Sosialurinarkiv
Sosialurin 2014-05-05, síða 20
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 5. mai 2014síða 20

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Mánadagur 5. mai 2014 · Nr. 50 20 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 Tróndur Arge – Argir Grannauppgerðin millum AB og HB verður avgjørt tíggju minuttir inn í seinna hálv­leik. HB er á odda 1-0, men argjamenn trýsta fyri at fáa útjavnandi málið. Stutt frammanundan hevur Karstin Højgaard havt stóran møguleika, men skotið fer uppum. So kemur hendingin, sum endaliga slær fast, at HB endar omaná á Argjum. Kári Nielsen endar inni í egnum 5-metri og skal sparka vekk, tá hann verður taklaður og bólturin endar í málinum. – Hatta er alt for býtt av mær. Har skal eg vita betri og bara sparka bóltin vekk. Hatta er ein heilabløðing, sum elsti maður á lið­num ikki eigur at gera, viður­kenn­ ur 33 ára gamli Kári Nielsen. Minnist ikki hendingina Miðvallarin minnist ikki heilt hendingina, men eftir at hava sæð hana umaftur heldur hann fyri, at hann tók fleiri skeivar avgerðir. – Tað er ein undarlig støða, tí eg endi við at renna inn móti málinum og til mítt vinstra bein. Eg kundi bara vent hinvegin, so hevði eg vent vekk frá málinum og kunna skotið bóltin við høgra beini, sigur miðvallarin og leggur afturat; – Eg kundi eisini skotið bóltin út til innkast, í staðin fyri at royna at sparka hann fram á vøllin. Eg hugsaði tað ikki tá, men í dag hevði eg eisini havt sparka hann út til horna, heldur enn at teir fáa mál, sigur Kári, sum er týðiliga vónbrotin av hend­ ingini. – Vit hava nakrar møgu­ leikar at fáa útjavnandi málið, sum kundi givið okk­ um eitt sindur av trúgv upp á tingini. Eg haldi ikki, at vit standa so nógv aftanfyri HB í gjár, men teir fáa aftur mál upp á deyðbóltar, sum í steypadystinum, sigur Kári og vísir til 2-0 sigur fyri eini viku síðan í fjórðingsfinaluni í steypakappingini. Kári hevur ikki fingið nógv ábreiðslur frá liðfeløg­ unum og venjarnum enn, men fyrireikar seg upp á tað ringasta til venjing í kvøld. – Eg fái nokk onkrar við­ merkingar og verður argaður til venjing í kvøld, men tað má eg bara taka á meg og arbeiða víðari, sigur Kári Nielsen, sum heldur, at um AB fær hol á málskjótingina, so gleppur hjá argjamonnum í botninum í Effo-deildini. HB omaná HB var leikliga omaná tað mesta av dystinum, meðan AB bíðaði og spældi upp á mótálop. Heðin Askham, venjari hjá HB, hevði flutt Christian R. Mouritsen inn á framrættaða miðvøllin. Tað er eitt pláss Christian fyrr hevur sagt, at hann trívist best á. Hann hevur annars spælt á vonginum tað mesta av tíðini, síðani hann kom aftur til Føroyar. Hetta riggaði væl í løtum, men hann endaði onkuntíð heilt aftur í egnum brotsteigi, har hann spælir við ov stórari risiko. Fyri AB kemur tað illa við, at menn sum Jóan Símun Edmundsson og Sorin Anghel sita uttanfyri við skaða. Bárður Olsen varð fluttur fram á framrættaða miðvøllin, meðan Karstin Højgaard byrjaði inni í álop­ inum. Smáspæl gevur úrslit Tað var tíðliga greitt, at teir í HB leguni høvdu gjørt sær onkrar ætlanir í samband við deyðbóltar. Teir royndu seg gjøgnum dystin við ym­ iskum samansetingum. Tað var eisini eftir slíkt smáspæl, at HB kom á odda. Tá bólt­ urin kom innfyri aftur í aðru atløgu stútaði Fróði Benjaminsen bóltin í málið. HB royndi eisini í samband við fríspark, at fanga AB verj­una. ítróttur Hatta var býtt av mær (0-1) 0-3 0-1: Fróði Benjaminsen 20. 0-2: Kristin R. Mouritsen 55. 0-3: Tróndur Jensen 90.+3 Dómari: Lars Müller fótbóltur Down town AB Besta SMS Fótbóltssendingin Triði hálvleikur á Rás2 AB Heðin Stenberg – Martin Midjord, Jógvan Isaksen ■, Sørin Samuelsen, Beinir Ellefsen – Bárður Olsen (Magnus Egilsson, 62.), Kári Nielsen – Jónas Stenberg (Leivur Holm Joensen, 78.), Hørður Mohr, Jobin Drangastein ■ – Karstin Højgaard (Cristian í Garði, 65.) HB Teitur Matras Gestsson – Jógvan Rói Davidsen, Rógvi S. Holm, Jóhan Troest Davidsen, Pál Mohr Joensen – Fróði Benjaminsen, Heini Vatnsdal – René S. Joensen (Tróndur Jensen, 84.), Chr. R. Mouritsen (Levi Hanssen, 73.), Kristin R. Mouritsen – Andrew av Fløtum (Símun Samuelsen, 62.) Tað sigur Kári Nielsen um verjubrølaran, sum kostaði AB dýrt í grannauppgerðini móti HB, sum vann 3-0. Kári fyrireikar seg uppá, at hann helst argaður nakað til venjing í kvøld Allan Enghamar: HB fjeppari Ein tryggur 3-0 sigur á AB. Spælið verður betri og betri fyri hvønn dyst, tó letur verjan for lætt upp fyri stórum málmøguleikum til mótstøðuliði. Koyr á knægtar. Koyr á HB Bárður Olsen: AB fjeppari Keðiligt fyri okkara menn, at teir ikki fáa úrtøku fyri stríði í dag. HB hevði ikki nógv meir enn 2-3 kjansir. Um vit høvdu betur við umsetingum av kjansum til mál hevði AB verði greiður vinnari í dag, men soleiðis bleyv tað ikki. Liði koyrur betur og mennirnir stríðast óført, vónandi koma stigini skjótt. Koyr á AB