Sosialurinarkiv
Sosialurin 2014-05-05, síða 18
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 5. mai 2014síða 18

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Mánadagur 5. mai 2014 · Nr. 50 18 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 Jóannes Hansen Talan var tó ongantíð um ófanta­ligt spæl. Longu í 3. minutti hevði Eiler Ras­ mussen gula kortið á lofti fyri fyrstu ferð. Tá var tað Ari Ó. Ellingsgaard hjá ÍF, sum sá gult. Seinni vórðu tríggir víkingarskrivaðir upp í bókina. Fyrstu løtuna sat heima­ liðið á øllum, og longu í 7. minutti setti Bárður Hansen, sum hesa ferð var fram­ rættaður í høgru, hol á, tá ið hann sendi bóltin framvið Jákupi Mikkelsen, ið eftir langan skaðasteðg var aftur í ÍF málinum. Orsaka av skaðum var ÍF í heilt aðrari útgávu enn tí kendu. Bartal Eliasen var í álopinum saman við Clayton Soares, og Fritleif í Lambanum var miðverji saman við Poul N. Mikkelsen, meðan Áki Petersen røkti vinstra vongverja. Fyrstu løtuna var ÍF mið­vøllurin í diamantlíki, sum tað verður sagt. Eftir heima­málið varð hetta broytt, og tá ið Karl Løkin aftur varð komin á verju­ kenda mið­vallar­plássið, fingu gestirnir betri tak á spælinum. Hjá heima­ liðnum var tað smeitur, at Atli Gregersen undir upp­ hitingini noyddist at taka seg aftur orsaka av skaða. Súni Olsen varð mið­verji saman við Erlingi Jacobsen, og harvið vóru tað Hans Jørgen Djurhuus og Ingi Sørensen, sum vóru sen­tralir mið­ vallarar. ÍF yvirvágin bar mál við sær, tá ið tað restaðu tíggju minuttir av fyrra umfar­ inum. Tað málið tók Víkinga málverjin á seg. Karl Løkin royndi seg úr 35 metrum, og bólturin fór framvið mál­ verjanum og í málið! ÍF venjarin Albert Ellef­ sen var væl nøgdur við 1-1: – Hetta kemur væl við. Seinast vórðu vit avsmurdir á heimavølli ímóti B36, með­ an Víkingur vann tryggjan heimasigur á KÍ. Tað kundi verið uppaftur betri, tí í síðsta minutti spældi Clayton Soares Bartal leysan, men sendingin var akkurát ikki nóg neyv. Tá ið havt verð­ur í huga, at vit saknaðu fleiri skaddar spælarar, so var hetta væl at liva við. Nú eiga vit Skála, AB og B68. Um vit skulu lyfta okkum nærri móti toppinum, so er neyðugt, at vit vinna næstu dystir­nar, var viðmerkingin hjá Alberti Ellefsen. Víkinga venjarin vildi vera við, at ÍF hevði roynt seg við longum sendingum og við at gyppa í allar 90 min­ uttirnar: – Vit royndu at spæla fót­ bólt, og úrtøkan var tann sama. Nú eru vit kroyst­ ir at vinna, um vit skulu røkka toppin, sum vit halda, at vit eiga at vera partur av. Hini liðini fara undan okkum, og nú er spurn­ ing­urin, um vit skulu vera minni undirhaldandi og spæla einfaldari. Kortini haldi eg, at vit høvdu betri uppi­borið, tí fyrstu løtuna, tá ið Finnur rakar stólpan í staðin fyri at økja til 2-0, og síðsta korterið hava vit teir undir stórum trýsti. Tað vísir seg vera torført at vinna grannauppgerðirnar, og tá ið tað eru so nógv lið úr Eysturoy í kappingini, so verð­ur tað torført hjá okkum og øðrum Eysturoyarliðum at vinna FM. joannes@sosialurin.fo fótbóltur ítróttur Rúni Klein Joensen: Víkinga fjeppari Ikki sørt at menn føldu eymleika í nakkanum eftir at hava hugt uppí tóman heim hvørjaferđ ÍF gyppađu bóltin fram eftir Bartal. Vit spældu væl ein part av dystinum, men alt ov nógvar feil-avleveringar og fantasileyst spæl. Vit hava 7stig av 21 møguligum og er tađ alt annađ enn nøktandi. Her mugu ađrir bollar í suppina. Vit kunnu ikki brúka nær viđ og næstan til nakađ sum helst. Kom nú dreingir, halloooo er nakar har...... vit mugu bretta uppum armar og stríđa okkum til sigrar. Pent ella ikki. Stigini telja. WLYV. víkingur Magnus Jørmundsson: ÍF fjeppari Um vit hyggja burtur frá fyrstu 10-15 minuttunum, so vóru vit tað betra liðið. Grannarnir høvdu fáar royndir á okkara mál, og um gaggan hjá Bartal var eitt nummar størri, so vunnu vit dystin. Eitt stig á útivølli er í ordan! KOM SO, ÍF Koyr á ÍF Víkingur Geza Turi: Sámal Jákup Joensen (Gunnar Vatnhamar, 63.), Súni Olsen, Erling Jacobsen, Hanus Jacobsen – Ingi Sørensen (Heðin Hansen, 56.), Hans Jørgen Djurhuus ■ (Magnus Jarnskor, 83.) -Bárður Hansen, Hallur Hansson ■, Finnur Justinussen – Filip Djordjevic ■ ÍF Jákup Mikkelsen – Leivur Joensen, Poul N. Poulsen, Fritleif í Lambanum, Áki Petersen – Dánjal á Lakjuni, Kristoffur Jakobsen (Frank Poulsen, 79.), Karl Løkin, Ari Ó. Ellingsgaard ■ – Clayton Soares, Bartal Eliasen Nú eigur Siggi 1 dyst til góðar hjá FSF. Hann rósti dómaratoyminum í dag Besta SMS Fótbóltssendingin Triði hálvleikur á Rás2 Grannaupp­gerð­- ir­nar kosta nógv (1-1) 1-1 1-0: Bárður Hansen 7. 1-1: Karl Løkin 35. Dómari: Eiler Rasmussen Fuglfirðingar fóru í dýrdarveðrinum í gjár úr Sarpugerði og inn um aftur Eiðið við 1-1 og harvið einum stigi. Grannauppgerðin millum Víking og ÍF var intens, og tað vóru nógvir nærdystir. Myndir: Álvur Haraldsen