Sosialurinarkiv
Sosialurin 2014-05-05, síða 19
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 5. mai 2014síða 19

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

19 Mánadagur 6. januar 2014 · Nr. 2 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 Mánadagur 5. mai 2014 · Nr. 50 ítróttur Jóannes Hansen Sum 2. hálvleikur leið, hevði KÍ alt betri tak á tí, og spurningurin var harvið heldur, um tað skuldi eydn­ast gestunum at økja um leiðsluna, sum Henry Heinesen hevði syrgt fyri mið­skeiðis í 1. hálvleiki, heldur enn at NSÍ skuldi javnað. Fyrsta partin av kapp­ ingar­árinum skoraði Klæmint A. Olsen seks mál. Ofta var tað eftir innlegg frá Árna Frederiksberg ella Andy Olsen. Uppstillingin hjá klaksvíkingum bar boð um, at tað ráddi um at tippa í borðunum. Henry Heinesen og Heðin á Lakjuni hildu vong­spælarunum hjá heima­liðnum frá innleggum, og Sørmundur Kalsø tóktist hava fingið til seruppgávu at hava Klæmint í stuttum tjóðri. Tað var eftir gott uppspæl í vinstru, har Tórur Justesen og Heðin á Lakjuni stóðu fyri, at Henry Heinesen opnaði ballið, tá ið hann á brots­teigarmarkinum sneiddi til høgru og frá Einari Tróndargjógv, ið var óheppin, tá ið hann gleið. Skot­inum bilti einki, og bólturin sat í handara síðu­ netinum aftanfyri Andras Gango. 1-0 til KÍ og serliga í 2. hálvleiki vóru gestirnir omaná. Tí var einki at siga til, at NSÍ venjarin Trygvi Mortensen var ovurfegin, tá ið innskifti Debes Danielsen í tíðini, sum dómarin hevði lagt aftrat, við høvdinum stýrdi bóltin í málið til 1-1, eftir at innskifti Meinhard E. Olsen hevði lagt innfyri: – Vit eru sera fegnir um javnleikin. Hann hevur stóran moralskan týdningin, nú vit skulu inn til Gøtu. Í 1. hálvleiki høvdu vit betri tak á, men tá var KÍ vandamikið í snarálopum. Eftir steðgin bar einki til hjá okkum. Tá gyppaðu vit ov nógv fram ímóti teimum fremstu. Tað hevði KÍ verjan gott tak á, og tí eru vit fegnir um javn­ leikin, var viðmerkingin hjá NSÍ venjaranum. KÍ venjarin var fattur, hóast hann var ógvuliga vónsvikin: – Vit ætla okkum upp í toppin, og tað hevði verið hugaligt at verið topplið í kvøld. Marginalirnir vóru ikki á okkara síðu, men tað hongur væl betri saman hjá okkum, enn tað gjørdi í fjør. Tá taptu vit 4-3 her, eftir at vit høvdu verið framman­ fyri 3-0. Vit høvdu ávísar trupulleikar fyrstu løtuna í kvøld – kanska spældi mót­ vindurin inn – men síðani bleiv tað bara betri og betri, og tað er hugaligt. Serliga í 2. hálvleiki spældu vit sum eitt topplið. Um vit halda fram við tí, so fara marginalirnir heilt víst at vera við okkum, var viðmerkingin hjá KÍ venj­ aranum við Løkin í Runavík leygarkvøldið. NSÍ Andras Gango – Jónhard Frederiksberg, Per Langgaard, Jákup Andrias Gaardbo (Debes Danielsen, 82.), Einar Tróndargjógv  – Magnus H. Olsen, Sjúrður Jacobsen (Haraldur R. Højgaard, 72.) – Andy Olsen, Jann Martin Mortensen ■ (Meinhard E. Olsen, 64.), Árni Frederiksberg ■ – Klæmint A. Olsen KÍ Meinhardt Joensen – Johan Jacobsen, Sørmundur Kalsø, Jonas Flindt Rasmussen ■, Tórur Justesen – Atli Danielsen ■, Ndende Adama Guéye – Henry Heinesen (Heðin Klakstein, 82.), Hjalgrím Elttør ■, Heðin á Lakjuni (Álvur F. Christianen, 74.) – Páll A. Klettskarð (Rodrigo Silva, 90.) NSÍ heldur gleim vegna »Trúgva-time« Besta SMS Fótbóltssendingin Triði hálvleikur á Rás2 Eyðun hevði lisið uppá (0-1) 1-1 0-1: Henry Heinesen 26. 1-1: Debes Danielsen 90.+4. Dómari: Páll Augustinussen At megna javnleik við Løkin verður av teimum flestu roknað sum gott úrslit. Soleiðis hevur tað eisini ofta verið hjá KÍ, men leygarkvøldið var tað týðuligt, tá ið dómarin hevði bríkslað fyri síðstu ferð, og máltalvan vísti 1-1, at tað vóru teir í heimaleguni, sum fegnaðust, og at tað vóru teir í bláu leguni, sum stóðu vónbrotnir um úrslitið. Og tað var lætt at skilja John Andersen: NSÍ fjeppari Fótbóltur er eitt stuttligt spæl. Seinasta vikuskifti, spældu vit EB/Streym av vøllinum, og taptu. Í dag vóru vit elendigir!!!, og fingu 1 stig... Skal man flenna ella gráta??...Koyr á NSÍ!! Koyr á NSÍ Kristian Joensen: KÍ fjeppari Keðiligt at missa á stokkinum, vit eru eitt klárt betur lið enn NSÍ Koyr á KÍ Myndir: Álvur Haraldsen fótbóltur