Sosialurinarkiv
Sosialurin 2014-05-05, síða 21
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 5. mai 2014síða 21

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

21 Mánadagur 6. januar 2014 · Nr. 2 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 Mánadagur 5. mai 2014 · Nr. 50 ítróttur Jóannes Hansen Tað var langt millum upp­ lagdu málmøguleikarnar. Tá ið dómarin hevði bríkslað fyri síðstu ferð, var tað týðu­ ligt, at gestirnir av Skála kendu seg at hava vunnið eitt stig, og at teir á heimaliðnum høvdu tapt tvey stig. Ivaleyst vera tað AB, B68 og Skála, sum fara at kapp­ ast fyri at sleppa undan niður­flytingini. B68 styrkti um sína støðu í páskavikuni við at vinna 3-2 á heimavølli ímóti AB. Dreymurin og ætlanin var eisini ímóti Skála at vinna fulla úrtøku á heima­vølli. Tað eydnaðist ikki, og B68 venjarin Jógvan Martin Olsen fjaldi ikki, at hann var ikki nøgdur við tað, sum hansara menn høvdu víst: – Serliga í fyrra hálvleiki var hetta ikki gott. Liðið var illa skipað, og tað bar við sær, at flytingarnar vóru fáar og lítið konstruktivar, og press­ ið á mótstøðumenninar var ikki soleiðis, sum vit høvdu avrátt. Tað varð betri eftir steðgin, og spælararnir skulu hava rós fyri, at teir tá vístu rætta hugburðin. Vit megn­aðu tá at samanspæla betri longri frammi á vøll­ inum. Men vit mugu bara staðfesta, at vit hava trupul­ leikar, tá ið tað snýr seg um at spæla okkum til mál­ møgu­leikar og at skjóta mál. At vit ikki megnaðu tað í hesum dystinum er eitt vónbrot, sigur B68 venjarin Jógvan Martin Olsen, sum ikki heldur, at mótstøðuliðið nakrantíð hótti heimaliðið. – Teir hava proklamerað, at teir ætla at spæla álops­ fótbólt. Í kvøld vóru teir ógvu­liga verjukendir, sigur B68 venjarin. Skála venjarin Eliesar Olsen var ikki misnøgdur við, at hann og spælararnir høvdu eitt stig í viðførinum yvir um aftur fjørðin. Hann segði seg duga at síggja glottar, men kortini var hann ikki treytaleyst nøgdur: – Hetta var fyrsta ferðin í ár, at einki mál fór ígjøgnum hjá okkum. Hóast teir høvdu bóltin meiri í 1. hálvleiki, so vóru vit vandamiklari. Eftir steðgin vóru teir vanda­mikl­ ari. Vit kenna okkum at hava vunnið eitt stig, men okkum manglar at vinna fulla úr­ tøku. Tað mugu vit gera, um vit skulu lyfta okkum úr støðuni, har vit nú eru, sigur Skála venjarin. Hann rósti málverjanum fyri gott avrik: – Báðir málverjarnir hjá okkum eru plágaðir av vødda­skaðum. Mark Ryutin spældi, hóast hann ikki var førur fyri at skjóta málspark. Hann er stórur styrkur, bæði tá ið lagt verður innfyri og í ein móti einum støðum. joannes@sosialurin.fo Jógvan Martin var ikki nøgdur (0-0) 0-0 fótbóltur Dómari: Petur Reinert Øssur Jacobsen: B68 fjeppari ikki godtikin 1 hålvleikur hjå okkara monnum i dag, 2 hålvleikur var ok, men tå id skåla liggur Við 11 monnum frå midjuni og aftureftir og ikki vil spæla bolt er tað sku ikki nemt, men hatta er nokk tað offensivt spæli hjå teimun. Vit koyra å vidari, Forza B68. Koyr á B68 Nýggi slag­ sangurin hjá Skála er nú Go West Besta SMS Fótbóltssendingin Triði hálvleikur á Rás2 B68 Kristian Joensen – Niklas Poulsen ■, Jóhan Dávur Højgaard, Mads Rosenberg, Kristian Anton Andreasen – Ovi Brim (Hákun Edmundsson, 58.), Janus W. Mortensen, Evrard Blé, Jann Ingi Petersen ■ (Emil Ronaldsson, 89.) – Jonleif Højgaard (Andrias á Líknargøtu, 64.) , Óli H. Olsen Skála Marku Ryutin ■ – Jákup Jacobsen, Pætur Dam Jacobsen, Petur Pauli Mikkelsen, Teitur R. Joensen – Jákup Johansen (Karstin Justesen, 90.), Poul N. Poulsen (Ólavur Mikkelsen, 7.), Holgar Durhuus, Andras Frederiksberg, Edvin Jacobsen – Brian Jacobsen Tað endaði soleiðis, sum tað byrjaði, tá ið botnuppgerð í dýrdarveðrinum fríggjakvøldið var á Svangaskarði millum B68 og Skála Steingrím Jacobsen: Skála fjeppari Fyri fyrstu ferð í ár varð málið hildið reint. Mark tykist at verða ein fongur! Nú mangla nøkur avgerandi mál. So er bara eftir at takka teimum hægru maktunum fyri at dysturin ímóti ÍF er á heimavølli. ÍF eru, um nakað, meir reyðir enn B68, so hevði hetta verið ein útidystur høvdu okkara menn nokk enda við at spælt naknir... skála AB kontra Í fyrra hálvleiki vardi AB liðið afturi á vøllinum, men gjørdi stórar íløgur í mótálopini. Hetta var um at geva úrslit upp til fleiri ferðir. Størsta møguleikan fekk Hørður Mohr við støðuni 1-0, tá hann fekk høvdið á eitt innlegg inni í 5-metinum. Tiverri fyri hann og AB, so bjargaði Teitur M. Gestsson meistarliga. Áðrenn tað, hevði Teitur eisini bjargað tvær ferðir frá Karstini Højgaard, sum trýsti verjuna hjá HB við øllum tí, sum hann átti. Serliga tann eina bjargingin var góð, tá Karstin slapp framum Rógva S. Holm, og fekk fótin á. Brølari kostar dýrt AB kom út til seinna hálvleik og legði trýst á HB. Teir høvdu tveir møguleikar at javna, men so gjørdi AB og Kári Nielsen ein brølara, sum gav grannauppgerðini somikið stóra slagsíðu, at tað ikki stóð til at rætta upp uppá. – Eg síggi at Kári fær bóltin og vendir inn móti egn­um máli. Eg síggi at hann ikki væntar, at nakar kemur at trýsta hann, so fari at trýsta hann beinanvegin. Tá hann so skal sparka vekk, so seti eg fótin fyri og bólturin fer í málið, sigur Kristin R. Mouritsen, sum stendur sum mál­skjútti av málinum til 2-0. Eftir hetta hevði HB ikki stórvegis trupulleikar við at halda sigurin heim. Luftin fór úr AB og HB fekk tamar­hald á spælinum. Tað endaði við, at inniskifti Tróndur Jensen kundi økja til 3-0. Myndir: Álvur Haraldsen