirnar: Bárður Niel­sen, Jákup Mikkelsen, Rod­mundur Nielsen og Bill Justi­nus­sen. Minnilutin í fíggjar­ nevnd­ini vóru Kristina Há­ foss, Aksel V Johannesen og Eyð­gunn Samuelsen. Í viðmerkingunum stend­ ur soleiðis: Í sambandi við eyka­játt­ an­ar­løgtingslógina sep­tem­ ber 2012, samtykti Fíggj­ ar­nevndin at játta kr. 300 tús­und við fylgjandi við­ merk­ing: “Nevndin held­ur, at kanningin skal byrgja upp fyri, at slíkt hendir aftur. Nevndin heldur, at ein gjøgnumgongd av teim­ um frágreiðingum og kann­ ingu­m, ið longu eru gjørd­a­r, skal staðfesta, um grund­ar­ lag er fyri, at ein gransking verð­ur sett í verk, og eigur leikluturin hjá føroyskum myndug­leikum at vera part­ ur av kannningini.” Fíggjarnevndin hevur nú fingið upplýst, at áheitanin hjá Fíggjarnevndini er ikki tikin til eftirtektar. Meiri­lutin heldur tað tí ikki vera rætt at játta fleiri pengar, tá hend­an kanning enn ikki er gjørt”. Andstøðan legði upp broytingaruppskot Hóast løgmaður hevði sagt, at hvør steinur skuldi vend­ ast, segði merilutin í fíggjar­ nevndini, við sam­gongu­ limunum á odda altso nei til at eina eykajáttan. Antsøðulimirnir Aksel V. Johannesen, Henrik Old, Kristin Mikkelsen, Kris­tina Háfoss og Sirið Sten­berg løgdu eftir hetta eitt broyt­ ingar­uppskot fram fyri løg­ tingið, har skotið varð upp at játta 1.015 túsund krónur til kanningina, men hetta upp­skotið fall eisini. Aftur nú var tað sam­ gong­an, sum atkvøddi ímóti og anstøðan, sum atkøvddið fyri. Úrsltið av atkvøðu­greiðs­ lu­ni varr sostatt: 13 fyri, 1 blonk og 19 ímóti. Eg havi ikki broytt meining - Vit kunnu ikki liva við, at kanningin av Eik ikki verður liðug, og eg ætli mær ikki at gevast fyrr enn pengarnir eru fingnir til vega, sigur løgmaður, hóast at tað er samgongan, sum í tveimum førum hevur felt málið Atkvøðugreiðsla Broytingaruppskotið frá andstøðulimunum Aksel V. Johannesen, Henrik Old, Kristin Mikkelsen, Kristina Háfoss og Sirið Stenberg um at játta 1.015 túsund krónur til kanning av Eik Grunninum fall í apríl 2013 Atkvøðugreiðsla: Til staðar: 33 Fyri: 13 1. Hanna Jensen 2. Sirið Stenberg 3. Páll á Reynatúgvu 4. Gunvor Balle 5. Óluva Klettskarð 6. Kristina Háfoss 7. Høgni Hoydal 8. Eyðgunn Samuelsen 9. Henrik Old 10. Rigmor Dam 11. Gerhard Lognberg 12. Kristin Michelsen 13. Aksel V. Johannesen Ímóti: 19 1. Jógvan á Lakjuni 2. Jóna Mariusardóttir Mortensen 3. Helgi Abrahamsen 4. Alfred Olsen 5. Reimund Langgaard 6. Rósa Samuelsen 7. Bárður Nielsen 8. Eivin Jacobsen 9. Joen Magnus Rasmussen 10. Hanus Samró 11. Elsebeth Mercedis Gunnleygsdóttur 12. Brandur Sandoy 13. Rodmundur Nielsen 14. Bjarni Djurholm 15. Jákup Mikkelsen 16. Kristianna Winther Poulsen 17. Jenis av Rana 18. Bill Justinussen 19. Edva Jacobsen Blankar: 1 1. Janus Rein